hósdagur 22. juni 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 117 - 22. juni 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Tær stóru
fyrimyndirnar
Í hesum døgum fer fram ein av størstu ítrótt-
arligu hendingunum í Europa - Europameist-
araskapurin í fótbólti, sum hesa ferð verður
spældur í Belgia og Hollandi. Nógv eygu eru
vend ímóti hesi hending, og fjølmiðlarnir gera
so nógv burtur úr, at eingin mann vera í iva
um, hvat tað er sum fer fram.
EM í fótbólti er tríggjar vikur við tí besta
fótbóltsspælinum, sum okkara partur av heim-
inum kann vísa. Tað er hátíðarlig og spennandi
hending, sum fær alt Europa - og fólk í øðrum
londum - at fylgja við í kappingini. Stjørnurnar
á vøllinum eru óteljandi og ymiskar, og tað
eru nógvir av hesum spælarum, sum eru stóru
fyrimyndirnar hjá okkara børnum og ungdómi.
Og tað er einki løgið í tí. Hesi spælarar eru
dømi um dreymin, sum verður til veruleika.
Dreymin, sum bara tey fægstu sleppa at upp-
liva aðrastaðni enn í dreymalandi.
Nógvir føroyingar ynskja, at tað skal ganga
Danmark og hinum norðurlondunum væl í
slíkum kappingum, men tá hesi orðini verða
skrivað, er tað bara Noregi, sum hevur ein
møguleika at sleppa víðari frá bólkaspælinum.
Bæði Danmark og Svøríki eru úti av kapp-
ingini. Svøríki var óheppið í seinasta dystinum,
tá teir umsíðir vístu, hvat teir duga til, og
Danmark hava bara í løtum víst nakað, sum
varð vert at klappa fyri. Danski innsatsurin
hesaferð hevur verið langt frá teimum stóru
døgunum í Fraklandi fyri tveimum árum síðani,
tá Danmark endaði millum átta tey fremstu
londini í heiminum.
Enn hava føroyingar ikki gjørt vart við seg
millum tey sterkastu londini í Europa, men
tað er stuttligt at hugsa um, at kekkar, sum
eru eitt av londunum í endaspælinum, við
neyð og deyð - og eittt sindur av vánaligum
ítróttaranda - vunnu dystin móti føroyska
landsliðnum á Svangaskarði. Ein av kekkisku
spælarunum hevur eisini havt leikbann í tveir
dystir, tí hann fekk reytt kort móti Føroyum.
Hetta eru alt prógv um, at føroyingar spæla
við millum teir stóru, og sjálvt um vit ikki eru
við til endaspølini, so hava vit ávirkan á, hvør
tað er, sum sleppur so langt. Føroyingar fáa
eisini vitjan av nógvum av hesum endu fót-
bóltsspælarunum, og tað er við til at eggja og
stimbra okkara heimligu spælarar - bæði yngri
og eldri.
Sjónvarp Føroya vísir alla herligheitina frá
Belgia og Hollandi, og tað er fínt. Tað bilar
einki, um vanliga skráin hjá SVF verður ó-
rógvað eitt sindur í tríggjar vikur, tá orsøkin er
tað framúr undirhaldið, sum flestu føroyingar
gjarna vilja síggja. Hevði SVF ikki sent dystir-
nar, ja, so høvdu føroyingar bara lagt saman
við onkrari aðrari sjónvarpsrás. Og nú EM-
kappingini fer inn í avgerandi partin, økist
spenningurin, og tað er nú, at stóru avgerðir-
nar fara at falla. Hvør er drúgvast, hvør má
lúta, hvør kann fegnast og hvør má syrgja. Alt
verður avgjørt næstu 10 dagarnar.
Viðmerking:
Seinastu dagarnar hevur
Hernings Kirkes Drengekor
verið á vitjan í Føroyum.
Teir hava havt konsertir í
Fuglafirði og í Klaksvík. Í
kvøld verður konsert í Fríðr-
ikskirkjuni á Toftum klokk-
an 19:30 og í annaðkvøld
kl 19:00 verður konsert í
Skálanum í Kommunuskúl-
anum í Havn.
Í dreingjakórinum úr
Herning eru 45 dreingir og
ungir menn, har stórt sæð
allir hava verið í kórinum
síðani teir gingu í 3. flokki
í fólkaskúlanum.
Dreingjakórið er fyrst av
øllum stuðul í guðstænast-
uni hjá Herning kirkju, en
kórið hevur eisini ferðast
víða og hildið konsertir.
Kórið hevur m.a. verið á
konsertferð í Bretlandi, Un-
garn, Finlandi og Skotlandi.
Sangskráin er fjølbroytt.
Hon fevnir frá gregoriansk-
um sangi til nýggjan tón-
leik, sum er skrivaður til
kórið.
Dreingjakórið hjá Her-
ning kirkju hevur eisini
fleiri ferðir havt konsertir í
danska útvarpinum og sjón-
varpinum og hevur givið út
plátur og fløgur.
Kórleiðari hjá Dreingja-
kórinum í Herning kirkju er
urguleikarin í kirkjuni,
Mads Bille, sum hevur
stjórnað kórinum síðani
1984.
Undirspælari
er
Birthe Langdahl, sum eisini
starvast sum urguleikari í
kirkjuni.
Í Kommunuskúlanum í
Havn hevur seinasta árið
verið eitt dreingjakór við
ein 25 - 30 dreingjum frá 3.
- 5. flokk. Tað er Bjarni Res-
torff, sum hevur vant
dreingirnar.
– Tað er ikki bara sum at
siga tað, at fáa dreingir at
syngja, sigur Hanus Joen-
sen, skúlastjóri, sum heldur,
at konsertin við danska
dreingjakórinum er eitt gott
høvi at vísa føroysku
dreingjunum slíkan kór-
sang.
Konsertin í Kommunu-
skúlanum verður í annað-
kvøld,
fríggjakvøldið,
klokkan 19 - og tað er ó-
keypis atgongd, sigur Han-
us Joensen.
Konsert við dreingjakóri úr Herning
Syngja í kvøld í Fríðrikskirkjuni og Toftum og í morgin í Skálanum í
Kommunuskúlanum í Havn
Tann 1. juli kemur í gildi
nýggj siglingarætlan fyri
Skandinaviarutuna hjá Eim-
skip.
– Endamálið við hesari
broyting er at betra um
flutningstænastuna fyri við-
skiftafólk okkara, sum flyta
vørur úr Danmark til Før-
oya, sigur Eimskip í tíðind-
Eimskip broytir ferðaætlan
askrivi.
Skipið verður hvønn
fríggjadag í Aarhus í staðin
fyri mikudag og verður í
Havn mánamorgun. Nú
verður møguleiki at lata inn
góðs í Aarhus fríggjamorg-
un og fáa tað útflýggjað í
Føroyum mánadag.
Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi virkin eitt ár
Áhugabólkurin hevur fingið
positivar viðurkenningar frá
nógvum fólkum, ið halda
tað vera neyðugt at bjóða tí
einstaka, ið er merktur av
sorg, stuðul. Fleiri hava
stuðlað arbeiðinum á tí
økonomiska, eins væl og á
tí moralska økinum.
Reyði Krossur roynir at
lætta pínuna hjá tí einstaka,
uttan mun til hvørja lívs-
áskoðan viðkomandi um-
boðar.
Endamálið við Sorgar-
linjuni er at bjóða menniskj-
um, ið brádliga hava mist
ein av sínum næstingum, í
ein sjálvhjálparbólk. Her
fáa tey høvi at koma saman
við øðrum, ið eisini kenna
seg tyngd av sorg.
Nógv fólk hava sagt frá,
at tey fingu stóra umsorgan
bæði frá familju og vinum
eftir ólukkuna; men sum
fráleið kendu fleiri einsemi
og vónloysi skugga fram-
tíðarvón teirra. Møguleikin
at halda fram at liva á ein
øðrvísi og nýggjan hátt
kendist veruleikafjarur.
Ein hjálpandi hond, tað
verið seg at lurta ella á tí
praktiska økinum hevur al-
stóran týdning.
Sera umráðandi er, at tann
ið kennir sorg, sjálvur royn-
ir at gera nakað ítøkiligt fyri
at koma víðari. Hetta er eis-
ini galdandi fyri tann, ið
hevur verið fyri ómetaliga
stórari ólukku og ræðuleika,
hvar kenslan av ruðuleika
og angist hevur fingið ræð-
ið.
Fyri mong fólk hevur tað
alstóran týdning at fáa høvi
at siga frá ólukkuni aftur og
aftur, eftir at ein kærur so
brádliga verður ryktur burt-
ur. Endurtøka styrkir og
mennir tann sorgarbundna
at koma víðari. Sum frálíður
gerst lættari at endurtaka
hendingina og tann, ið farin
er, fær eitt týðuligt og hvíl-
andi pláss í hugaheiminum
hjá teimum, ið liva eftir. Tað
fyrr so pínufulla plássið
finst ikki longur og lívið
byrjar av nýggjum.
Ein sannroynd er, at sam-
talur við onnur fólk ávirka
teg til at síggja støðuna øðr-
vísi og kenslan at stýra egn-
um tankum og upplivingum
venda aftur.
Menniskju og bátar
Utställningen Människor
och båtar i Norden från Sjö-
historiska museet i Stock-
holm besöktas ombord på
m/s Nordwest av 5.000 fär-
öbor under de 5 dagar den
visades i Torshavn.
Planen var att fortsätta till
Reykjavik efter utstälning-
ens stängning på måndag-
kvällen men stormen med
vindbyar upp till 38 sekund-
meter och våghöjder på 9
meter gjorde det omöjligt
med tanke på den omtåliga
lasten. Avfärden planeras i-
stället till onsdagen och
öppnandet av utställningen
i Reykjavik blir troligen på
Islands nationaldag den 17
juni.
Tack för ett spännande
möte med Färöarna och alla
intressanta färöbor som sak-
kunnigt besökt vår utställ-
ning!
hälsn Pär Stolpe
Sjöhistoriska museet
Gongulagskapping Íslandsrossafelagnum
Vikuskiftið 24. og 25. mai
verður skipað fyri gongu-
lagskapping á vølli felag-
sins á Kráarheyggi. Og er
hetta sostatt tann næst-
seinasta kappingin í hesum
kappingarárinum. Tað hev-
ur verið ógvuliga stór fram-
gongd við luttakaratalinum
fyri hvørja kapping í ár, og
vóna vit tað sama hesa
kappingina.
Til fyrstu kapping í ár
byrjaðu vit uppá nakað nýtt,
tað var at hava kappríðing í
trav og skeið á vølli Føroya
Ríðingafelags í Havnardali,
og var tað sera góð undir-
tøka í hesum, og eydnaðist
hetta serstakliga væl, henda
kapping byrjar kl. 10.00
leygarmorgunin.
Kl. 14.00 sama dag verð-
ur kappast í fjórgongd,
fimmgongd og tølt, hetta er
tað innleiðandi umfarið, og
verður hildið fram við
finalu umfarinum sunnu-
dagin kl. 14.00. Seinasta
freist at tekna seg til kapp-
ingina er hóskvøldið 22.06.
áðrenn kl. 21.00 á telefon
315078,
217688
ella
311830/211830.
SVEND VILHELMSEN
Tórshavn
andaðist týsdagin 20. juni, 89 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum
fríggjadagin 23. juni klokkan 14.
Fyri tey avvarðandi
Ady, Ninna og Kaj
✝
DIA MIDJORD
Varafútin Finn Ougaard og
onnur fólk frá ákæruvaldi-
num høvdu eina torføra
uppgávu at loysa í gjár. Á
fundi í Havn fingu politist-
arnir at vita, hvussu nýggja
ferðslulógin skal skiljast og
handfarast. Men hetta var
heldur lættari sagt enn gjørt.
Politistarnir eru nevniliga
rúkandi ósamdir. Serliga eru
teir ónøgdir við broytingina
í sambandi við brot á mest
loyvdu ferð. At ein bilførari
bert fær treytaða frádøming
av koyrikortinum, um hann
koyrir 175 km/t, er heilt ó-
skiljandi, halda politistarnir.
Eftir verandi lóg eru regl-
urnar greiðar. Koyrir tú
skjótari enn 30 km/t oman
fyri loyvdu hámarksferð,
missir
tú
koyrikortið.
Nýggja lógin gevur tær
treytaða
frádøming
av
koyrikortinum. Tú missir
ikki kortið, um tú næstu trý
árini heldur tær í skinni-
num.
Politistarnir ræðast lógina
Politistarnir eru
alt annað enn
fegnir um broyt-
ingarnar í nýggju
ferðslulógini. At
fólk ikki missa
koyrikortið, tá tey
koyra 175 km/t,
hóvar ikki teim-
um svørtklæddu
Verður tú tikin at koyra ov skjótt, og koyrikortið
verður treytað frádømt, so fært tú eina royndartíð
upp á 3 ár. Kemur tú aftur í klórnar á politinum, so
fellur hamarin og koyrikortið rýkur. Og tað er líka-
mikið, um talan tá er um eitt annað brot á ferðslu-
lógina.
Hevur tú treytaða frádøming av koyrikortinum,
so noyðist tú upp til eina roynd, ið fevnir bæði um
teori og praksis. Bileftirlitið setir eina freist og tú
mást fylgja harraboðum. Annars missir tú koyri-
kortið.
Lægri promillumark
Markið fyri promillukoyring er flutt niður frá 0,8 til
0,5.
Verður tú tikin við millum 0,5 og 0,8 promillu í
blóðinum, fært tú treytaða frádøming av koyrikorti-
num og eina bót. Royndartíðin er trý ár. Brýtur tú
aftur ferðslulógina, missir tú koyrikortið.
Verður tú tikin við millum 0,8 og 2,0 promillu í
blóðinum, missur tú koyrikortið og fært eina bót.
Verður tú tikin við meir enn 2,0 promillu í blóði-
num, missur tú koyrikortið og skalt inn at sita
Hesar eru
nakrar av
broytingunum
í nýggju
ferðslulógini
Kommiserurin
ósamdur
Uni
Vestureið,
politi-
kommiserur, hevur ikki
sama illgruna til nýggju lóg-
ina.
– Nýggja lógin er eitt gott
amboð, sum avgjørt er vert
at royna. Hon er eisini nógv
meira pedagogisk. Verandi
lóg konsentrerar seg um
hvørt einstakt brot, meðan
nýggja lógin sær meir upp
á heildina hjá hvørjum ein-
stakum førara, sigur Uni
Vestureið.
Politikommiserurin ivast
ikki í, at henda nýggja lógin
fer at hjálpa til, soleiðis at
ferðsluhugburðurin hjá før-
oyingum fer at broytast til
tað betra.
Dýrar bøtur
Hóast tú ikki spælir av við
koyrikortið, um tú verður
tikin at koyra ov skjótt, so
kanst tú spæla av við fitt av
pengum. Tað er nevniliga
soleiðis, at nýggja lógin á-
setir bótina í mun til, hvussu
nógv tú hevur koyrt ov
skjótt.
Vit kunnu taka tvey dømi.
Loyvda hámarksferð er
50 km/t, og tú verður tikin
at koyra 72 km/t við per-
sónbili. Tú mást rinda1000
krónur í bót.
Loyvda hámarksferð er
80 km/t, og tú verður tikin
at koyra 125 km/t við per-
sónbili. Tú mást rinda 1500
krónur í bót.
Á talvuni niðanfyri sært
tú, hvussu nógv tú skalt
rinda, um tú verður tikin av
politinum.
Uni Vestureið,
politikommiserur
heldur ikki, at
politistar skulu óttast
Mynd: Jens Kr. Vang
Politistarnir eru
ónøgdir við, at fólk
bert fáa treytaða
frádøming av
koyrikortinum, tá
koyrt verður langt
yvir loyvda mark
Mynd: Jens Kr. Vang