hósdagur 22. juni 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 117 - 22. juni 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 117 - 22. juni 2000
Keðiligt
kegl
HÓLMGONGA. Orðadrátturin mill-
um Høgna Hoydal og Jóannes Eides-
gaard í útvarpshøllini fyrrakvøldið
gjørdist ikki so spennandi, sum
væntað
HØGNI MOHR
Jóannes Eidesgaard byrjaði
politisku
hólmgonguna,
sum Suðurstreymoyar Tjóð-
veldisfelag skipaði fyri
fyrrakvøldið, við at hugleiða
um hugtakið hólmgongu:
Tveir mans verða settir í ein
hólma at berjast. Bert annar
kemur livandi heimaftur.
Men eftir hólmgonguna í
útvarpshøllini sluppu báðir
politikararnir heimaftur við
sítt fríska lív.
Eidesgaard góðan
start
Jóannes Eidesgaard legði út
við at vera óvanliga spoysk-
ur. Hann samanbar óbein-
leiðis fullveldisrørsluna við,
tá ið Hitler leyp á Russland.
Kortini var ongin ivi um, at
tað var hin stóri røðusnill-
ingurin, ið gjørdi burtur úr
sær at byrja við. Jóannes
Eidesgaard nýtti nógvar
smáar steðgir, til tess at fáa
uppmerksemi. Og tað rigg-
aði; at byrja við.
Høgni Hoydal endurtók
seg sjálvan og greiddi frá
samráðingargongdini.
Landsstýrismaðurin
var
sera hóvligur, tá ið hugsað
verður um, at talan skuldi
vera um eina hólmgongu.
Jóannes misti tráðin
Sum orðaskiftið gekk, tykt-
ist Jóannes Eisesgaard meiri
ókonsentreraður. Fleiri ferð-
ir var hann um at missa tráð-
in, og hann legði onkra fellu
fyri seg sjálvan. Áhoyrarar
brustu út úr at flenna nakrar
ferðir; summir tí teir hildu
próvførsluna hjá javnaðar-
manninum vera ov popu-
listiska og grunna. Eides-
gaard samanbar t.d. full-
veldi við lond sum Eystur-
timor og Eritrea. Hann var
eisini meira flokspolitiskur
bundin í sínum úttalilsum
enn Høgni Hoydal.
Einaferð tá ið Jóannes
varð avbrotin, tveitti hann
pennin eftir borðinum í for-
argilsi og skrykti brillurnar
av. Og hann hevði eisini
lyndi at finnast at orðstýr-
aranum, Tróndi Djurhuus.
Høgni endurtók
Men Jóannes Eidesgaard
royndi kortini at vinda seg
sjálvan upp, tí Høgni ávirk-
aði ikki huglagið í stúv-
stappaðu høllini stórvegis.
Meginpartin av tí, sum
Høgni Hoydal segði, hava
fólk hoyrt áður. Hann var
sakligur, men eisini litleys-
ur; í løtum meira sum ein
embætismaður enn sum
politikari, sum ein av áhoyr-
arunum tók til. Ofta brúkti
hann
orðingina
»púra
burturvið«, meðan Jóannes
Eidesgaard hinvegin eins
ofta gjørdi greitt, at »tað er
ikki okra problem«.
Forsyndaður
Eitt, sum kom týðiliga fram
undir hólmgonguni var, at
Jóannes var firtin inn á
Høgna, tí Javnaðarflokkurin
ikki slapp upp í samgong-
una og tí hann varð kopp-
aður sum formaður í uttan-
landsnevndini.
Jóannes brúkti eisini sera
nógva tíð at siga Høgna
Hoydal, hvat Høgni Hoy-
dal meinti og ætlaði.
Høgni spurdi hinvegin
Jóannes fleiri spurningar,
men tað gekk sera illa at
fáa svar.
Tað er annars ein partur
av hólmgongukonseptinum,
at politikarar spyrja hvønn-
annan. Men ístaðin fingu
áhoyrarar ta fatan, at
Jóannes varð forsyndaður
og eitt sindur østur.
Tom hólmgonga
Tað var ikki rættiligt flog
yvir hólmgonguna. Luttak-
ararnir tyktust snøgt sagt
ikki at vera í venjing. Og
Kartni Olsen,
Tórshavn:
Áðrenn:
Hvør fer at vinna hólmgonguna?
- Hoydal..!
Hví?
- Tí hann er á røttu leið. Eg vóni,
at vit loysa; ongantíð ov skjótt!
Aftaná:
Hvør vann í kvøld?
- Høgni kláraði seg væl.
Hví?
- Tí hann hevur eitt greitt endamál meðan Jóannes
Eidesgaard ríður á tveimum rossum; sambandinum og
sosialismuni.
Hvussu var orðaskiftið?
- Sera siðiligt. Men spell er tað, at sosialistarnir ikki
kunnu koma við á fullveldisleiðina. Tað nívir meg almikið,
tí Jóannes er ein góður politikari.
Ragna Høgnesen,
Tórshavn:
Áðrenn:
Hvør vinnur hólmgonguna í
kvøld?
- Høgni Hoydal, vænti eg...
Hví?
- Hann hevur orðið í sínari
makt. Hann dugir betur at
argumentera!
Aftaná:
Hvør vann hólmgonguna?
- Eg haldi ikki tað ber til at siga, at nakar vann. Høgni
plagdi at klára seg betur enn í kvøld. Styrkin hjá Jóannesi
Eidesgaard er, at hann dugir væl at tosa, meðan Høgni
Hoydal er meira innihaldsríkur. Annars væntaði eg, at tað
fór at vera nógv harðligari og ógvusligari. Hattar har er
ikki annað, enn tað mann hoyrir til dagligt. Eg havi onki
lært í kvøld...
Jógvan Sundstein,
Tórshavn:
Áðrenn:
Hvør vinnur hólmgonguna?
- Høgni Hoydal hevur uppi-
borið at vinna, og eg vænti
eisini at hann vinnur!
Hví?
- Tí hann hevur eina betri sak.
Kanska Høgni er eitt sindur meira
tungur fyri málinum, men hann
hevur logikk og góð argument at
stuðla seg til.
Aftaná:
Hvussu var úrslitið av hólmgonguni?
- Høgni kom betur frá tí. Tað er púra greitt at Jóannes er
fornermaður, og hetta er eitt stórt minus fyri orðaskiftið.
Høvuðsorsøkin til, at hann ikki stuðlaði fullveldinum var, at
hann ikki slapp framm at eftir valið í ´98. Annars kláraði
Jóannes seg hampuliga væl, men tá ið hann fekk spurningar,
t.d. um hann hevði gingið inn fyri íslendska modellinum, so
svaraði hann ikki upp á tað. Hann slapp sær undan at svara!
Jóannes Eidesgaard:
»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir
samráðingarnar – hetta, at mann bara krevur og
krevur«
»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska
frælsið, at tað persónliga frælsið fer fyri bakka«
»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar
hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«
»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at
Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann
ikki hevur fólkið aftanfyri seg«
»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og
uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er, at vit siga:
Sjálvsstýrið er ein prosess – ikki ein samtykt«
Høgni Hoydal:
»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í
løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«
»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava
fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt
verður talt við«
»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir
undir fíggjarlógarviðgerðini seinast«
»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini,
eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í
Føroyum«
»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt
lot av Christiansborg«
ætlanin við hólmgonguni; at
talan skuldi vera um eitt liv-
andi og nærgangandi orða-
skiftið;
eydnaðist
ikki.
Tvørturímóti var tað heldur
tamt.
At dysturin ikki var varp-
aður úr, og at talan var um
eitt tjóðveldistiltak, hevur
kanska sissað fólk. Eisini
vóru teymarnir hjá orðstýr-
aranum í leysara lagi.
Nærum trý koyrter gingu
áðrenn fyrstu lógvabrest-
irnir ljóðaðu í høllini. Og
hesir brestir hoyrdust bert
3-4 ferðir. Harðast varð
klappað, tá ið Høgni Hoydal
mátti rætta Jóannesi Eides-
gaard faldaran hjá Javnaðar-
flokkinum, tí Jóannes ikki
hevði hann við sær heiman-
ífrá.
Kanska vísti hesin til-
burðurin júst, hvør teirra, ið
var best fyrireikaður hetta
kvøldið.
Norska Stórtingið hevur á-
sett avgjaldið at verða 3 pro-
millu av útflutningsvirði-
num og er tað millum 90
og 100 milliónir norskar
krónur, sum skulu brúkast
til gransking í norsku fiski-
og alivinnuni. Norski stat-
urin hevur somuleiðis játtað
somu upphædd til gransk-
ing og var tað ein av fyri-
treytunum fyri at avgjaldi
fekk undirtøku í Stórtingi-
num.
Peningurin verður umsit-
in av einum stýri, sum
norska Fiskimálastýrið hev-
ur sett í samstarvi við
Granskingarráðið. Úrslitini
av granskingini fara at verða
opin fyri øðrum londum,
soleiðis at tøkni og onnur
menning eisini kemur øðr-
um tjóðum, sum fáast við
aling, til góðar.
Ikki eginpeningur
Reglurnar,
ið
norska
granskingarráðið arbeiðir
eftir, siga at øll gransking
er opin, undantikið tá virkir
eru við í verkætlanunum og
hava goldið meira enn
helvtina av upphæddini.
Peningurin sum stendur í
hesum grunni verður ikki
góðtikin sum eginpeningur
hjá virkjum.
Norska Granskingarráðið
og vinnufeløgini arbeiða nú
við at býta peningin út á tey
økir teir meta røtt eru at
satsa uppá, skrivar Vinnu-
húsið.
Avgjald til gransking
Allur norskur laksur, sum verður útfluttur, skal gjalda avgjald til gransking
Føroyska fiskivinnan
klárar seg hampuliga væl
Mikudagin 14.juni var seinasta seminarið í røðini um lønsemi í føroysu fiskivinnuni, samanborið
við lønsemi í Noregi og Íslandi. Tað er ráðgevandi felagið Sp/f Farec, sum hevur staðið fyri
verkætlanini
Í tíðindaskrivi frá Vinnuhús-
inum verður sagt, at verður
hugt eftir tí partinum av før-
oyska flotanum, sum í høv-
uðsheitum fiskar undir Før-
oyum, kann sigast um stórt
sæð allan flotan, at 1997 og
1998 hava verið tvey góð
ár, har rakstrarúrslitini hava
staðið mát við samlaðu íløg-
urnar og soliditeturin er
styrktur. Tað er torført at á-
seta, hvat eitt nøktandi ogn-
aravkast er, tí tað kann
skifta alt eftir hvørja vinnu
ein tosar um, men vanliga
verður sagt, at ognaravkast-
ið skal í minsta lagi vera
hægri enn rentan á skuldini.
Ognaravkastið sigur nakað
um, hvussu stórur vinning-
urin er av samlaðum kapi-
tali.
Ognaravkastið
Ognaravkastið hjá føroyska
fiskiflotanum er í frá 1996
til 1998 fari frá at vera ov
lítið til at verða sera gott fyri
allar skipabólkar - uttan
rækjutrolarar, og má hetta
sigast at vera ein positiv
gongd. Serliga partrolarar-
nir, línubátarnir og garna-
bátarnir hava sera góðan
soliditet í 1998. Somikið
góðan, at teir áttu at tolt eitt
vánaligt ár, um ella tá eitt
tílíkt kemur. Lemmatrolar-
arnir høvdu ikki klára seg í
1996 og 1997 um teir ikki
høvdu fingið íløgustuðul.
1998 var tó eitt rímuligt ár
hjá hesum partinum av
flotanum sæð í mun til und-
anfarin ár.
Samlaða úrslitið í før-
oyska fiskiflotanum í 1998
var góðar 165 mió kr., harav
hevði tann parturin, sum í
høvuðsheitum fiskar við
Føroyar, eitt yvirskot uppá
umleið 91 mió kr.
Soliditeturin
Soliditeturin hjá føroysku
fiskavirkjunum sýnist eisini
at vera góður. Í 1996 var
soliditeturin hjá 7 føroysk-
um virkjum 6 %, meðan
hann í 1998 var komin upp
á 42 %, so virkini eru betur
fyri at standa ímóti tapi, nú
enn nakrantíð. Ognarav-
kastið í 1996 var -7%, með-
an tað í 1998 er 14%, sum
er eitt sindur hægri enn mið-
al rentan av fremmandari
skuld.
Tað er ikki einfalt at sam-
anbera norsku og íslendsku
fiskivinnuna við føroysku,
tí struktururin í vinnunum
er so ymiskur. Í Íslandi er
vertikal
integratión
av
veiðu-, framleiðslu- og søl-
uliðið, sum ger at fyritøk-
urnar disponera út frá ein-
um heildarsjónarmiði —
hvat er best fyri alla fyri-
tøkuna og ikki, fyri hvørt
lið sær. Í Noregi er fiski-
vinnan merkt av planbú-
skapi, har rávøran verður
seld gjøgnum »Råfisklag-
et«, sum síðani stýrur hvar
rávøran verður arbeidd. Í
føroysku fiskivinnuni er lítil
integratión millum veiðu,
framleiðslu og sølu og sera
hørð kapping um fiskin
bæði millum fiskavirkir og
sølufyritøkurnar.
Interpolerað roknskapar-
tøl fyri íslendska, norska og
føroyska vinnu vísa, at tað
sær út til, at føroyski flotin
betri er førur fyri at forrenta
seg enn íslendski flotin, sum
hevur
munandi
størri
rávørugrundarlag.
Hetta
kemst partvís av, at prís-
munurin á ráfiski í Íslandi
og Føroyum er sera stórur,
og at íslendsku skipini hava
stóra skuld orsaka av, at
kvotur verða keyptar fyri
sera høgan prís.
Struktururin
Fyri fiskiídnaðin vísa tølini,
at samanborðið við norsku
og íslendsku fiskavirkini, so
er samlaða ognaravkastið í
føroyska
fiskiídnaðinum
hægri enn ognaravkastið í
norska og íslendska ídnaði-
num. Bruttovinningurin í
føroyska fiskiídnaðinum er
ájavnt við bruttovinningin í
norska fiskiídanðinum og
væl lægri enn í íslendska
fiskiídnaðinum.
Nakrar ávegis niðurstøður
frá verkætlanini eru, at før-
oyska fiskivinnan klárar seg
hampuliga væl samanborðið
við íslendsku og norsku
vinnuna. Føroyski fiskiídn-
aðurin keypur rávøru fyri
væl hægri prísir enn norski
og íslendski fiskiídnaðurin
ger, og fíggjarliga gongdin
hjá føroysku virkjunum er
á leið tann sama sum í
grannalondunum. Hetta tíð-
ir uppá, at føroysk fiskivinn-
an far sum mest burturúr í
veiðiliðnum, framleiðslulið-
num og í søluliðnum, og at
tann struktur, ið er í før-
oysku fiskivinnuni, hevur
góða ávirkan á lønsemi í
vinnuni, skrivar Vinnuhúsið.
Almennur fyrispurningur til Dorethu Block:
Á fundi hjá Grindamanna-
felagnum havi eg hoyrt
tygum greiða frá, um
ætlanina at seta sendarar á
einar 6 hvalir í fyrstu grind,
sum verður vestan fyri í
summar. Grindin skal síðan
rekast aftur til havs. Hetta
verður gjørt fyri at kunna
fylgja við, hvussu grinda-
hvalirnir ferðast.
Orsøkin til henda fyri-
spurning er, at eg ikki haldi
tað er komið nóg greitt fram
millum manna, hvussu
mannagongdin verður, eftir
at sendararnir eru festir á
hvalirnar, og teir aftur
svimja á opnum havi og í
firðum.
Spurningar mínir eru:
• Hvussu ofta verður rap-
porterað, hvar hvalir eru
staddir, og verður tað
gjørt alment, t.d. í útvarp-
ið og bløðum?
• Verður tað álagt teimum,
sum finna grind, fyrst at
kanna, um viðkomandi
grind kann rekast á eina
hvalvág?
• Kann tað henda, at hval-
irnir, sum hava fingið
sendarar ásettar, fara hvør
í sína æt og enda í 6 ym-
iskum bólkum?
• Hvussu leingi fer hendan
kanning at vara?
Vit kunnu ímynda okkum,
at grind verður funnin av
landi ella frá báti, grinda-
boð verða givin yvir VHF
ella telefon (eingin rópar
»grindaboð« longur), og ein
hópur av bátum fer á staðið,
har grindin er. Hvussu skulu
menn tá bera seg at, um teir
fáa at vita, at júst hesin
bólkur fekk sendarar festar
í hornini, í fyrstu grindini
vestanfyri.
Eg gangi út frá, at hetta
hevur almennan áhuga, og
fari eg at heita á tygum um
at greiða nærri frá hesum
ætlanum í bløðunum, so at
allir føroyingar verða kunn-
aðir um støðuna, áðrenn
grindaboðini
koma
–
grindaboð koma jú so brád-
liga.
Vinarliga,
Andras Joensen,
Klaksvík
Grindaboð! Grindaboð! – men grindin
skal hvørki rekast ella drepast!!!