Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juni 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 117 - 22. juni 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 117 - 22. juni 2000 Minnisvarði á Syðradali Á Syðradali á Kalsoy verður minnisvarði yvir bygdarfólk, sum farin eru av vanlukku á sjógvi og landi, avdúkaður í næstum EDVARD JOENSEN Nú fær eisini Syðradalur á Kalsoynni ein minnisvarða yvir bygdarfólk, sum farin er av vanlukku av ymsum slag. Arbeitt hevur verið við minnisvarðanum eina tíð, og nú stendur hann klárur beint norðan fyri bygdina. Har lítið fólk er til, noyðast tey fáu, sum eru, at gera alt. Poulina Eliasen á Syðradali roynir seg eisini sum havnarfúta, tá barsskor leggur at (Mynd: Jens Kristian Vang) Tað er minnisgrunnur Andreas Eliasen, sum fíggj- ar minnisvarðan. Minnisvarðin verður av- dúkaður leygardagin 8. juli klokkan 13. Skipað verður fyri hátíð- arhaldi á Syðradali, tá minnisvarðin verður avdúk- aður, siga Poulina og Erik Eliasen, sum hava staðið fyri arbeiðinum at fáa minn- isvarðan reistan. Skrá er løgd við røðum, sangi, tón- leiki og so framvegis, siga tey í tíðindaskrivinum, sum sent er út. Eisini verður skipað fyri ferðing til og úr Kalsoynni í hesum sambandi. Lýst verður við hesum seinni, siga fyrireikararnir. Sagt verður í tíðinda- skrivinum, at eftir sjálvt há- tíðarhaldið norðuri við minnisvarðan standa hurð- arnar á Syðradali opnar. Boðið verður ábit við smurdum breyði, te, kaffi og køkum. Fyrireikararnir vóna at nógv fólk kemur til bygdar hendan dagin og ynskja øll- um at vera hjartaliga væl- komin, siga tey bæði Poul- ina og Erik Eliasen á Syðra- dali á Kalsoy í tíðindaskriv- inum. Hetlendsk vitjan Hetlendski løgmaðurin vitjar í hesum døgum í Føroyum eftir innbjóðing frá Anfinni Kallsberg, løgmanni. Í dag var hann millum annað og vitjaði Undirvðisingar- og Mentamálastýrið Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri á Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, tekur í móti Tom Stove, formanni í Shetland Islands Council ( Mynd: Jens Kristian Vang) EDVARD JOENSEN Vit eiga at royna at fáa meira samstarv við hetlend- ingar, heldur løgmaður. Eitt øki, vit kundu samstarva um, er mentan og undirvís- ing. Og í gjár var hetlendsk sendinevnd og vitjaði Und- irvísingar og Mentamála- stýrið. Formaðurin í hetlendska stjórnarráðnum, Shetland Islands Council, Tom Stove, vitjar í hesum døgum í Før- oyum. Vitjanin er komin í lag eftir innbjóðing frá An- finni Kallsberg, løgmanni, sum var á vitjan í Hetlandi í fjør. Tom Stove kann metast at vera løgmaður í Hetlandi. Í tíðindaskrivi sigur løg- mansskrivstovan, at løg- maður væntar vitjanina at kunna styrkja mentanarligu og vinnuligu bondini mill- um Føroyar og Hetland. Vit hava nógv felags áhugamál. Eitt nú fiskivinnu og vænt- andi eina komandi olju- vinnu eisini. Á vitjanini í Føroyum hevur Tom Stove við fylgi havt fundir við landsstýris- menn og ferðavinnuna. Eis- ini hava teir vitjað ymsar føroyskar fyritøkur. Teir hava millum annað vitjað Tórshavnar Havn og Undir- vísingar- og Mentamála- stýrið. Tá løgmaður í fjør var í Hetlandi, vitjaði hann mill- um annað fiskivinnuskúlan í Scalloway, sum hann helt, at føroyingar áttu at lært eitt sindur av. Anfinn Kallsberg, løg- maður sigur, at hetlendingar høvdu dugað sera væl at samskipa hendan skúlan við praktisku vinnuna. Til dømis bar til á sama staði at fáa grundundirvís- ing í fleiri lørugreinum inn- an sjóvinnu, sum so vórðu specialiseraðar seinni. Ráðstevna um samamál Norðurlendska Ráðharraráðið skipar í heyst fyri ráðstevnu um samiskt mál. Ráðstevnan verður hildin í Karasjok í september Í døgunum 19.-22. sep- tember skipar Nordisk Ministerråd fyri ráðstevnu um samiskt mál. Stevnan verður hildin í Karasjok í Samalandi og er fyri fólk, sum hava áhuga fyri »ikki skandinavisku« málunum í Norðanlondum. Stevnan verður nevnd »Samiskt í einum nýggj- um túsundáraskeiði« og er partur av virkisskránni Nordmål. Nordmål er virkisætlan fyri norðurlendskari mál- kunning, har eisini sam- iskt mál kemur undir. Skráin stuðlar tiltøkum til tess at styrkja arbeiðið at skilja norðurlendsku grannamálini eins og ar- beitt verður fyri at betra um kunnleikan fyri teim- um sonevndu »ikki skandinavisku« málunum á Norðurkollinum. Endamálið við ráð- stevnuni er at geva fólki innlit í samiskt mál um- framt mentan og fyrisit- ing. Ráðstevnan verður skipað við fyrilestrum. Tilmelding til ráðstevn- una skal verða Nordisk Ministerråd í København í hendi í seinasta lagi 8, august. Meira kann fáast at vita frá Ráðharraráð- num, sum hevur telefon 0045 33 96 02 00 ej SMS · Tel 353535· Fax 353536 E-mail: tryarin@post.olivant.fo SANSIR TEL 355 355 prýðislutir við motivum úr norrønu gudalæruni Anker Eli Petersen hevur designað eina spennandi røð av prýðislutum við motivum úr norrønu gudalæruni. Her eru 4 motiv - fleri eru at velja ímillum. Eitt frálíkt gávuhugskot - til studentin, føðingardagsbarnið, konfirmantin... A S K U R O G E M B L A Ó Ð I N Y M I R O G e Y Ð H U M L A N O R N U R Tað verður bíligari at fara á internetið Kappingin nærkast í hvørjum, og Føroya Tele liggur ikki á latu síðuni, meðan bíðað verður eftir, at onnur feløg fara at bjóða út uppringt internetsamband. Eftir summarferiuna fer fjarskiftisfyritøkan at bjóða fleiri ymisk sløg av internetsambandi út RÚNAR REISTRUP At gjalda stórt stovningar- gjald fyri internet hald er helst farin tíð um ikki so leingi, og tað eru minutt- prísir á 30 oyru um dagin og 15 oyru um kvøldið kanska eisini. Internetsambandið í Før- oyum er bíligari enn í fleiri av europeisku londunum á meginlandinum, men sam- anborið við lond sum Dan- mark, Noreg og Ísland ligg- ur prísurin í Føroyum nakað hægri. Men hetta stendur helst fyri broyting. Beinleiðis orsøkin er, at hørð kapping millum inter- netútbjóðarar eftir øllum at døma stendur fyri durum. Kapping er longu á økj- unum, eftir at fyritøkurnar Sp/f MET og Sp/f Teletæn- astan báðar hava fingið neyðugu fjarskiftisloyvini og hava samrátt seg fram til eina avtalu við Føroya Tele um at leiga seg inn á telefonkervið. Men sum er, bjóða hesi feløg ikki vanligt uppringt internet samband. Talan er meira um samband, ið hósk- ar til fyritøkur, og tí hevur vanligi brúkarin ikki merkt Ikki danskar prísir Danmark er eitt av teimum grannalondunum, har inter- netsamband er sera bíligt í løtuni, men sambært stjór- anum á Føroya Tele skulu vit ikki vænta at uppliva eins lágar prísir í Føroyum. - Fyri tað fyrsta haldi eg at vit mugu síggja í eyguni, at reint geografiskt liggja vit soleiðis fyri, at tað er eitt sindur dýrari at veita inter- netsamband í Føroyum enn á meginlandinum. Haraft- urat kemur so, at tær fyri- tøkurnar, ið bjóða bíligt internetsamband út í Dan- mark, so sum Mobilix og Telia, koyra við stórum undirskoti, tí tær rætt og slætt dumpa prísirnar fyri at vinna sær viðskiftafólk. Og stendur tað til Andras Róin fer hetta ikki at henda í Føroyum. - Vit hava kanska kapital til at lækka prísirnar so nógv, at vit sláa kappingar- neytarnar út eftir stuttari tíð, men tað hava vit ongan áhuga í, tí tað hevði helst rakt okkum sjálvi harðari aftur. Men hóast Føroya Tele ikki ætlar sær at dumpa prísirnar, so fara føroyingar so nógv til nakra kapping. Hetta broytist í teirri løtu ein fyritøka fer at bjóða inter- netsamband, ið hóskar van- liga brúkaranum, og tað fer eftir øllum at døma skjótt at henda. Meira fjøltáttaðir prísir Á Føroya Tele hava tey brynjað seg til hesa kapping við millum annað at útvega nýggja avrokningarskipan, sum ger tað møguligt at gera prísirnar fyri internet- samband meira fjøltáttaðar. Tað merkir at fleiri ymisk internethald við ymsikum minuttprísum og ymiskum mánaðargjaldi kunnu bjóð- ast út, og brúkarin kann so velja hvat honum passar best. Men tað er ikki nóg mikið bara at geva brúkarunum møguleika at velja millum fleiri hald. Hesi hald mugu eisini vera kappingarfør í prísi. Andras Róin, stjóri á Før- oya Tele væntar, at tað fer at gerast neyðugt at lækka prísirnar á internetsambandi sum heild, tá kapping verð- ur um viðskiftafólkini. - Stovningargjaldið fer at minka og kanska enntá fella burtur, tá vit skulu kappast um at fáa viðskiftafólk til okkara. Viðvíkjandi minutt- prísinum, so vænti eg eisini, at vit fara at verða trýstir til at lækka hann, sigur Andas Róin. Føroya Tele hevur skyldu til at lata aðrar loyvishav- andi útbjóðarar keypa seg inn á telefonkervið, um hes- ir ynskja tað, og fyritøkan hevur somuleiðis skyldu til at gera tað fyri ein prís, ið Føroya Tele, keyparin og Fjarskiftiseftirlitið meta vera sámuligan. - Við tí prísinum, sum hinir útbjóðararnir kunnu keypa seg inn á kervið fyri meti eg, at teir væl kunnu fáa eina forrætning burturúr at selja internetsamband fyri lægri prís enn tað, sum vit kunnu bjóða í løtuni, og tað leggur sjálvsagt trýst á okkum um at fáa minutt- kostnaðin niður, soleiðis at vit eisini kunnu geva teim- um nýggju útbjóðarunum kapping, sigur stjórin á Før- oya Tele, sum harafturat væntar at komandi útbjóð- ararnir eisini fara at leggja seg eftir at kappast á tæn- astuøkinum. at njóta væl av kampanju- tilboðum og lægri internet- gjaldi sum heild, tá kapping um vanliga internetútbjóð- aran um ikki so langa tíð gerst veruleiki. - Vit ætla okkum at kapp- ast upp á prís. Vit ætla ikki at lata øll viðskiftafólkini rýma til kappingarneytar- nar, soleiðis at vit enda við bara at vera kervisveitarar hjá øðrum fyritøkum, ið sleppa at gera alt tað stutt- liga, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele. ∆ Andrass Róin, stjóri á Føroya Tele RÚNAR REISTRUP So hvørt sum fleiri brúkarar fáa atgongd til internetið, veksur møguleikin fyri at reka vinnu á sjálvum net- inum. Í Føroyum hava ein- staklingar og virkir rættiliga fingið eyguni upp fyri nýggja marknaðinum, og bara higartil í ár eru fleiri átøk farin í gongd, ið stíla ímóti at gera nýtslu av hes- um. Fyri bara nøkrum mánað- um síðan var www.olivant.fo einasti so- kallaði „portalurin“ á netin- um, men síðan tá hevur gamla leitimaskinan Leitel ment seg til ein rættiligan portal, eins og www.in.fo fyri stuttari tíð síðan kom á netið sum tann triðji før- oyski portalurin. Aðrar meira avmarkaðar føroyskar tænastur eru eis- ini komnar í hópatali, og seinasta skotið er virkis- skráin www.gulu.fo hjá Føroya Tele og Menningar- stovuni, sum stílar ímóti at hava skrásett umleið 2.200 virkir í skrá síni, tá hon al- ment byrjar 1. juli. Sjálv skrásetingin er Internettænastur spríkja upp Mongdin av føroyskum internet- tænastum veksur støðugt, sum fleiri fáa eyguni upp fyri vinnumøguleik- unum á netinum. Seinasta skotið á himlinum er virkisskráin www.gulu.fo ókeypis fyri virkini, men harumframt ber til hjá virkjunum at keypa sær eina meira umfatandi skráseting. Til dømis ber til at fáa leinkju til heimasíðu ella e- post við í skrásetingina við at gjalda eyka fyri hetta. Útlitini góð Jens Pauli G. Nolsøe, er deildarleiðari á Teleforlag- num hjá Føroya Tele, ið hevur ábyrgdina av at reka og menna www.gulu.fo. Hann sigur, at møguleikar eru fyri, at tann íløgan, ið er løgd í tænastuna, er vunn- in inn longu um eitt ár. Hvørjir framtíðarútlit tæn- astan hevur, er ilt at siga longu nú. - Tað velst alt um hvussu tænastan verður brúkt og móttikin av brúkarunum, men enn vita vit einki um hvussu hon fer at verða vitj- að, tí virkisskráin fer ikki rættiliga ígongd fyrr enn 1. juli, sigur Jens Pauli G. Nolsøe. Umframt www.gulu.fo stendur Teleforlagið eisini fyri rakstrinum av www.nummar.fo og av Olivant portalinum. Virkis- skráin og nummarveitarin eru greitt avmarkaðar tæn- astur, meðan portalurin helst skal vera so fjølbroytt- ur sum gjørligt. Kapping er um brúkar- arnar millum teir tríggjar portalarnar, og tí ræður um at menna teir skjótt. Ætlanin er at Olivant portalurin skal koma út í nýggjari útgávu komandi mánað, og tá er millum ann- að ætlanin at tað skal vera møguligt at síggja „Dag og Viku“ hjá SvF. Í mars mán- aði kom ein tíðindatænasta á Olivant, og síðan tá er talið á sokallaðum „hits“ vaksið frá 8.000/9.000 til eini 14.000 „hit“ um sam- døgrið. Nýggja virkisskráin hjá Føroya Tele og Menningar- stovuni er neyvan tann sein- asta stóra føroyska inter- nettænastan. Graml er um fleiri aðrar ætlanir, sum helst fara at síggja dagsins ljós seinni í ár.