Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juni 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 117 - 22. juni 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 117 - 22. juni 2000 HØGNI MOHR Fiskiskapurin við Asor- oyggjar, sum liggja o.u. 1.200 fjóðringar vestur úr Portugal, er ov vánaligur og orkukrevjandi. Hesa niðurstøðu komu myndugleikarnir á oyggj- unum til í 1998. Málið varð latið fiskirannsóknardeild- ini á asorska fróðskaparsetr- inum, sum skuldi koma við nýtiligum hugskotum um, hvussu bøtt kundi vera um vánaligu útlitini í fiskivinn- uni. Úr hesum spurdist ein verkætlan um royndarveiðu við ravmagnsriknum snell- um. Octávio Melo, doktari í fiskifrøði á Asoroyggjum, heitti tískil á Oilwind í Miðvági, sum hann kendi frá privatum føroyskum royndum við føroyskum oljutrýstsnellum í Asorsk- um sjógvi, og bað teir vera við í royndunum. Føroyski snelluframleiðarin játtaði at lata tvær sjálvvirkandi snellur til royndirnar. Ser- kønur var A. Guttormur Djurhuus úr Kaldbak, sum skuldi leggja asorbúgvun- um lag á í fýra vikur. Seinkaðar royndir Verkætlanin varð grundað á, at roynast skuldi eftir trimum fiskasløgum, Pa- gellus Bogaraveo (en.: Blackspot Sea Bream), Pa- grus Pagrus (en.: Red Porgy) og Polyprion Ameri- canus (Rekfiskur). Serliga hin fyrst nevndi er áhuga- verdur fyri myndugleikar- nar í Asoroyggjum. Beinanvegin, tá ið Gutt- ormur var komin í oynna, Fajal, hin 11. apríl í ár, varð hann kunnaður um, hvussu farast skuldi fram. Vága- snellurnar báðar vórðu sett- ar í glastrevjabátin, Guer- nica, sum er góðar 32 føtur til longdar. Men royndirnar vórðu seinkaðar fleiri dagar, tí viðførið úr Føroyum var seinkað. Tá ið kuffertini við loddum, húkum og eyka- lutum umsíðir komu fram, var veðrið somikið vánaligt, at ikki var farandi á flot. Meðan bíðað varð eftir lík- indum, var Guttormur um- borð á asorskum fiskirann- sóknarskipi. Her umborð høvdu teir eina svenska snellu, sum ikki riggaði. Og ikki bar til at umvæla hana, tí eingin nýtsluleiðbeining var. Sløk byrjan Ikki fyrr enn fjúrtan dagar eftir, at Guttormur var kom- in til Asoroyggjar, batnaði veðrið so frægt, at avgjørt varð at loysa. - Vit fóru úr býnum, Horta, har fiskirannsókna- stovan heldur til, klokkan trý á morgni, føroyska flaggdagin, 25 apríl, og sigldu suður á Asorbankan. Óslætt var í sjónum, har vit royndu á 90 favna dýpi, og onki var at fáa. Síðani fluttu vit nakað suður í eystur- kantin. Meðan vit royndu, lógu vit fyri íla, tí dýpið er so skiftandi og grunnurin so smalur, greiðir Guttormur frá. Men fyrsti royndartúrurin fekk ein bráan enda. Gutt- ormur meiddi seg av falli umborð, og neyðugt var at bróta túrin av. Tá høvdu teir fingið tveir Blackspot Sea Bream og nakað av rossa- Undir Asoroyggjum við snellu ROYNDARFISKISKAPUR. Í farna mánaði kom Guttormur Djurhuus aftur av ferð í Asoroyggjum, har hann hevur lagt asorbúgvum lag á, nú teir ætla sær at fara at royna við snellu eftir dýrum fiskasløgum. Ferðin var byrjanin til eitt ára verkætlan hjá asorsku fiskirannsóknarstovuni. Snellurnar eru frá Oilwind í Miðvági makreli og vanligum makreli. Alt var fingið við Vágasnellunum, sum vóru settar at fiska eftir vanligari fiskiskrá við fíling, sum vanligt er í Føroyum. Seinna royndin frægari Tveir dagar seinni hitti Guttormur mannin, sum átti bátin, ið nýttur var til roynd- irnar. Hesin verður hildin at vera av dugnaligastu fiski- monnum á asoroyggjum. Teir báðir Guttormur gjørdu í felag eina nýtsluleiðbein- ing á portugisiskum, og á henda hátt bar manningini á bátinum til at kunna seg um føroysku snellurnar. Eina góða viku eftir ó- happið umborð á Guernica, var aftur farið til útróðurs. Um náttina hin 4. mei varð lagt frá landi og siglt suður Princesse Alice Bankan. Manningin taldi fýra. - Vit royndu allan dagin. Dýpið var um 75 favnar. Fiskiskapurin var heilt góður. Hendan dagin fingu vit eini 1.000 pund av Blackspot Sea Bream, javnt býtt millum menn, ið nýttu snellu og menn ið fiskaðu við hond. Roynt varð bert við aðrari snelluni. Dorgin, vit nýttu á hesi snellu, hevði o.u. 40 húkar nr. 4, egndir við makreli, rossamakreli ella sardinum. Ein metur var millum teymarnar, sum eisini vóru ein metur til longdar. Í niðara enda av dorgini var ein steinur (uml. 1 kilo) hongdur, og nakað av slakki varð givið út eftir at komið var á botn. Við kenn varð meiri lína givin út, og tá ið nóg mikið varð hildið vera á, varð drigið. Hin snellan varð nýtt at flyta gamalt agn og slógv niður á o.u. 15 favnar yvir botninum »at gjara út við«, sigur Guttormur Djurhuus. Hesin seinni royndartúr- urin var tríggjar dagar lang- ur, og fongurin vág eini 2.000 pund. Nógv hin størsti parturin av veiðuni var Blackspot Sea Bream. Avreiðingarprísurin er um 80 krónur fyri kilo. Góð fyribils niðurstøða Í niðurstøðuni eftir roynd- irnar við Asoroyggjar sigur Guttormur Djurhuus, at øðr- vísi innstilling til snelluna átti at verið roynd. - Fíliferð, bitfer og fíli- longd skulu vera so lág og stutt sum gjørligt, meðan fílisteðgurin eigur at vera so langur sum gjørligt, heldur hann. Sambært Guttorm eru tveir veiðuhættir serliga áhugaverdir, undir slíkari veiðu eftir Blackspot Sea Bream. Annar er við 30 metra dorg við 30 húkum og loddi á endanum. Loddið verður hildið leyst av botni. Hetta er hátturin, ið menn á Asoroyggjum nýta, tá ið teir royna við hondsnøri. Hin hátturin er eisini við dorg, men hendan er 40 metrar til longdar og hevur 40 húkar. Lítið lodd er á endanum á dorgini, meðan størri lodd er á endanum á snellulínuni, t.v.s. omanfyri dorgina. Undir hesum fiski- skapi er alneyðugt at vera ansin, tá ið kastað verður, so dorg og lína ikki koma í fløkju. Lorað verður til stóra loddið er á botni. Heinti- longdin frá botni skal vera 9,9 metrar. Royndirnar við rav- magnsriknu vágasnellunum av slagnum 03-16 við Asor- oyggjar eydnaðust sambært Guttormi. Og tær halda fram eitt ár. Framhaldandi verður roynt eftir tí dýra Blackspot Sea Bream. Við hesum Asorska útróðrarbátinum verða royndir gjørdar at fiska virðismikil fiskasløg við vágasnellum Mynd: Guttormur Djurhuus Prísurin á Blackspot Sea Bream, sum liggja her í køssunum, er o.u. 80 krónur fyri kilo. Seinna royndartúrin í asorskum sjógvi, sum Guttormur Djurhuus var við á, fingu teir fyri 80.000 krónur Mynd: Guttormur Djurhuus JAN MÜLLER JENS K. VANG Nú tað nærkast fyrstu olju- boringini á føroyska land- grunninum eru útlendsk oljufólk við at gerast ein støðugt størri partur av býarmyndini í høvuðsstaðn- um. Fleiri av feløgunum hava longu latið upp egna skrivstovu í Havn, og seinnapartin týsdagin fekk so stóra amerikanska olju- felagið Texaco fótin fastan skrivara. Týsdagin var móttøka í nýggju hølunum, sum eru í tveimum teimum niðastu hæddunum í tí gamla bygn- inginum hjá Trygd. Í høl- unum í erva halda so trý onnur oljufeløg til, Norsk Hydro, Agip og Anadarco. Ætlanin er, at fleiri fólk koma at arbeiða á skriv- stovuni. Tað verða so fólk frá Texaco, her serstakliga geofysikarar og geologar, sum m.a. koma at arbeiða iloyvi, so er eisini møgu- leiki at taka størri part av bygninginum í brúk. Donald O´Driscoll stend- ur á odda fyri arbeiðinum hjá bólkinum í føroyska økinum. Hann er íri og hevur arbeitt í oljuvinnuni í mong ár. Honum dámar sera væl í Føroyum og vónar sjálvandi, at Texaco og hini feløgini í sam- takinum veruliga fáa fótin fastan í Føroyum. Feløgini hava higartil brúkt umleið við at viðgera tilfarið og arbeiða við øðrum upp- gávum. Donal O´Driscoll er rætti- liga spentur um, hvussu fer at gangast, tá loyvini verða latin. Hann er í hvussu er rættiliga sannførdur um, at olja og gass finnast í før- oysku undirgrundini. Spurningurin er bara at finna fram til, um nøgdirnar eru so mikið stórar, at tær skapa møguleika fyri fram- leiðslu. -Vit leggja í hvussu er tingini soleiðis til rættis, at vit fara at fáa nakrar góðar teigar at bora í. Men hetta er so nakað, sum før- oyskir myndugleikar eina og aleina avgera. Eg fari á ongan hátt nú at leggja meg út í tað nú. Texaco-stjórin heldur tað vera eina góða byrjan hjá føroysku oljumyndugleik- unum, at oljufeløgini hava søkt um at leita á umleið helvtini av tí útbjóðaða øk- inum. Hetta vísir, at mynd- ugleikarnir hava telvað og arbeitt rætt. Við tí stóra áhuga, sum fleøgini vísa fyri økinum, so heldur hann eisini, at tað er sannlíkt, at kommercielt fund verður gjørt. Men tað er ikki vist, at tað verður júst har, sum tey flestu olju- felgini halda hon finst. Í nýggju skrivstovuni er ein eini stór og nútímans konferancehøli við øllum tí, sum hoyrir einum slíkum høli til. Ætlanin er, at hølini skulu brúkast sum eitt slag av „trainee-sentur“ fyri føroyingar, skúlar og eisini fyritøkur, sum hava áhuga í oljuídnaðinum. Tað er bara at seta seg í samband við skrivstovuna, so vilja tey taka málið upp. Ætlanin er so eisini at taka inn føroyingar, sum eru undir útbúgving, í sokallað „train- ees“-størv. -Tað er okkara ynski at gera ein stóran part av arbeiðinum, sum hevur við Føroyaøkið at gera, frá skrivstovuni her í Føroyum, og tí verður her nógv virksemi, um samtakið fær loyvi. Donal O´Driscoll er eisini fegin um tey bæði fólkini, sum longu eru sett á skrivstovuni. Johan Mc- Donald, sum er settur sum stjóri á føroysku Texaco- skrivstovuni skal so taka sær av tí føroyska partinum í Vágsbotni. Felagið, sum er operatørur í oljusam- takinum „Texaco Faroes Group“, ið eisini fevnir um oljufeløgini Conoco og Murphy, hevur sett tvey fólk í starv á nýggju skrivstovuni Undir Bryggjubakka 1, Johan McDonald, stjóra og Ingun Christensen, við at tulka seismiskt tilfar. Fleiri arbeiðsstøðir eru longu settur upp og, hóast tey í Texaco-samtakinum enn ikki vita, um tey fara at fáa tillutað teigar á land- grunninum, so verður tað kortini farið undir kanning- ararbeiði av ymsum slag. Um so er at teir fáa leit- 50 mill. til keypa av seis- mikki og haraftrat hava rættiliga nógv fólk arbeitt av virkseminum, eitt nú at standa fyri samskiftinum millum feløgini og føroyskar myndugleikar o.o. í Føroyum. -Eg haldi tað hevur stóran týdning, at vit sum útlendsk oljufeløg brúka føroyingar til ymsar uppgávur, ið so ella so hava við føroyska samfelagið at gera. Hann kemur so eisini at hava tætt samstarv við eitt nú Allan Jones, sum stendur á odda fyri tilrættalegging- ini av logistikkinum í sam- bandi við komandi leiting. So skjótt eitt loyvi fæst verður nettupp logistikk- parturin av stórum týdningi eitt nú, hvørjar havnir skulu brúkast, hvussu tilfar og útgerð skal flytast til Føroya og til boripall osfr. Texaco hevur annars gjørdi rættiliga nógv burtur úr at kanna umstøðurnar í Føroyum í sambandi við útgerðarstøð/ Oljufeløg gera innrás í Vágsbotni Ikki færri enn seks útlendsk oljufeløg hava fingið fótin fastan í Vágsbotni. Týsdagin lat Texaco Faroes Group upp skrivstovu í gamla bygninginum hjá Trygd. Framm- anundan húsast ikki færr enn trý oljufeløg í sama bygn- ingi. Feløgini bíða nú í spenningi eftir, hvussu fer at gangast við 1. útbjóðingini og um tey fáa leitiloyvi. ir. Teir hava so eisini tikið hetta við í umsóknina, sum nú liggur til viðgerðar hjá oljumyndugleikunum. Føroysk oljufólk hittast: Inga Christensen, skrivari her saman við Johan McDonald, stjóra og Vilhelm Petersen, stjóra í Atlantic Petroleum Eyðun Elttør, oljumálaráðharri ynskir Donal O´Driscoll, leitingarstjóra hjá Texaco tillukku við nýggju skrivstovuni Ein av Texacoserfrøð- ingunum her framman fyri tvær av stóru arbeiðsteldunum á skrivstovuni í Vágsbotni Í teimum báðum niðastu hæddunum í gamla bygninginumm hjá Trygd húsast Texaco-bólkurin. Í erva eru trý onnur oljufeløg