hósdagur 22. juni 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 117 - 22. juni 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 117 - 22. juni 2000
Viðmerking:
ES-marknaðurin og BIP støð í Tórshavn
Aftursvar til Hergeir Nielsen løgtingsmann
Takk fyri viðmerkingar
tínar til skriv mítt viðv. BIP-
punkti í Tórshavn. Grein tín
er væl skild, Hergeir, – men
eg haldi tó ikki, at eg fekk
svar uppá trupulleikan, sum
kemur at stinga seg upp, tá
hetta BIP punkt verður
veruleiki!!! Tú sigur at tað
enn ikki er avgjørt, hvar BIP
punktið skal liggja??? Hetta
er skeivt, tí tað stendur út-
trykkiliga í uppskotinum,
sum bleiv samtykt á síðu 5,
4. reglubrot: »Viðmerkt er í
tilmælinum, at ætlanin er at
ein MES (BIP støð) skal
vera í Tórshavn, sum er
høvuðsinnflutningshavn í
Føroyum«. T.v.s. – støðin
skal vera í Tórshavn!!!
Nú spyrji eg: hvat við
vøru, sum er framleidd í
triðjalondum,
so
sum
bananir, oksakjøt, seyðakjøt
osfr., sum skal til t.d. Tvør-
oyrar, Klaksvíkar, Vágarnar
etc. – hetta skal væl alt yvir
BIP punkt í Havn. Vøran
kann also ikki leggjast upp
í útjaðaranum uttan eisini
BIP punkt eru har ella
hvussu???
Tá vit ella aðrar frysti-
goymslur fáa t.d. transit-
vørur (vanliga væl pakkaðar
vørur frá skipum, ið summi
er ES góðkend og onnur
ikki hava ES-góðkenning):
• verður skipið, sum ikki er
ES-góðkent, so avvíst og
má ikki umleggja veiðuna
í Føroyum, – eisini sjálvt
um vøran ikki kemur í
nánd av ES-marknaðin-
um
(svar ynskist)
• Triðja lands vøra sum t.d.
sild ella makrelur frá góð-
kendum skipi skal land-
ast í transit á goymslu utt-
an fyri Havnina, – hend-
an vøra skal øll via BIP
punktið í Havn, t.v.s. t.d.
7-800 tons, lossast og síð-
ani koyrast á ætlaðu
goymsluna ella hvussu??
Hetta ger seg eisini gald-
andi um vøran ikki kem-
ur í nánd av ES???
(svar ynskist)
• Hvat við øllum russisk-
um og baltiskum skipum,
sum umskipa veiðu sína
innan fyri havnamerkið á
føroyskum firðum, skulu
hesi skip avvísast fram-
yvir, tá tey ikki eru góð-
kend, ella hvussu???
(svar ynskist)
Enn hevur ongin av teim-
um, eg havi spurt og sum
skuldu vita alt um hesa av-
talu, kunnað svara mær
uppá hesar spurningar, –
men vónandi fæst svar í
nærmastu framtíð??!!
Lat meg síðan fáa nøkur
ting uppá tað reina viðv. ES-
heilsukrøvunum: Mær vit-
andi hava vit eina sera væl-
virkandi
Heilsufrøðiliga
Starvsstovu eins og ein sera
kompetentan
fiskafram-
leiðsluídna, sum ivaleyst
allir lúka ES-krøv og stand-
ardir innan framleiðslu og
eru vit ivaleyst betur fyri her
enn flestu ES-lond eru
sjálv! Hesi vinnuni beri eg
ongan banga fyri, Hergeir,
– hon skal nokk klára seg í
altjóða høpi.
At vit skulu verða nærm-
ast avhøvdaðir orsaka av
bíðitíð við ES-checkpoints
og missa avtalur etc. orsak-
að av hesum, trúgvi eg ikki
er fakta, – men um vit frá
føroyskari síðu t.d. ikki
hava havt nóg fullfíggjað út-
flutningsskjøl, váttanir etc.
etc., so kann hetta møguliga
geva onkrar trupulleikar við
checkpoints hjá ES, og má
hesin trupulleiki kunna
loysast á »heimabana«.
Skilji á Hergeir, at arbeitt
hevur verið við hesi ætlan
síðani 1996 tí vinnan hevur
rópt eftir hesi avtalu, tí ann-
ars skuldi allur føroyski út-
flutningurin
komið
í
vanda?? Eri ikki sjálvur
tann rætti at svara uppá
hetta, men kanska onkur frá
vinnuni sjálvari vildi gjørt
okkum tann beina at lýst
hendan trupulleika betur, –
so vit betur kunnu skilja, hví
vit endiliga skulu hava hesi
ES-direktiv í gildi her.
Eg vil enn einaferð fast-
halda at triðjalandsvøra,
sum ikki kemur í nánd av
ES-marknaðinum ikki eig-
ur at fara ígjøgnum hetta
BIP-punkt sum verður
gjørt í Havn.
Eisini vil eg halda, at
vinnan má hava møguleika
at góðtaka ella avvísa vøru
frá triðjalands skipum til
virkingar á føroyskum
virkjum, sjálvt um vøran er
frá ikki ES-góðkendum
skipum, – tí hetta verður
praktiserað í sjálvum ES,
so hví ikki eisini her??!!
Vit, sum hava í túsunda-
vís av tonsum av bulk vøru
í transit gjøgnum goymsl-
ur okkara, vilja eisini hava
tryggjað at henda vøra,
sum verður landað/um-
skipað í mongdum heilt frá
nøkrum fáum 100 tonsum
til kanska 2-3000 tons
hvørja ferð, – verður kann-
að á respektivu støðum,
har hon verður umskipað/
landað, – tað er ikki meira
enn rímuligt og annað
verður ikki møguligt!!!
Við vón um at tit politik-
arar taka hetta mál álvars-
ligt og endaliga greiða tað
frá tykkum til frama fyri alla
vinnuna.
Tórshavn 16.06.2000
Johan Dahl
Færøerne er ikke et firma, men et land og et folk
I statsministerens forhand-
ling med færingerne om
selvstændighed tæller peng-
ene selvfølgelig med, men
der er noget, der er vigtig-
ere. Det er folkenes selv-
respekt, både her og der.
Den nordiske udvikling
gennem de sidste par hund-
rede år har sat respekten for
folks selvbestemmelse højt.
Norden er indtil 1800 et
udelukkende dansk-svensk
domineret område. Senere
er folk efter folk dukket
frem i det nordiske landskab
og har skabt sig værdighed
og respekt. Indadtil og ud-
adtil. Det har været lykke-
ligt.
I Norge begyndte folket
at skaffe sig plads igen i
1814 og blev selvstændigt i
1905. Finland blev selv-
stændig republik i 1919. Is-
land
proklamerede
sin
selvstændighed i 1944.
Grønland, Færøerne og
Ålandsøerne er i 1900-tallet
blevet områder med selv-
styre i udstrakt grad og er
måske alle på vej mod selv
stændighed.
For både Norden som
helhed og for de enkelte
folk har det været en i bund
og grund god udvikling,
selv om den stod i skærende
kontrast til, hvad der sam-
tidig skete på det europæ-
iske kontinent. Der bankede
man i samme tidsrum folk
og stater sammen og har
siden haft travlt med at ud-
slette mindretal eller holde
dem nede.
Selvfølgelig har selv-
stændighed med økonomi at
gøre, men det ville være en
skændsel, hvis en dansk
regering for en nøjeregn-
ende økonomis skyld fast-
holder en styring af et folk,
der har lyst til at forsøge
selv. Det må være vores
historiske pligt at være
villige til at lægge økono-
mien til rette, så færingerne
får et rimelig frit valg. I
denne tid, hvor statssel-
skaber og IT-virksomheder
hveranden dag handles til
milliarder, må det være
ovrekommeligt.
Hvad
afhængighed og dominans
ovenfra på trods af en
folkelig vilje kan føre til af
bitterhed og ødelæggelse,
har vi for tiden nok av
eksempler på i Europa.
Hvad det koster af liv og
penge og bitterhed uden at
problemerne
løses,
er
uoverskueligt. Vi bør i
respekt for os selv, færing-
erne og Nordens historie gå
en anden og langt bedre vej.
Hverken i denne færøsag
eller de foregående er det
let udefra at vurdere, hvad
der egentlig foregår bag
overfladen. Finder der mere
eller mindre skjulte social-
demokratiske forhandlinger
sted mellem Færøerne og
Danmark, som vil infiltrere
den officielle færøske linje
nu, er det en brøler af rang.
Skal sagen ende godt, er den
hævet over partipolitiske
bindinger.
Hvordan får man en
dansk regering og stats-
minister at fatte, at det i den
færøske sag ikke er tale om
firmaforhandlinger,
men
om noget væsentligere. De
folkelige kræfter er gennem
lange tider blevet so reelt
nedvurderede, at de måske
ikke længere har plads i
politikerhoveder.
Måske
kunne man så appellere til
de mange flotte officielle
erklæringer om mindretal,
værdighed, sprog, lige-
stilling og menneskerettig-
heder, som for tiden med
rund hånd drysses ned til os
oppefra. Kunne det ikke
være en statsministeriel
ærgerrighed i praksis at
vise, at ordene kan være
mere end smarte formuler-
inger for magtpolitikken,
når det gælder. I forhandl-
ingen med færingerne nu,
er der en mulighed for at
vise, at en ordentlig stats-
minister er mere end en
regnskabsfører og taktisk
begavet partiformand.
Jens Rosendal, Ballum
(Landsformand for
Dansk Samling)
Seinastu árini hava vit sum
sjálvstýrandi tjóð, har eing-
in uttanifrá hevur blandað
seg, megnað at vanrøkt okk-
ara land og samfelag í den
grad, at tað skulu íløgur ger-
ast fyri 100-tals milliónir
krónur næstu árini, bert fyri
at koma á eitt rímiligt tíðar-
hóskandi støði fyri eitt
framkomið samfelag.
Okkara góða gamla post-
verk var við at steðga, um
ikki løgtingið í bráskundi
gekk eini eykajáttan á møti.
Sama skilið var innan
Strandferðsluna, sum í sein-
astu løtu fekk eina eyka-
játtan til millum annað eitt
óegnað avloysaraskip, áðr-
enn ”Smyril” bleiv lagdur.
Undantaksstøðan innan
almanna- og heilsuverkið
hevur staðið við í áravís.
Fólkaskúlin hevði sítt fyrsta
og harvið søguliga verkfall.
Fiskivinnan hevur ikki ráð
at endurnýggja seg o. s. fr.
Loysa Føroyar, men
ikki trupulleikarnar
Hetta er ein hættislig støða
at vera komin út í, men tað
sum verri er, er at okkara
hægsti politiski myndug-
leiki, við løgmanni á odda,
í fullum álvara og púrasta
skamleysur ferð eftir ferð
leitar til Danmarkar í eini
roynd at loysa Føroyar úr
ríkisfelagsskapinum skjót-
ast gjørligt, men treytirnar
eru, at danir gjalda gildið
tey fyrstu 15 árini.
Fullveldi fyri útvald
Ein av fullveldishøvdingu-
num í Suðri, Árni Bratta-
berg, fyrrverandi bóndi, er
endurgivin fyri at siga við
danskt blað: ”jeg har aldrig
modtaget en krone i løn i
hele mit liv, men vi skal nok
klare vores selvstændighed,
spørgsmålet er bare hvor
meget man skal have for at
nok er nok”.
Árni og vísmaðurin Her-
man Oskarson eru í sama
blaði samdir um, at fáa vit
fullveldi gerast fíggjarligu
karmarnir trengri, og tað vil
elva til eina fólkafráflyting,
men sjálvt um vit verða 6
— 7.000 føroyingar færri,
so er tað kortini prísin vert.
”Vi siger alligevel farvel til
så mange hvert eneste år”.
So vita vit tað. Fullveldi
Føroyar til tey útvaldu. Pall-
eba skal ikki vænta sær tað
stóra.
Føroyar fyri allar
føroyingar
Í øllum hesum fullveldis-
møsninum hevur Sam-
bandsflokkurin eina greiða
støðu. Vit skulu varðveita
ríkisfelagsskapin, hava fel-
ags grundlóg og somu ríkis-
borgararættindi. Vit skulu
gerast meiri sjálvbjargin, og
í felagsskapi varðveita og
útbyggja okkara samfelag
soleiðis, at komandi ættarlið
fáa fjølbroyttar møguleikar.
Her skal vera gott at búgva,
og eingin skal føla seg
noyddan at rýma av land-
inum.
Flemming Mikkelsen
løgtingsmaður
Tørvurin er stórur
Tað fer fram eitt lutfalsliga
umfatandi hjálpararbeiði úr
Føroyum. Tað eru Sam-
koman Immanuel í Hoy-
vík, saman við felagsskap-
inum Beula í Rumenia, har
føroyingar eisini skipa fyir,
ið standa fyri hesi hjálp til
tey, ið hava mestan tørv í
økinum kring Timisoara í
Rumenia.
Úr Rumenia frættist nú
frá Beula, at tað ið teimum
í løtuni tørvar mest, er
húskiráð, t.v.s. brúkslutir til
húsarhaldini, so sum be-
stikk, grýtur, pannur, borð-
iskar, koppar, strúkijørn-
og bretti, amboð o.s.v. Eis-
ini hevði verið gott við
leikum til børnini
Trupulleikin hjá familj-
um, ið farið verður til er, at
tey sum oftast mangla hes-
ar allar neyðugastu lutirnar
í húsarhaldinum. Tey siga
at nú í summarmánaðunum
er kanska ikki so nógvur
tørvur á klæðum, sum ann-
ars hava verið send úr Før-
oyum í stóran mun. Seinni
uppá árið er tørvurin aftur
meir á klæðum, serliga tí
at tað kann verða sera kalt
í Rumenia um veturin.
Í Føroyum er tað sum
sagt Samkoman Immanuel,
ið stendur fyri hjálparar-
beiðinum, við at skipa fyri
innsavningum og at fáa
vørurnar fram. Síðsti túrur
til Rumenia var síðst í mai
í ár, tá farið varð við bussi,
fullur av klæðum, skógv-
um, hjálpartólum, sápu o.l.
Ætlanin er at næsti túrur
skal byrja 7. juli, og tá er
sum sagt ætlanin at hava
so nógv sum møguligt av
húskiráði, bestikk og tað
sum annars er nevnt fyrr.
Um onkur hevur hug at
hjálpa til við hesum, ber til
at seta seg í samband við
Samkomuna
Immanuel,
ella fara framvið hjá teim-
um í Hoyvík, har lutirnir
kunnu latast. Samkoman
Immanuel og Beula í Ru-
menia takka hjartaliga fyri
tað hjálpsemi, ið føroying-
ar vísa, og hava víst ígjøgn-
um árini, og vóna at hendan
umbønin um lutir eisini
verður tikin við vælvild.
Vi siger alligevel farvel til så mange
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
Streymoy
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so
fylli› út henda lepan og sendi› hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
Lesið
-tað
loysir
seg
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Norðoyggjar
Eysturoy
Opið er:
Mán.– Hós.
kl. 1700 – 2330
Fríggjadag
kl. 1700 – 0330
Leygardag
kl. 1700 – 0330
Sunnudag
kl. 1700 – 2330
www.marcopolo.fo
EYDNAN
EYDNAN
EYDNAN
EYDNAN
Oyrarbakka
GEORG
og
BERGMENN
sp¾la
GEORG
og
BERGMENN
sp¾la
Dansur verður
leygarkvøldið
24/6
Kaggin
Live Rock
kvøld
Live Rock
kvøld
ROOSTERS
ROOSTERS
ROOSTERS
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Hóskvøldið
verður
Fríggja-og
leygarkvøldið
spæla
Sosialurin - 311820
Køkurin er opin
fríggja- og
leygarkvøldið
kl. 18.00-22.00
Borðbílegging
á tel. 214170
og 314170
Klaksvíkar
Klubbi
Klubbin hevur:
POOLBORÐ
BILLARDBORÐ
ENSKAN FÓTBÓLT
Á SKY
Dansur við
plátuvendara
verður
leygarkvøldið
24. juni
Mat-
seðilin
Hósdagin 22. juni:
Kotelettir
Fríggjadagin 23. juni:
Kálvafrikassé
Leygardagin 24. juni:
Rullisteik
Mánadagin 26. juni:
Gjørd hara
Týsdagin 27. juni:
Knettir
Mikudagin 28. juni:
Grýturættur
Kostnaður 30,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík