hósdagur 22. juni 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 117 - 22. juni 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 117 - 22. juni 2000
SVEINUR TRÓNDARSSON
Ársroknskapurin hjá Føroya
Realkreditstovni
varð
almannakunngjørdur um
dagarnar og úrslitið hesa-
ferð var eitt avlop upp á
góðar 20 mió. krónur. Hetta
er nakað væl lægri enn tað
var árið fyri, tí tá var avlopið
knappar 30 mió. krónur.
Orsøkin til niðurgongdina
er tann, at Realurin hesaferð
hevur eitt staðfest kurstap
av sølu av virðisbrøvum
upp á góðar tvær milliónir.
Seinasta ár hevði stovnurin
kursvinning av sølu av virð-
isbrøvum upp á góðar
tríggjar milliónir, so her er
ein munur upp á góðar
fimm milliónir, sum ger
úrslitið verri.
Roknskaparárið 1998/99
Realurin: 20 mió. í avlopi
afturførdi stovnurin 5 mill-
iónir í fyrr avskrivaðum út-
lánum, og tað ávirkar úrsl-
itið positivt. Seinasta rokn-
skaparár hevði Realurin
ongar slíkar afturføringar og
tí verður ársúrslitið 5 mió.
verri av teirri orsøk.
Samanlagt gevur hetta
eina niðurgongd í úrsliti-
num upp á umleið tíggju
milliónir og tað er hetta,
sum ger tann stóra munin í
ársúrslitinum sammett við
árið frammanundan.
Annars hevur Realurin
fingið gongd aftur á útláns-
virksemi. Tað hevur verið
sera soltið við nýggjum
skipum í Føroyum seinastu
nógvu árini, men í fjør veitti
Realurin nýggj lán fyri íalt
knappar 232 milliónir krón-
ur. Henda upphædd er
spjadd út á 14 nýggj lán,
men tað er lítið at ivast í, at
Krúnborg, eigur bróðurpart-
in av hesum peningi.
Samstundis, sum stovnur-
in veitt 14 nýggj lán, um-
fíggjaði hann eisini 14 gom-
ul lán. Tey svara til eina
upphædd upp á góðar 122
mió. krónur.
Við hesum broytingum
hevði stovnurin eina sam-
anlagdan høvuðsstól upp á
góðar 546 mió. krónur. Við
avdráttum og afturgoldnum
lánum eru hesi lán komin
niður á góðar 412 mió.
krónur, sum er umleið 169
milliónir meira enn seinasta
roknskaparár.
Sum sagt seldi Realurin
burturav
virðisbræva-
goymsluni í fjør, og tað sæst
eisini í fíggjarstøðuni. Tá
roknskaparárið endaði 31.
marts í ár átti stovnurin
knappar 171 milliónir í
virðisbrøvum, móti 277
mió. árið frammanundan.
Hesum er einki óvanligt í,
tí stovnurin — sum sagt
frammanundan — hevur
veitt nógv nýggj lán. Sam-
stundis, sum stovnurin hev-
ur selt burturav virðisbrøv-
unum hevur hann eisini
upptikið nýggj lán fyri íalt
100 milliónir.
Annars er tað at leggja
afturat, at Føroya Realkred-
itstovnur er væl konsolider-
aður stovnur. Hann hevur
eina eginogn, sum er upp á
eina knappa milliard krón-
ur, og tað svarar til umleið
81 prosent av samlaðu ogn-
unum. Hinvegin má stovn-
urin staðfesta, at tað er
smátt við rentuni av hesum
peningi, tí eginpeningsav-
kasti fyri seinasta roknskap-
arár var bert góð 4 prosent.
Hetta er ikki nógv, men
sammett við rentuna í land-
inum er tað á eini brúkiligari
leið.
Eginpeningsavkasti
hongur sjálvandi eisini sam-
an við samlaða útlánsakti-
vitetinum hjá stovninum og
tí eru útlit til, at avkasti fer
at hækka eitt sindur kom-
andi árini. Um tað so kemur
upp á støði tað var á í 1995/
96 er tó ilt at siga. Tá var
eginpeningsavkastið
13
prosent, og tað er ikki so
lítið.
Seinasta roknskaparár var
annars tað fyrsta eftir at
nýggja lógin, sum gevur
Føroya
Realkreditstovni
víðkaðar útlánskarmar. Ùt-
yvir at kunna lána 50 pro-
sent til fiskiskip, kann
stovnurin eisini lána meira
yvir eitt longri tíðarskeið,
sum annan veðrætt. Harum-
framt hevur stovnurin eisini
fingið víðkað virkisøkið til
eisini at umfata ali- og frá-
landavinnuna, samstundis
sum hann hevur fingið loyv-
Realkreditstovnurin hevði góðar 20
mió. í avlopi í fjør og hevur nú eina
eginogn, sum er knappliga eina hálva
milliard. Í fjør veitti stovnurin nýggj
lán fyri knappar 232 mió. krónur og
samlaðu útlánini eru nú góðar 412
mió. krónur
ið til at fíggja eina avmark-
aða nøgd av serinnflutn-
ingsførum. Hetta hevyr við
sær, at stovnurin á jøvnum
føti við aðrar fíggingar-
stovnar kann bjóða út lán
til einstakar stórar verkætl-
anir umfatandi fiskifør til
veiðu av pelagiskum fiska-
sløgum og rækjum.
Alt hetta økir um virk-
semi hjá Føroya Realkred-
itstovni og tað hevur millum
annað við sær, at stovnurin
hevur givið tilsøgn um lán
upp á umleið 200 mió.
krónur, og hesi væntast at
koma til útgjaldingar í hes-
um roknskaparárinum ella
næsta, verður sagt í ársfrá-
greiðingini.
Atli P. Dam, leiðari í
Realinum
Í fjør veitti Realruin nýggj lán fyri knappar 232 mió. krónur
Viðmerking:
Eftir sonevndu samráðing-
arnar 15. juni er greitt, at
valið hjá føroyingum ikki
stendur millum fullveldi við
4 ára skiftistíð ella heima-
stýri við donskum pengum.
Valið stendur ímillum
fulla ábyrgd við greiðum
búskaparligum treytum ella
framhaldandi heimastýri
við óvissu um, nær blokk-
urin hvørvur.
Eftir tað sonevnda 3. sam-
ráðingarumfarið má standa
øllum føroyingum greitt, at
vit eru í eini óvirðiligari og
mannminkandi politiskari
støðu.
Endaleysa tosið um, at vit
eru í einum sonevndum rík-
isfelagsskapi við javnbjóðis
virðing hvør fyri øðrum, er
enn einaferð avdúkað sum
ein stórur sjónleikur: Sum
einfalt gykl. Alt valdið ligg-
ur jú bert einastaðni —
nevniliga hjá donsku ríkis-
myndugleikunum:
• Avtalur verða brotnar, tá
tað hóvar tí partinum, sum
hevur tað politiska valdið
• Danska stjórnin vil ikki
samráðast og vil ikki grund-
geva fyri eini búskaparligari
uppgerð millum Føroyar og
Danmark
• Hon noktar at samráðast
við eitt demokratiskt valt
føroyskt landsstýri, sum
hevur hildið allar avtalur um
samráðingarnar út í æsir. Í-
staðin stuðlar stjórnin bein-
leiðis andstøðuuppskotum í
Føroyum
• Hon sendir eitt bræv ”til
den færøske befolkning”
(ikki til ”det færøske folk”),
har róð verður framundir, at
føroyingar skulu velja ein
aðra loysn enn hana, sum
landsstýrið roynir at sam-
ráða seg til, og har bein-
leiðis skeivleikar verða
førdir fram. Eitt nú um før-
oyska skattatrýstið. Hetta
verður gjørt, hóast alt tos
um ikki at leggja seg út í
føroyskar avgerðir.
Blokkurin burtur kortini
Tó er ein sera týdningar-
mikil sannroynd komin á
borðið eftir seinasta sam-
ráðingarfund.
Danska
stjórnin upplýsti, at um hon
metir, at um føroyska livi-
støðið mált í bruttotjóðar-
úrtøku pr. íbúgva verður
hægri enn ”i Syddanmark”,
sum hon málbar seg, so
verður blokkstuðulin at
minka kortini. Samstundis
førdi hon fram, at Føroyar
longu eru ájavnt ella hægri
enn tildømis Bornholms
Amt.
Henda politiska staðfest-
ing, sum síðani er endurtik-
in av framsøgumanninum
hjá javnaðarflokkinum í
Danmark, er sera týdning-
armikil. Hon sigur okkum
so mikið, at valið ikki stend-
ur millum fullveldi og eina
4 ára skiftistíð ella heima-
stýri við fullum blokki..
Valið stendur ímillum:
5.Fulla ábyrgd og sjálvræði
við eini møguligari stuttari
skiftistíð.
6.Ella framhaldandi heim-
astýri uttan fult sjálvræði,
uttan fulla ábyrgd og við
møguligari eins stuttari
skiftistíð.
Tað fyrra merkir greiðar
linjur og at vit vita, hvat vit
hava og skulu miða eftir.
Hitt seinna merkir ongar
fastar karmar og møguligar
stórbroytingar uttan at vit
sjálvi hava tikið stig til tað
ella kunnu stýra gongdini.
Tá vita vit als ikki, hvat vit
hava og hvørjum vit skulu
stýra eftir.
Fullføra fullveld-
isætlanina
Tí er neyðugt at gera støð-
una upp, og landsstýrið er
samt um hesi stig:
7.Vit royna at fáa ein triðja
part uppí, til tess at gera
samráðingarnar lidnar og
fáa ein endaligan sáttmála
uppá pláss. Hetta verður tó
sera trupult, um Danmark
noktar.
8.Vit samráðast liðugt undir
øllum umstøðum og royna
at fáa ta frægastu skiftistíð-
ina. Fundur skal vera í Før-
oyum, skjótast gjørligt eftir
summarfrítíðina, har hetta
verður avgreitt.
9.Vit halda fólkaatkvøðuna
við passaligum skotbrái til
upplýsing og valstríð, eftir
at sáttmálin er liðugur og
løgtingið hevur samtykt
hann
10.
Vit gera innanhýsis
politisk framtøk, ið fram-
haldandi
skulu
tryggja
gongdina til ein sjálvber-
andi búskap:
• Búskapargrunnur verður
stovnaður sum skjótast, har
tað, ið ikki verður brúkt av
blokkstuðlinum, verður sett,
og sum er klárur til møgu-
ligar komandi oljuinntøkur
og aðrar óvæntaðar inntøk-
ur
• Vit halda fram at gera
sjálvstøðuga lóggávu á øll-
um økjum: Føroyska grund-
lóg, rættarskipan, løgreglu,
útlendingalóggávu o.s.fr.
• Vit halda fram at gera
neyðugar íløgur í eitt før-
oyskt vælferðarsamfelag,
sum byggir á ein sjálvber-
andi búskap
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður í
sjálvstýrismálum
Blokkurin burtur kortini
Viðmerking:
Viðhvørt kann tað vera eitt
sindur ringt at síggja, um
tað, sum vit fáast við nú,
hevur nakað upp á seg yvir-
høvur. Í longdini eru vit jú
øll deyð, og sum Janus
skald sigur: Flestra manna
lív er rit í moldum/ kámut
søga, tá ið endar øld.
Men tey av okkum, sum
sóu fjølmiðlafundin eftir
samráðingarnar í Keyp-
mannahavn hósdagin tann
15. juni ár 2000, fara ong-
antíð at gloyma tað sum vit
har sóu, tí hetta var ein
hending av tí slagnum, sum
fer at seta mark ímillum tað
sum var og tað sum er.
Tað sum her hendi var, at
føroyska tjóðin, sum í so
nógvar øldir hevur verið
forfjónað, reistist og segði,
at nú eru tað vit sum gera
av, hvat ið skal henda her.
Danski forsætisráðharrin,
sum síðan hann kom til,
hevur hóreiggjað sær sum
ein annar Gabel, var heilt
skelkaður av tí fastleika,
sum føroyska sendinevndin
sýndi, og serliga av tí, at
løgmaður var tann sum
legði harðast á hann. Hig-
artil hevur Nyrup jú hildið,
at løgmaður í veruleikanum
ikki meinar nakað sum helst
av tí sum hann sigur. Vónin
hjá danska forsætisráðharr-
anum hevur verið, at Anfinn
Kallsberg bert nýtir hesa
samgongu fyri at reka van-
ligan flokspolitikk, og at alt
fullveldistosið bert er tak-
tikkur fyri at sleppa at varð-
veita valdið. Tí hevur Nyrup
hildið, at hann ekkaleysur
hevur kunnað lagt fótonglar
fyri samráðingarnar, tí tað
fekk ongar avleiðingar.
Men nú var annar glymur
dansur í høll!
Danska stjórnin hevur
alla tíðina vitað, at føroy-
ingar hava íslendsku loysn-
ina frá 1918 sum fyrimynd
í tí loysn, sum skal finnast
nú. Ein avgerandi partur av
tí íslendsku loysnina var
tann fíggjarliga uppgerðin
millum partarnar. Henda
loysn er best lýst í bókini
hjá íslendska løgfrøðipro-
fessaranum Einar Arnórs-
son, sum í bók síni um tað
fólkarættarliga sambandið
millum Ísland og Danmark
greiðir frá hesum viðurskift-
um. Henda bók er týdd til
danskt og kom út í Keyp-
mannahavn í 1926. Frá-
greiðingin um fíggjarligu
loysnina stendur í hesi út-
gávu á blaðsíðunum 101 -
107. Einar var sjálvur við
til samráðingarnar, og tekur
danski løgfrøðiprofessarin
Knud Berlin undir við fram-
løguni hjá Einari.
Fíggjarliga var í íslendska
førinum hildið, at tað var
ósømiligt, at Ísland sum eitt
fullvalda ríki skuldi fáa
pengar úr Danmark. Hin
vegin var tað eisini ósømu-
ligt, at tað skuldi kunna sig-
ast um Danmark, at tað
beinleiðis hevði vinning av
at Ísland fekk sítt frælsi. Tí
var tað, at danski staturin
setti so nógvar pengar í tveir
grunnar, at renturnar av hes-
um grunnum svaraðu til tað
sum Danmark higartil hevði
veitt til Íslands.
Tá landsstýrið á sumri
1998 boðaði frá, at tað
hevði sett sær fyri at Før-
oyar skuldi fáa frælsi við at
nýta tað íslendska fordømi,
so var tað greitt hvat ið
danska stjórnin skuldi gera.
Tað var jú at finna fram til,
hvussu stórar statsins veit-
ingar til Føroyar vóru, hvat
ið rentan er, og hvussu nógv
ið tí skuldi koma í hesar
grunnar.
At hetta fordømi er bind-
andi fyri donsku stjórnina
er yvirhøvur einki at ivast í.
Orsøkin til hetta er tann, at
støða Íslands í mun til Dan-
markar ríki var tann sama
sum tann føroyska er nú. Í
løgfrøðini ber tað ikki til at
siga at vit hava eina loysn í
dag og eina aðra í morgin í
tveimum málum av sama
slag, og tí er stjórnin bæði
ríkisrættarliga og fólkarætt-
arliga bundin at halda seg
til hetta fordømi.
Tað ber tí til at fata avtal-
una frá 10. juni 1998 sum
ein donsk fráboðan um væl-
vild í so máta.
Tað sum so hendi í gjár
var tað, at løgmaður kryst-
allklárt boðaði øllum heim-
inum frá, at danir høvdu
brotið tað lyfti, teir tann 10.
juni 1998 høvdu givið, og
at føroyska landsstýrið tí fór
at fáa ein triðja part upp í
hesar samráðingar. Hann
nevndi enntá ST.
Tað er einki at siga til, at
danski forsætisráðharrin var
skelkaður og tosaði upp í
saman. Sjálvandi royndi
hann at siga, at tað ikki bar
til at fáa ST upp í samráð-
ingarnar. Hetta vil eitthvørt
koloniveldi jú sleppa undan,
men tað hevur ongum hjálpt
higartil.
Danmark hevur nógv at
missa við hesum føroyska
útspæli, tí tað hevur nevn-
liga eitt ótrúliga gott um-
dømi í ST-skipanini. Dan-
mark hevur ferð eftir ferð
fordømt onnur koloniveldi
fyri yvirgang og hevur virk-
að fyri frælsi hjá teimum
kúgaðu tjóðunum. Allar tær
tjóðir, sum hava vunnið
frælsið síðan ST varð skip-
að í 1945, hava altíð havt
trygd fyri, at í Danmark
hava tær ein góðan og trú-
fastan vin, og gevur Dan-
mark eisini fíggjarligan
stuðul til hesi fyrrverandi
hjálondini.
Alt hetta góða umdømi
kann rúka, nú føroyska
landsstýrið sendir inn eina
áheitan til ST um at koma
upp í samráðingarnar við
donsku stjórnina um at fáa
Føroyum frælsi. Hetta veit
Nyrup, og tí er einki at siga
til at hann var skelkaður.
Stórur dagur
Hvørt hetta yvirhøvur
verður neyðugt vita vit ikki
enn. Sjálvur rokni eg við,
at tá týdningurin av, at før-
oyingar ikki firnast fyri at
taka hetta stig, fer at daga
fyri donsku myndugleiku-
num, fara teir at lata skilið
vinna á tí tápuleika, teir hig-
artil hava sýnt í handfaring-
ini av samráðingunum við
føroyska landsstýrið.
Men tað avgerandi og
søguliga er at løgmaður
okkara hevur reist seg ímóti
tí frekleika, sum Nyrup sum
umboð fyri alt tað danska
stýrið hevur sýnt tí føroysku
tjóðini í hesum samráðing-
um. Hesum kunnu vit øll
vera errin av, og vit kunnu
vera vís í, at nú vendist ikki
aftur til ta støðu, sum vit
vóru í fyri tann 15. juni ár
2000.
Tí er øll orsøk hjá okkum
at fegnast um henda fram-
burðsdag.
Zakarias Wang
Ársøkin til, at føroyingar
skuldu fáa egið flogfar, var
ikki, at uppbyggja eitt veld-
ugt bureaukrati, men m.a.
fyri at fáa kapping á føroy-
aleiðini, soleiðis at ferða-
seðlaprísurin skuldi fara
niður. Men tað skilst á øll-
um brøgdum, at hetta er ikki
fallið í góða jørð hjá før-
oyska kappingarneytanum?
Heldur enn at taka væl ímóti
kapping, roynir Atlantic
Airways, at fáa landsstýrið
at fora fyri príslækking,
sum hin parturin, Mærsk
Air, nú í óvísum tíðarskeið-
um bjóðar viðskiftafólki-
num, og sum ætlanin iva-
leyst er at víðka til, at um-
fata onnur sløg av ferða-
seðlum eisini.
Var talan um teir, sum
byrjaðu at arbeiða felagið
upp úr ongum, hevði verið
lættari at skilt eina mótreak-
tión, men ein leiðsla, sum
er komin til skorin klæðir,
og hvar ferðafólkið er økt
ár undan árið til tað størsta
nakrantíð, er øll grund at
halda: - Illa er húsast. Hevur
Altantic Airways ikki ráð til
munandi príslækking, nú
bæði landskassin og fram-
taksgrunnurin hava oyst
tíggjutúsundtals milliónir í
felagið, afturat tí rekord
høga
ferðafólkastreymi-
num, nær verða so ráð til
tað? Tey títtu tíðingaskriv-
ini, ið felagið sendur Út-
varpi Føroya um, hvussu
framúr væl tað gongur hjá
felagnum, munnu undra
mangan mann.Tú hoyrir
ikki aðrar fyritøkur bera seg
soleiðis at í loftmiðlunum:
Hygg, vit hava keyp eitt
flogfar afturat! (eitt gamalt
flogfar, sum kortini einki
fíggjarligt grundarlag er fyri
at hava í føroyaflúgvingini
uttan í háárstíð).
Núverandi flogfar megn-
ar ikki at flyta alt ferðafólk-
ið, sum flýgur millum lond-
ini!
Vit hava upprættað nýggj-
ar leiðum og økt um túra-
talið!
Lutfallsliga flýgur felagið
nógv fleiri ferðandi enn
Atlantic Airways forar fyri príslækking
kappingarneytin! o.s.f. o.
s. f.
Hví alt hetta reypið?
Munnu hesi tíðindaskriv
ikki heldur vera send út í
einari desperatari støðu, fyri
at hava okkurt at fortelja
polittikarunum og tí vanliga
føroyinginum?
At prísirnir eru órýmiliga
høgir, kann éitt nú lýsast
soleiðis: Fyri sama prís,
sum tað kostar einum før-
oyingi at flúgva til Dan-
markar við Atlantic Air-
ways, kann ein heil familja
á evropeisk meginlandinum
ferðast til støð á hinari jarð-
arhálvuni.
John S. Myllhamar
Eg havi altíð hildið tað
verið vánaligan politikk,
tá menn eru ósamdir bert
til at sleppa at vera ó-
samdir. Tað kann ikki
bera til, at andstøðan
einki finnur í uppleggum
landsstýrisins, sum and-
støðan kann vera samd
við landsstýrið í. Tak bara
dømið um oljupengarnar,
sum landsstýrið bjóðar
dønum. Hetta tók and-
støðan undir við, tá Ny-
rup & Co fyri heilt stutt-
um tosaðu um júst hetta,
at
føroyingar
skuldu
gjalda aftur blokkstuðul
v. m. tá olja var funnin.
Hóast Nyrup í dag er ó-
samdur við sær sjálvum.
Tað undrar meg eisini,
at blaðfólkið er so sutt-
mint, at tað ikki dugir at
lofta slíkum. Í maimánaði
sigur Nyrup: Færinge
skal selvfølgelig betale
Danmark penge tilbage,
såfremt der bliver fundet
olie på Færøerne! Ein
mánað seinni sigur hann:
Der kan ikke blive tale
om at inddrage olien .....
Og so loypur Lykketoft
framav við at avdúka tað,
sum stjørnin alla tíð hev-
ur havt í hyggju: Hvis det
viser sig, at Færøernes
økonomi er på højde med
eller bedre end Born-
holms økonomi, så vil
støtten blive fjernet helt
af sig selv! Og Føroyar
liggja oman fyri Born-
hólm búskaparliga.
Tí havi eg so ilt at
skilja, at javnaðarmenn
og sambandsmenn ikki
hava annað at koma við,
enn at teir undir øllum
umstøðum skulu vera ó-
samdir við landsstýrið. At
føra valpropaganda í slík-
um tíðum, er einki minni
enn býtt og tekin um, at
menn ikki eru serliga
búnir til at røkja starvið
sum fólkavaldir.
Eg havi altíð havt stóra
virðing fyri Jóannesi Eid-
esgaard, men so tápu-
ligur, sum hann ger seg í
hesum máli, trúgvi eg
neyvan hann er. So hevði
verið gott at vitað, hvat
Jóannes veruliga ætlar.
Lykketoft hevur jú sagt,
at vit missa blokkstuðulin
undir øllum umstøðum.
N-Jón Ellendersen
Vingetoften 18
Ósamdir bert til
at vera ósamdir
Sosialurin
eisini á www.sosialurin.fo
Fleiri tjóðveldispolitikarar
hava í nýggjari tíð fingið ein
ógvuliga ódámligan vana
afturat nógvum øðrum, at
teir siga, at teir eru lýtaleysir
meðan øll onnur, sum ikki
taka undir við teirra sjónar-
miðum og ikki gera, sum
teir siga,hava ábyrgdina av
støðuni í Føroyum ídag.
Ein av hesum politikarum
er Hergeir Nielsen (HN)
valdur á ting í suðuroy, sum
í dimmalætting 7-6-2000 í
einari ósakligari grein, sum
sigur alt um, hvat maðurin
stendur fyri,gevur andstøð-
uni og sakleysum persónum
í umsitingini á SL alla á-
byrgdina av tí vánaligu
samferðslu, sum suðuroy
hevur við meginøki ídag.
Hevði HN verði ein líka
frægur politikari sum onkur
annar samgongutinglimur,
so hevði støðan viðvíkjandi
samferðslu til Suðuroy og
støðan á Suðuroyar sjúkra-
húsi kanska verið ein onnur
í dag.
Skrivaða orðið í sam-
gonguskjalinum er eitt,
veruleikin er eitt heilt ann-
að. HN er hóast alt partur
av verandi samgongu, men
kemur bert við undanførsl-
um, um hví hann einki ger
fyri tað valdømi, hann er
valdur í. Harafturat er HN
nokk tann einasti suðringur
sum trýr uppá landsstýris-
mannin í samferðslumálum.
HN kemur eisini fram við
tí gomlu ætlanini um ferða-
samband yvir Sandoy, so at
suðringar „bert“ skulu brúk-
a 4-5 tímar um at koma til
miðstaðarøkið. Er tað hatta
samgongan kann bjóða
suðringum, so sær illa út
fyri okkum,sum búgva í
Suðuroy og Hergeir Nielsen
Suðuroy.
At eitt nýtt skip til suður-
oyarsiglingina skal til, er
ikki tí HN ella samgongan
vil tað, men meira vegna
altjóða skipskrøv.
At HN leggur eftir and-
støðuni er vantandi, men at
geva øðrum ábyrgdina av
nøkrum, sum ein sjálvur
hevur ábyrgd av, tá er mann
langt úti og vísur bert mátt-
loysi hjá HN.
Finnleif Guttesen
Tvøroyri