hósdagur 22. juni 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 117 - 22. juni 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 117 - 22. juni 2000
út at koyra
Daily
kosin
besti
vørubilur
Iveco Daily bleiv kosin
til besta vørubilin í Eur-
opa av 18 dómarum í tí
óheftu »Van of the
Year« nevndini.
Kelda: Motor Magasinet
Peugeot
verk í
Brasilia
Peugeotleiðslan hevur
tikið avgerð um at reisa
eina nýggja verksmiðju
í Brasilia. Har skulu teir
framleiða 140.000 bilar
árliga, og vænta teir at
fáa sjey prosent av bras-
ilska marknaðinum í
2003.
Kelda: Motor Magasinet
VW
keypir
restina
av Skoda
VW yvirtekur nú tey
seinastu 30 prosentini
af partabrøvunum í
Skoda.
Tjekkiska
stjórnin gav herfyri
loyvi til yvirtøkuna.
Kelda: Motor Magasinet
Koléos, ein framtíðarbilur
í luksusklassanum
MAGNUS GUNNARSSON
Á bilaframsýningini í Gen-
eve vísti Renault sínar fram-
tíðarætlanir við at sýna fram
ein nýggjan og sera avbjóð-
andi frítíðarbil. Renault
Koléos er ein samanseting
av einum persónbili og
jeepi. Koléos, ið er ein luks-
usbilur, hevur somu koyri-
eginleikar, sum ein persón-
bilurbilur, men eisini við
øllum eginleikum, sum ein
jeepur at koma fram í ósløtt-
um og brøttum lendi.
Lættliga gerast
um til ein Pick-up
At síggja til líkist Koléos
mest einum kombicoupé.
Bilurin er 4,5 m langur og
1,90 m breiður og hevur 21"
hjól. Bakrúturin kann fellast
niður í bakhurðina, meðan
takið yvir viðførisrúminum
kann skjótast inn undir tak-
panelið. Soleiðis verður
Koléos lættliga gjørdur um
til ein pick-up.
Innan er gott pláss, og bil-
urin hevur fýra setur, ið eru
klødd við handseymaðum
leðri. Setrini hava eina hydr-
auliska fjaðraskipan, ið til-
passar seg kropsvektina.
Teir góðu eginleikarnir at
koyra uttan fyri vanligan
koyriveg koma eisini av tí,
at hann hevur broytiliga frí-
hædd við luft og hydraul-
iskari fjaðraskipan, sum
kann lyfta ella lækka bilin
upp til 10 cm upp á fá sek-
und.
Skiftið frá fýrahjólsdrift
til vanliga persónbilakoyr-
ing hendir heilt automatiskt
og stillast eftir ferðini á bili-
num og undirlendinum.
Tveir motorar
Koléos hevur nógva nýggja
tøkni, eitt nú ein skerm, sum
verður ávirkaður av røddini
og stýrir týðandi funktión-
um, sum radio og klimaan-
legginum. Onnur alternativ
eru eisini á eini menu á
skerminum, har førarin
kann velja við at nema
skermin við fingrunum.
Koléos hevur trekk á øll-
um hjólunum og tveir mot-
orar, ið skulu samstarva.
Tann fremri motorurin, sum
dregur forhjólini, er ein 2.0
litur, 4 syl. bensinmotorur
við lágtrýst turbo og 170 hk.
Hin motorurin er ein el-
motorur við 41 hk, ið dregur
bakhjólini. Til býkoyring er
Koléos ein umhvørvisvinar-
ligur el-drivin bilur við bak-
hjólstrekki. Á landavegnum
tekur bensinmotorurin yvir,
og tá tørvur er á meira kraft
gevur el-motorurin tað, sum
restar í. Ætlanin er, at bilur-
in kemur á marknaðin í
2003.
Keldur: Volvo Personvogne
Danmark A/S og Bilen
Motor & Sport
út at koyra
MAGNUS GUNNARSSON
Í sambandi við at tað eru
liðin 20 ár síðan sølustjórin
hjá Goodyear, Carl Ole
Olofsen, kom til Føroya á
fyrsta sinni, høvdu vit eitt
prát við hann, meðan hann
var á vitjan her fyrst í mai
mánaði.
Goodyear, ið er ein av
heimsins størstu dekkfyri-
tøkum, varð stovnað 29. au-
gust í 1898 av brøðrunum
Frank og Charles Sieberling
við navninum »The Good-
year Tire and rubber Com-
pany«, kallað upp eftir pion-
erinum innan gummifram-
leiðslu, Charles Goodyear.
Hetta hendi 38 ár eftir deyða
Charles Goodyears, ið upp-
fann vulkaniseringina, og
alt lívið var hann sera hug-
tikin av øllum, ið hevði við
gummi at gera.
Selt Good-
yeardekk
í Føroyum
í 20 ár
Fyrsta Goodyear
lýsing í 1931
Goodyearfyritøkan
fekk
fastatøkur í Danmark longu
í 1925, og var hetta í sam-
bandi við, at Goodyear lat
dekk til amerikonsku Ford
og GM verksmiðjurnar,
sum fram til sekstiárini
høvdu deildir í Danmark,
har nýggir bilar vórðu settir
saman.
Goodyear dekkini komu
tíðliga til Føroya, og var tað
Vilhelm Nielsen, sum um-
boðaði tey saman við GM
og Chevrolet bilunum. Um
fyrsti bilurin, sum kom til
Føroya í 1922 hevði Good-
year dekk, vita vit ikki, men
tað kann væl hugsast.
Fyrsta lýsing við dekkum
í føroyskum bløðum, er frá
1931, har Vilhelm Nielsen í
»Føroya Socialdemokrati«
lýsir við Goodyear dekkum,
og høvdu teir Goodyear
umboðið heilt fram til sjey-
tiárini.
Kom higar fyrstu
ferð í 1980
Sølustjórin innan buss, last-
bila og entreprenørdekk hjá
Goodyear í Danmark, Carl
Ole Olofsen, hevur altíð
havt stóran áhuga fyri bilum
og lærdi sum ungur til bil-
smið. Hann var verkførari á
einum GM bilverkstað í eini
13 ár til hann í 1977 kom til
Goodyear at arbeiða.
Føroyar hoyrdu til hans-
ara søluumráði, og fyrstu
ferð hann kom higar var í
1980. Hann setti seg í sam-
band við Sámal Bláhamar,
sum tá var ein kendur dekk-
sølumaður, og koyrdu teir
saman runt landið og vitj-
aðu viðskiftafólk.
Tað var tó ikki fyrr enn
nýggju ár seinni, í 1989, at
Super Dekk Service fór at
selja Goodyear dekk. Frá
1980 hevði bilverkstaðurin
Essan í Søldarfirði havt um-
boðið.
Carl Ole Olofsen hevur
verið í Føroyum umleið
eina ferð um árið síðan
1980. Honum dámar væl at
koma til Føroyar, sjálvt um
vitjanin ofta er stutt og nógv
skal náast uppá nakrar fáar
dagar. Ofta hava hann og
Fríðrik Bláhamar frá Super
Dekk ein langan arbeiðs-
dag. Sølustjórin hjá Good-
year, ið er ein sera fryntligur
maður, sigur, at hjá teimum
snýr øll søla seg um at
kenna tørvin hjá kundanum,
og at álit er millum kundan
og tann sum selur
Kunningarstova latið upp í Sandoynni
ELI HENTZE
Seinasta mikudag lat
kunningarstova upp í
Sandoynni.
Hildið
verður til í leigaðum
hølum í húsum heima
á Sandi. Men hetta er
bert ein fyribils loysn,
meðan leitað verður
eftir
eini
varðandi
loysn.
Bjóðað varð til mót-
tøku og sera nógv fólk
nýttu høvi at vitja inn á
gólvið at bera góð
ynskir. Tann blíða skín-
andi sólin á bláum
himli og mongu blóm-
urnar givnar til dagin
gav ein glaðan festdám
og kenslu av framburði.
Angangdi kaffimunnur
og vælsmakkandi smá-
køkur at njóta hjá
sandoyingum, ið av-
gjørt fegnast um, at
ferðavinna nú ikki bert
er er eitt heitið, men
væntandi við tíðini eitt
ítøkiligt íkast til oynna.
Leiðarin á kunning-
arstovuni, Marna Jac-
obsen, var væl nøgd við
dagin. Marna sigur, at
kunningarstovan fer at
hava opið mánadag til
fríggjadag. Fyrrapart
frá kl. 09.00-11.00 og
seinnapart frá kl.14.00-
16.00.
Carl Ole Olofsen hevur verið í Føroyum umleið eina ferð um árið síðan 1980. Honum dámar væl at koma til
Føroyar, sjálvt um vitjanin ofta er stutt og nógv skal náast uppá nakrar fáar dagar