Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var eina nátt í oktober 2011, at hon varð útsett fyri nærum tí ringasta, ein kvin­ na kann koma út fyri: Neyð­ tøku­roynd. - Eg hevði sæð hann ging­ ið nakað framman fyri meg, men hevði mist hann úr eyg­ sjón. Tá eg so kom longur niðan eftr gøtuni, kom hann líka­sum inn frá síðuni og spurdi, um hann kundi lána tele­fonina. Hetta játtaði eg. Hann stóð so og fonglaðist við telefonina, sum dugdi hann ikki at nýta hana, so eg bjóðaði mær til at hjálpa. Tað sigur ein 22 ára gomul kvinna, sum vit hava valt at kalla Anna, ið er ein av fimm kvinn­um og gentum, sum ein nú 20 ára gamal maður hevði roynt at neyðtikið. - Knappliga og utta ávar­ ing skumpaði hann meg um koll niður í eina lítla veit við síðuna av gøtuni. Hann stakk hondina inn um blusu­na og byrjaði at føla upp á meg. Tað gingu nøkur sekund, áðrenn eg rættiliga fat­aði, hvat hendi. Tú hugsar altíð, at slíkt kann ikki henda fyri teg, og als ikki í Før­oyu­m, sigur Anna. Tað kendist sum ein ævin­leiki fyri 22 ára gomlu kvinn­u­na, og allar smálutir minn­ist hon ikki aftur. - Eg gjørdist ovfarin og hugs­aði, um hetta var ein joke. Eg reageraði instinktivt og bardist ímóti av øllum alvi. Eg bað hann gevast, eg spurdi, hvat hann gjørdi og eg bannaði eftir honum, sig­ ur Anna. Tey eru onkusvegna rull­ að runt, tí knappliga lógu tey á gøtuni. - Eg føldi tað, sum var hann alla tíðina oman á mær, og eg bað hann fleiri ferð­ir fara av mær og gevast. Eina­ferð sat hann oman á mær, og helt hendurnar hjá mær føstum. Eg fekk ikki flutt meg, eg fekk einki gjørt, og tá hugsaði eg: Nú verði eg neyð­tikin, sigur Anna. Í ørviti Neyðtøkumaðurin royndi fleiri ferðir at fáa buksur og truss­ur niður um á kvinnuni, men tað eydnaðist henni hvør­ja ferð at fáa hálað alt upp aftur. - Eg royndi at berjast alt, eg var ment. Eg hugsaði, at hann var jú ikki so stórur og sterkur, men tað hevur hann verið kortini, tí eg megnaði ongan­tíð at fáa hann av mær, hóast eg roytti hann í hárið og bað hann fara av mær, sigur Anna. Einar tvær, tríggjar ferð­ ir hevði neyðtøkumaðurin fingr­ar­nar uppi í henni. - Langt um leingi kom eg í tank­ar um at rópa um hjálp, og eg so gjørdi. Tá koyrdi hann hondina fyri munnin á mær, so eg fekk mold og grús í munnin. Men tað var eins og hann raknaði við tá, og umsíðir fór hann av mær, sig­ur Anna. Hon kom á føtur, og rópti eft­ir honum, hvar telefonin var. - Eg veit ikki hví, hetta var mín fyrsti tanki. Hann rætti telefonina fram ímóti mær og tók so hondina aft­ ur. Hetta gjørdi hann nakr­ ar ferðir, til eg fekk rykt telefonina til mín, sigur Anna. Eftir hetta tók maðurin til beins oman móti SMS. - Eg var sjálvandi skelkað, og klæðini vóru hultur til bult­ur, skitin og tvitin og full av mold og grúsi. Eg hugs­aði, at tað var und­ar­ligt at hann ikki rann av­stað bein­a­n­veg­ in, og eg var ovfarin aftaná, at eg ikki rann avstað, tá eg var sloppin leys. Men eg var so skelkað og ørkymlað, at eg kláraði ikki at hugsa klárt, sigur Anna. Hon ringdi so til vin­konu­ na, hon hevði fylgst við og segði við hana, at onk­ur helst hevði roynt at neyð­ tik­ið hana. - So í ørviti var eg tá, at eg var ikki vís í, hvat var hent. Eg skilti einki, sigur 22 ára gam­la kvinnan. Nú verði eg neyðtikin ÁLOPIN Eina náttina í oktober í fjør leyp ein maður á eina 21 ára gamla kvinnu og ætlaði at neyðtaka hana. Tað vóru sterkar kenslur upp á spæl, tá ið hon skuldi møta álopsmanninum aftur í rættinum mánadagin. Nú greiðir hon frá síni søgu, hvussu hon upplivdi álopið, hvussu bangin hon var aftan á, og hvussu hon fekk lagt tað ringasta, ein kvinna kann vera út fyri, aftur um seg