fríggjadagur 8. februar 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Full av andsperru
Skelkað og ørkymlað vann
hon upp hús og fekk vakt
mammu sína og annars tey,
ið inni vóru.
- Tey søgdu beinanvegin,
at eg skuldi melda hending
ina til politiið, men at byrja
við vildi eg ikki. Eg kendi
ikki mannin og dugdi ikki at
greiða frá, hvussu hann sá
út, so eg helt ikki, at eg kundi
upplýsa nakað, sum politiið
kundi brúka til nakað, sigur
Anna.
Hon var til reiðar at sláa
seg til tols við, at her var ein
ki at gera við tað.
- Men tað endaði so við, at
vit ringdu til politiið, og tað
eri eg glað fyri í dag, tí ann
ars hevði eg ikki verið komin
hertil, sum eg eri komin nú,
staðfestir Anna.
Hon vísti politinum á
staðið, har hendingin var
farin fram.
- Har lógu perlur frá
einum armbandi, sum var
slitnað undir hendingini,
og eg hevði eisini mist báð
ar oyraringarnar, meðan eg
stríddist við neyðtøkumann
in, sigur Anna.
Hetta legði hon ikki til
merkis, meðan hendingin
fór fram, men heimkomin
varnaðist hon, at hon hevði
mist bæði oyraringar og
armband.
- Eg minnist væl, hvussu
tað píndi í kroppinum, tá eg
vaknaði dagin eftir. Eg var
full av andsperru um allan
kroppin, og serliga í ørm
unum, sum eg hevði stríðst
móti neyðtøkumanninum,
sigur Anna.
Hendingin hevði stóra
ávirkan á kvinnuna, sum
dagarnir aftan á var ógvu
liga skelkað.
- Eg var bæði skelkað,
men eisini óviss í, hvat veru
liga var hent, og eg ivaðist
ógvuliga nógv í mær sjálv
um. Eg hevði so ilt við at
minnast tað, og so kundi eg
hugsa: Nei, tað hendi ikki,
ella gjørdi tað veruliga? Eg
mátti alla tíðina minna meg
sjálva á, at tað var veruliga
hent, sigur unga kvinnan.
Tað vóru prógv fyri tí,
sum var hent, men kortini
hevði hon ilt við at trúgva tí.
- Teir fyrstu dagarnar fór
eg so ikki til arbeiðis, tí eg
var rættiliga bangin fyri at
síggja hendan mannin aftur.
Eisini tí eg so illa mintist,
hvussu hann sá út, og tí
kundi eg risikera at møta
honum, uttan at kenna hann
aftur, sigur Anna.
Hon hugsaði eisini um,
at møttust tey, fór hann so
at kenna hana aftur, so hon
var ógvuliga óviss og nervør
fyrstu tíðina.
Nervøs og óviss
Tað var ein undarlig kensla,
tá kvinnan nakrar dagar
seinni gekk eftir somu gøtu.
- Tú minnist í smálutum,
hvat hendi, men kortini er
tað so trupult at fata tað,
sigur Anna.
Hendingin hevur sett
síni spor hjá 22 ára gomlu
kvinnuni.
- Eg havi ikki gingið har
aftur um náttina, og hend
ingin hevur havt ávirkan á,
hvussu eg ferðist um kvøld
arnar. Eg trúði aldrin, at
hetta kundi henda, og slett
ikki í Føroyum. Tað er nak
að, tú hoyrir um, men ikki
nakað, ið kann henda tær
sjálvari, sigur Anna.
Ávirkanin var stór, ser
liga fyrstu tíðina eftir hend
ingina.
- Eg hugdi altíð væl rund
an um meg, um eg fór ein
túr í býin við vinfólkunum.
Hugdi at vita, um eg mundi
fara at síggja hann, men tað
kortini so trupult, tí eg hevði
so ringt við at síggja hann
fyri mær, sigur 22 ára gamla
kvinnan.
Tað var ringt, ikki at
minnast, hvussu álopsmað
urin sá út.
- Tí gjørdist eg so nervøs
og óviss í øllum. Politiið
spurdi meg um, hvussu hann
sá út og vísti mær myndir,
men eg kláraði bara ikki at
minnast, hvussu hann sá út,
sigur Anna.
Hon hevur við tíðini lært
seg at leggja hendingina aft
ur um bak, men tað blussaði
alt upp aftur, tá rættarsakin
kom fyri fyrst í vikuni.
- Tað knýtti seg í búki
num, tá brævið kom um at
eg skuldi vitna í sakini móti
manninum, og eg var ógvu
liga nervøs fyri at møta hon
um í rættinum. Eg hevði ilt
í búkinum og hjartað hamr
aði, meðan eg sat og bíðaði,
og beint tá eg skuldi inn
byrjaði eg at tára og fór í pa
nikk. Eg segði við sakførar
an hjá mær, at eg kláraði tað
ikki, sigur Anna.
Sakførarin spurdi hana,
um tað hjálpti, um ákærdi
ikki var í rúminum, men í
einum øðrum rúmi við síð
ina av.
- Tað hjálpti, men eg var
framvegis ógvuliga nervøs.
Eisini fyri at siga okkurt
skeivt, og eg hugsaði, at um
eg nú mintist okkurt skeivt,
kundi tað ávirka lagnuna hjá
einum øðrum persóni, sigur
Anna.
»Closure«
Tað vóru sterkar kenslur
upp á spæl, tá hon gekk móti
hurðini inn í rættarsalin.
- Tað var sum at alt
gjørdist ov nógv. Eg hugsaði,
at nú skuldi eg inn at vitna
og so situr hann har og eg
skal síggja hann aftur. Tað
føldist bara, sum tað bleiv
for nógv, sigur 22 ára gamla
kvinnan.
Hon
heldur
ikki,
at
hon
hevði
klárað
at
greitt nóg gjølla frá tí, ið
henni
hevði
verið
fyri,
um ákærdi maðurin sat í
rættarhølinum, bara tveir
metrar frá henni.
- Eg trúði, at eg hevði
fingið lagt hetta so mikið
aftur um meg, at tað fór ikki
at verða ein trupulleiki at
møta upp í rættinum, men
tað var langt frá so, sigur
Anna.
Hon hugsaði eisini nógv
um, hvat bleiv kravt av
henni.
- Eg var ógvuliga nervøs
fyri, hvat tey roknaðu við
frá mær, men sakførarin
hjá mær segði, at eg bara
skuldi fara inn og greiða
frá hendingini so sum eg
mintist hana, sigur Anna.
Skipað var soleiðis fyri,
at eingir áhoyrarar vóru í
rættarsalinum, burtursæð
frá tveimum umboðum frá
miðlunum.
- Tað dámdi mær illa
framman undan, tí tað er
jú eitt sárt evni at tosa um.
Eg hevði vónað, at avhoyr
ingin fór fram fyri aftur
lætnum hurðum, men eg
var hinvegin glað fyri, at
tað ikki sat ein fullur salur
og lurtaði, sigur Anna.
Kvinnan gav sína frá
greiðing, sum í nógvar mát
ar var meinlík teimum, sum
hinar fýra kvinnurnar í
málinum góvu. Men tá yvir
staðið var, kom eisini ein góð
kensla.
- Tað var fantastiskt at
koma út úr rættarsalinum
og ganga út úr bygninginum.
Tað var, sum ein stór byrða
var tikin av herðunum, og
eg fekk rættiliga anda aftur.
Eg trúði ikki, at tað ávirkaði
meg so nógv, men tað hevur
alla tíðina ligið har. Nú er
tað so yvirstaðið, og eg havi
fingið »closure«, sigur Anna,
sum nú endaliga kann leggja
hendingina aftur um seg.
Hví?
Hendingin hevur sum nevnt sett síni spor.
- Alt tóktist mær so meiningsleyst. Eg hugsaði um, hví hann ikki royndi at fáa sínar egnu buksur niður
um. Tað virkaði mær undarligt. Eg hugsaði, hvat hann kundi fáa burtur úr tí, hann gjørdi móti mær,
sigur kvinnan.
Hon hevur eisini fingið sálarliga hjálp í eina tíð.
- Eg hugsaði ofta, hví tað skuldi henda mær? Og eg hugsaði um alt tað, sum eg ikki gjørdi. Hví sló eg
hann ikki? Hví rópti eg ikki um hjálp beinanvegin, so kanska hann hevði hildið upp at nógv skjótari.
Tað vóru so nógv ting sum man hugsar aftan á. Men sannleikin er, at tú hugsar ikki, tú ger bara alt pr.
instinkt, sigur 21 ára gamla kvinnan.
Dómurin móti manninum,
sum var ákærdur fyri
fýra neyðtøkuroyndir og
eina ákæru um annan
kynsligan
ágang
enn
samlegu, ljóðaði upp á trý
ár og 11 mánaðir.
Hartil kom ein dómur
fyri
sama
brotsverk
frá desember 2010, sum
ljóðaði upp á eitt ár og
tríggjar
mánaðir.
Her
var eina árið tó gjørt
treytað, har treytin var,
at maðurin ikki fremja
líknandi brotsverk í tvey
ár.
Nú framdi hann sama
brotsverk í trimum førum
innan
fyri
hesi
tvey
árini, og tí varð dómurin
broyttur frá treytaðum til
treytaleysum dómi. Tað
merkir, at maðurin skal
sita í fongsli í tilsamans
fýra ár og 11 mánaðir.
Maðurin hevur sitið
eitt ár í varðhaldi, og
tað telur við í dóminum
soleiðis, at maðurin frá í
dag at rokna skal sita trý
ár og 11 mánaðir í fongsli
aftrat.
Fýra ár og
11 mánaðir
Fakta
21 ára gamla kvinnan er ein av teimum fimm, sum í vikuni
møttu sum vitnir í rættinum í málinum móti einum 20 ára
gomlum manni, sum stóð ákærdur fyri neyðtøkuroyndir.
Kvinnan hevur játtað at siga sína søgu, men vil tó vera
dulnevnd, tí hon vil ikki framhaldandi vera offurið, sum
fólk taka synd í.
Vit hava valt at kalla kvinnuna Anna. Soleiðis eitur
kvinnan, men Sosialurin kennir sjálvandi rætta navnið.