fríggjadagur 8. februar 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
- Tað skal ikki vera lætt at
taka eitt fiskiloyvi frá einum
reiðara.
Jacob Vestergaard stend
ur við sítt, hóast politisku
útmeldingarnar í kjalarvørri
num á uppritinum um fiski
vinnunýskipan hava verið
ógvusligar.
Leisturin hjá landsstýris
manninum
í
fiskivinnu
málum er, at reiðarar fáa
ræðisrætt á fiskiloyvunum
uttan áramál, meðan landið
kann siga loyvini upp við
sjey til níggju ára varningi.
Ein leistur, ið reelt merkir,
at fiskiloyvini verða givin
verandi reiðarum fyri tíð og
ævir, ljóðar skotsmálið frá
teimum atfinningarsomu.
- Nei, her eri eg grund
leggjandi ósamdur. Landið
kann til eina og hvørja tíð
siga upp fiskiloyvini. Men
minstakravið má væl vera,
at landið tá veit, hví loyv
ini verða søgd upp og hvør
ætlanin síðani er við fiski
vinnuni, sigur Jacob Vester
gaard og heldur fram:
- Tá fær vinnan møgu
leika, antin at avvikla sítt
virksemi ella laga seg til
nýggja og broytta politikkin.
Landsstýrismaðurin
er
avgjørdur. Hann endurtekur
fleiri ferðir, at tað skal ikki
vera lætt at taka aftur eitt
fiskiloyvi.
Víst hevur verið á, at
sambært fyrisitingarlógini
skal grundgevast neyvt og
sakligt fyri eini avgerð. Velur
politiski myndugleikin at
taka loyvið frá einum skipi,
so hevur viðkomandi reiðari
rætt til at verða viðfarin eins
og øll onnur. Og skal politiski
myndugleikin so siga upp øll
loyvi, spurdi Halgir Winther
Poulsen í samrøðu við Sosial
in í síðstu viku. Niðurstøðan
hjá roynda advokatinum er
tí, at fiskiloyvini eftir leisti
landsstýrismansins í praksis
verða endaliga avhendað.
Men ávaringin rínur ikki
við
landsstýrismannin
í
fiskivinnumálum.
Heldur
ikki, um neyðugt reelt verður
at siga upp øll fiskiloyvi, um
landsstýrið ætlar at fáa loyv
ini innaftur.
- Ja, tað má gerast kollek
tivt. Og hví er tað ein tru
pulleiki? Eg síggi ikki tru
pulleikan,
svarar
Jacob
Vestergaard sjálvur.
- Um tú sigur upp eitt
loyvi, so má tað vera ein góð
orsøk til tað. Og so mást tú
sum áður nevnt hava eina
ætlan við, hvat síðani skal
henda. Annars gevur tað
als onga meining at tosa um
tryggar karmar fyri vinnuna,
sigur Jacob Vestergaard.
Atgongdin er har
Sambært uppritinum hjá
landsstýrismanninum verða
tað ikki fleiri fiskiloyvi inni
í skipanini, eftir at fiski
vinnunýskipanin er komin í
gildi. Tey, ið sita á fiskiloyv
unum í dag, koma framhald
andi at hava loyvini.
Leisturin
hevur
verið
fyri hvøssum atfinningum,
tí nærum ógjørligt er hjá
nýggjum aktørum at sleppa
inn í vinnuna. Í hvussu er
skulu hesi hava rættuliga
nógvar pengar í rygginum,
verður sagt.
- Ja, handan pástandin
hoyri eg allatíðina. Men
hatta passar snøgt sagt ikki.
Veruleikin er, at vinnan er
í kapping, konkurslógin er
galdandi fyri fiskivinnuna og
møguleikin at sleppa inn er
til staðar, sigur Jacob Vester
gaard.
Landsstýrismaðurin peik
ar aftur á tryggu karmarnar,
ið eftir hansara tykki eru
so avgerandi, áðrenn hann
skjýtur aftur eftir kritikar
unum:
- Teir, sum eru stórir í
fiskivinnuni ídag, eru eisini
einaferð komnir inn í vinn
una. Fyri 20 árum síðani var
lætt og bíligt at koma inn í
upp-sjóvarvinnuna, sum í
dag tjenar nógvar pengar. Í
dag er lætt at koma inn í línu
flotan og trolaraflotan, tí her
eru ikki so nógvir pengar júst
nú.
Vestergaard hevur tosað
seg heitan:
- Eg veit væl, at øll vilja
sleppa inn, har sum tað
eru nógvir pengar at tjena
júst nú. Tað er natúrligt,
og soleiðis hevur tað altíð
verið. Henda tráan elvir til
trýst og krav um atgongd
til fiskivinnuna. Men hetta
er ikki eitt atlit, ið eg kann
leggja fiskivinnupolitikkin
eftir, sigur Jacob Vestergaard
avgjørdur.
Stendur tað til lands
stýrismannin, kemur tað tí
ikki uppá tal at seta nýggjar
ventilar inn í skipanina, so
leiðis at fiskiloyvi kunnu
fáast til vega við at bíða eitt
ávíst áramál, til loyvini hjá
verandi reiðarum ganga út.
Dynamikkur
Ein grundarsteinur undir
fiskivinnunýskipanini
hjá
Jacobi Vestergaard er at
skapa størri umsetiligheit í
vinnuni.
- Ja, tað skal í nógv størri
mun bera til at samanseta
veiðirættindini. Hví skal ein
reiðari vera bundin at ein
um ávísum fiskiskapi, um
hann sær møguleika fyri
at tjena pengar í øðrum
fiskiskapi og harvið fáa
eitt bein afturat at standa
á, spyr landsstýrismaðurin
og tveitir aftur argumentið
um tryggu karmarnar fyri
vinnuna á borðið.
Men størri umsetiligheit,
har reiðarar í enn størri mun
kunnu keypa hvønn annan,
merkir alt annað líka færri
aktørar í vinnuni. Eina meira
miðsavnaða vinnu.
- Ja, eg síggi fyri mær
færri skip og størri reiðarí,
sum virka í eini meira sam
ansettari
vinnu
enn
vit
higartil hava sæð, sigur Ja
cob Vestergaard.
- Grundtankin er, at vinn
an skal hava somikið nógv
bein at standa á, at vánaligur
fiskiskapur
eftir
einum
fiskaslag ikki vendir øllum
á høvdið. Eitt reiðarí má alla
tíðina hava møguleika at
laga seg til umstøðurnar.
Men letur leisturin ikki
upp fyri kannibalismu í
vinnuni, har størstu reiðarí
ini eta upp tey smáu og
harvið koma í monopollíkn
andi støður?
Sagt um uppritið til fiskivinnunýskipan
Politisk argument halda ikki mótvegis
lóggávuni. Og hvat skal eitt komandi
landsstýri gera, tá øll skulu viðfarast eins.
At uppsiga øll loyvi við sjey til níggju ára
freist gevur heldur onga meining, tí politisku
vindarnir skifta jú sum kunnugt. Verandi leistur í
fiskivinnunýskipanini merkir tí í praksis, at loyvini verða
endaliga avhendað.
Halgir Winther Poulsen í samrøðu við Sosialin
Landsstýrismaðurin ætlar sær at broyta
rættarstøðuna viðvíkjandi gildistíðini hjá
fiskirættindum. Einasta grundgeving er, ta
peningastovnarnir vilja tað. Nú sær tí út til,
at landsstýrismaðurin vil ganga bankunum á
møti og broyta nýtslurættin avgerandi. Heldur løgið í
eini tíð, har álitið á bankarnar er í botni í Føroyum og
aðrastaðni.
Kjartan Hoydal í kronikk í Dimmalætting
Á hvørjum einasta ári selja privatir kvotabarónar
fiskirættindi fyri miljónir, og fyri hundraðtals
miljónir. Fiskirættindi, teir ongantíð áttu part
í. Eg minnist heilt týðuliga tveir av ríkastu
reiðarum landsins selja fyri fleirfald hundrað
miljónir í almennum fiskirættindum – fyri egnan
vinning.
Hermann Oskarsson í sínum bloggi, Hermannastova
Øll vilja sleppa har
sum pengar eru
at tjena júst nú
Henda tráan elvir til trýst og krav um atgongd til fiskivinnuna. Men teir reiðarir, sum eru
stórir og sterkir í dag, byrjaðu eisini í eini vinnu, har tað einaferð var lætt at koma inn. Tað
sigur Jacob Vestergaard, sum tvíheldur um tryggu karmarnar hjá verandi fiskivinnu