fríggjadagur 8. februar 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Jú, tað er ein reellur
vandi, og tí skal framhald
andi lóggevast móti, at ein
støk reiðarí fáa ræði á ov
stórum parti av fiskivinnuni,
sigur Jacob Vestergaard.
Men nær er eitt reiðarí ov
stórt? Sambært landsstýris
manninum er alivinnan ikki
nøkur góð fyrimynd í so
máta:
- Nei, hóast alivinnan í
dag er ein sólskinssøga, so
skulu vit ikki hava so fáar
fyritøkur innan fiskivinnu
na. Mín persónliga meining
er, at alivinnan er savnað
á ov fáum hondum. Vit
skulu hava somikið nógvar
fiskivinnufyritøkur, at ein
einstakur húsagangur ikki
rykkir teppið undan allari
vinnuni, sigur Jacob Vester
gaard, sum tó ikki vil seta tal
á, hvat tal er hóskandi tal.
Eisini
ásannar
lands
stýrismaðurin, at í einari
samansettari vinnu kann
vera ringt at fáa yvirlit yvir,
hvussu stórt og sterkt eitt
reiðarí reelt er. Men tað ber
til.
- Vit kenna tað úr verandi
fiskivinnulóggávu, og í eini
nýggjari lóggávu ber eisini
til at áseta eitt loft á, hvussu
stóran part av hvørjum ein
støkum fiskaslag eitt reiðarí
kann ráða yvir. Tað verður
eitt nú gjørt í Norra, og tað
ímyndi eg mær verður partur
av nýggju lóggávuni.
Heldur ikki her vil lands
stýrismaðurin tó seta tal á,
hvussu nógv er ov nógv.
Trupla telvingin
Uppritið
hjá
landsstýris
manninum hevur sum longu
nevnt elvt til stórt kjak, bæði
politiskt og úti í samfelag
num. Ikki minst, tí uppritið
rættuliga ítøkiliga sigur, hvat
landsstýrismaðurin ætlar á
grundleggjandi økjum innan
okkara fiskivinnu.
- Hatta er mín hugsan,
og eg standi inni fyri øllum
í uppritinum. Men enn er
einki avgreitt, og alt er tí
framvegis til diskusjón, sigur
Jacob Vestergaard.
Tað var tilvitað, at lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum gjørdi uppritið so
ítøkiligt sum yvirhøvur til
ber.
-
Tað
metti
eg
vera
neyðugt fyri at koma víðari.
Men eg havi ikki sett flugu
bein í nakran part av upp
ritinum, og eg fiski framvegis
eftir so breiðari semju sum
tilber, hóast breiða semjan í
løtuni ikki er til staðar, sigur
Jacob Vestergaard.
Enn stendur spurningurin
tí opin, hvussu langt part-
arnir kunnu strekkja seg í
royndini eftir breiðu semjuni
um framtíðar fiskivinnupoli
tikkin. Men stendur tað til
landsstýrismannin, so verð
ur tað verandi vinna, sum
skal styrkjast.
- Fyrr ella seinni mugu vit
gera upp við okkum sjálvi,
hvønn tað er, ið vit kappast
ímóti. Vilja vit kappast ímóti
okkum sjálvum og hvørjum
øðrum, ella vilja vit kapp
ast móti øðrum fiskivinnu
tjóðum, spyr Jacob Vester
gaard.
Jón Brian Hvidtfeldt
Lógaruppskotið
und
ir framtíðar fiskivinnu
politikkinum er í gerð. Men
hóast landsstýrismaðurin
hevði eitt rættuliga greitt
og útgreinað upprit við
sær
á
landsstýrisfund
næstsíðsta mánadag, so
knípur at fáa lógartekstin
lidnan.
- Nei, breiðu semjuna
havi eg ikki enn, og tí er
alt framvegis til diskusjón,
sigur Jacob Vestergaard,
nú ein lítlan mánað fyri
síðsta framløgudag í løg
tinginum.
Higartil er breiða semja
somikið smøl, at lands
stýrismaðurin
í
fiski
vinnumálum
enn
ikki
kann siga seg hava sína
egnu samgongu aftanfyri
tann leist, ið hann legði fyri
dagin í uppritinum til áður
nevnda landsstýrisfund.
Men sambært Jacob
Vestergaard er ósemjan
ikki so stór, sum hon kann
tykjast.
- Sum eg hoyrdi løg
mann, so segði hann, at
endalig avhendan av fiski
loyvum kemur ikki uppá
tal. Og tað er heldur ikki
endamálið. Sama ger seg
galdandi fyri viðmerking
arnar frá øðrum flokkum.
Tilgongdin er ikki liðug,
sigur Jacob Vestergaard
og vísir á, at tískil ber enn
ikki til at smíða eitt liðugt
lógaruppskot.
Tilgongdin skuldi upp
runaliga
verið
komin
somikið langt, at lógar
verkið kundi leggjast fyri
løgtingið áðrenn síðsta
framløgudag. Men lands
stýrismaðurin fiskar fram
vegis politsk signal:
- Eg vil hava fleiri sjónar
mið frá politisku skipanini,
ikki minst politiska fylgi
bólkinum, sum hevði fund
síðsta fríggjadag og aftur
hevur fund í dag. Og so
kenni eg á mær, at stóru
spurningarnir mugu vend
ast nakrar ferðir afturat,
sigur Jacob Vestergaard og
heldur fram:
- Vit mugu dyrka pá
standirnar meira. Disku
tera hugtakið fólksins ogn,
umsetiligheitina,
ræðis
rættin og so framvegis.
Í somáta var uppritið til
landsstýrisfundin
næst
síðsta mánadag, sambært
landsstýrismanninum
sjálvum, bara partur av til
gongdini.
- Næsta stigið er at taka
samanum, og síðani skal
eitt lógaruppskot út til
hoyringar hjá vinnuni og
áhugapørtum annars, sig
ur Jacob Vestergaard, sum
dregur á svarið til spurn
ingin, nær tað so verður:
- Tað átti at kunna
farið út til hoyringar nú í
februar, ljóðar heldur trilv
andi svarið.
Eitt slíkt lógaruppskot
skal leggjast fyri Fiski
vinnuráðið, men hoyring
in skal vera breiðari enn
so, sambært landsstýris
manninum. Men so leingi
lógaruppskot ikki er orðað,
ber heldur ikki til at senda
tað til hoyringar.
-
Tilgongdin
tekur
longri tíð enn ætlað, og tað
má eg so bara liva við. Tí
kemur einki lógaruppskot
í løgtingið í vár. Eg bíði til á
ólavsøku, staðfestir Jacob
Vestergaard.
Rímuligar vónir
Hóast upprunaliga tíðar
ætlanin ikki heldur, so
heldur landsstýrismaðurin
seg ikki hava verið ov
bjartskygdan,
nú
hann
vildi
endavenda
allari
fiskivinnulóggávuni eftir
einum lítlum ári.
- Nei, neyðugt er at hava
eina tíðarætlan. Skipanin
er von at arbeiða upp ímóti
síðsta framløgudegi, og
tí átti tað at borið til. Við
gerðin heldur jú fram inni
í løgtinginum, og har ber
eisini til at gera broytingar,
um politiski viljin er til tað.
Men eg má bara staðfesta,
at tilgongdin tekur tíð, og
tað er so tað, sigur Jacob
Vestergaard.
Í síðsta enda er tað tó
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, ið skal bera
lógaruppskotið í løgtingið.
- Ja, tað má so vera
mín meting, nær málið er
búgvið til tað. Men sjálv
andi, fái eg ikki undirtøku
í samgonguni, so hendir
einki,
staðfestir
lands
stýrismaðurin turrisliga.
Hetta er ikki nakað, ið man bara sigur ja ella
nei til eftir einum degi. Eg dugi longu nú at
síggja, at tað er ikki alt, ið vit kunnu taka
undir við. Sambandsflokkurin hevur ongantíð
lagt upp til og kemur ongantíð at góðtaka,
at eitt loyvi skal vera óavmarkað. Tað er slett ikki ein
møguleiki yvirhøvur.
Kaj Leo Holm Johannesen í samrøðu
við útvarpið hjá Kringvarpinum
Tað hevur týdning fyri okkum í
Javnaðarflokkinum, at øll hava sama
møguleika og sama rætt at reka vinnu í
Føroyum, eisini fiskivinnu. Her er talan um
politiska útluting, har man politisk tekur
avgerð um, hvør skal reka fiskivinnu í Føroyum. Vit taka
heldur ikki undir við, at fiskiloyvi verða útlutað ókeypis
fyri síðani at kunna verða seld víðari fyri nógvar pengar.
Aksel V. Johannesen í samrøðu við Rás2
Fyri tað fyrsta er uppboðssølan
als ikki nevnd. Avmarkingarnir
í samband við útlendskan
ognarlut eru ikki nóg greitt
defineraðar, og somuleiðis eru
orðingarnar um at flyta millum bólkar
ov leysar.
Páll á Reynatúgvu í samrøðu við Rás2
Tíðarætlanin
brast
Einki lógaruppskot um fiskivinnunýskipan kemur
í løgtingið í vár. – Eg kenni á mær, at fleiri hava
tørv á meira tíð at venda stóru spurningunum,
sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum