fríggjadagur 8. februar 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ummæli
Í farnu viku vóru orkestur
dagar hildnir innan karmar
Tórshavnar
Musikkskúla
– blásarar mánadagin og
týsdagin 28. og 29. januar og
strúkarar fríggjadagin og
leygardagin 1. og 2. februar.
Hugaligt var tað týskvøldið
at leita inn í konserthøllina í
Norðurlandahúsinum,
har
Peder Riis-Jensen var til reið
ar við teim yngstu blásar-un
um. Bara at síggja hendan
fitta barnflokk sitandi al
spent við ljóðføri í hond var
kveikjandi í sjálvum sær, og
festliga løgdu tey fyri við
“Old Mc Donald´s Band”. Í
mong ár hava vit við ymisk
musikkskúlahøvir
varnast
Peder Riis sum dyggan stuðul
bæði gangandi til handa í
tí praktiska, men fyrst og
fremst sum tann dugnaligi
tónleikalærarin, ið við sera
góðum
handalag
hevur
skipað fyri samanspæli.
Men tað, sum vit við hesum
byrjanarbólki, Orkestur I, og
teimum báðum fylgjandi
fingu at hoyra hetta kvøldið
í Norðurlandahúsinum var
ikki einsmans avrik, men úr
slit av góðum fyrireikandi
samstarvi millum musikk
lærarar.
Hetta samstarv kom eisini
greidliga til sjóndar, tá vala
liðið av væl útbúnum tón
leikarum sessaðist millum
næmingarnar til enn meira
framkomið samanspæl í Or
kestri II. Rímiligt má vera at
nevna tey við navni: Andrea
Heindriksdóttir
og
Katja
Volovelskaja floytu, Christ
ina Andersen fagott og Atli
K. Petersen, Ken Jones og
Jens Knudsen messing. Í
slagverkinum tryggjaði Rúni
Kallsoy Mouritsen tann týð
andi pulsin í framførslunum.
Aðrir musikklærarar, sum
ikki tóku lut á hesum sinni,
men sum eru við til at skapa
framhaldandi menning av
ríku blásaratraditiónini í høv
uðsstaðnum, eru Bjarni Berg
og Oddur Hentze klarinett,
Kári Bæk obo, Eirikur Skála
saxofon og Ólavur Olsen
messing.
Men last but not least er at
nevna yvirskiparan Berhard
Wilkinson, hvørs ljóðføri er
floytan, men sum er at meta
sum ein aðalinspiratorur
í okkara verandi tónleika
heimi. Lítandi hundrað ár
aftur í tíðina hóma vit Bager
Hansen, sum var fremsta
eldsálin í tátíðar tónleikalív
inum í Havn.Væl man bera til
at siga, at Benny er tað sama
hjá okkum nú, um enn á heilt
øðrum stigi.
Orkestur II gav góða
kenslu av breiddini í blásara
heimi býarins í dag, men tá
so Føroya Landsorkestur
lat ljóma frá sær, kundu vit
við gleði og stoltleika fetta
okkum á í sæti, tí í hondum
Berhards Wilkinsonar eiga
vit her eitt ljómlið, sum við
treysti kann fara um øll høv
og við sóma hava framførslu
í einihvørjari konserthøll í
heiminum.
Leygardagin seinnapartin
endaði annað umfarið av
orkesturdøgum Tórshavnar
Musikkskúla á hesum sinni,
og tá vóru tað strúkarnir,
sum lótu okkum hoyra, hvat
tey høvdu fingið burturúr
hesar báðar dagarnar.
Karmurin var nú nýggi
Skúlin við Løgmannabreyt,
og bara at koma á gátt har og
oman í stóru høllina gav upp
living í sjálvum sær. Tøkk fái
býráðið fyri sítt fíggjarliga
stórtøkni til tað listarliga,
tí veggjaprýði hjá Edvardi
Fuglø er ikki bara hugtakandi
hjá tilvitað vitjandi, men man
skapa trivað og hava menn
andi ávirkan á tær barnasálir,
sum sleppa at hava sína
gongd í slíkum umhvørvi.
Sum vituligt vóru tað aft
ur tey yngru, sum løgdu fyri.
Ilt er at gera mun í meting av
ljóðførum, men viðganga má
eg, at í mínum hugaheimi er
strokspælið
primadonnan
millum ljóðførisbólkar - er
viðkvæmt og torført at sátt
ast við, men gevur løn fyri
ómakin og er av so almiklum
týdningi fyri alt klassiskt
samanspæl. Tí var tað ein
sonn frøi at síggja tey lutfals
liga mongu smábørn, sum
við boga í hond gjørdu seg
til reiðar til ta stóru løtuna
framman fyri foreldrum og
øðrum áhugaðum.
Vanliga væntar tú tær ikki
beinleiðis fragd fyri oyru at
hoyra strúkarasamanspæl á
byrjanarstigi; men her vóru
ongi misljóð at hoyra. Við
skilagóðum tónleikavali og í
tryggu leiðarahondum Claire
Thomsens gjørdist hendan
byrjanarløta ein gevandi og
vónríkur inngangur. At fegn
ast um var eisini tað javna
býtið millum høgar og lágar
stemmur, og at tað umframt
teir mongu smáu cellistarnar
eisini var væl mannað við
kontrabassum.
Hendan javnvág millum
ljóðførini var eisini merkis
verd, tá teir búnu strúkarnir
sessaðust í salinum. Aftur
hesaferð var tað Bernhardur
Wilkinson sum bar tann
stóra leiðaralutin. Eins og
við blásarunum var eisini
her tað fyrireikandi arbeiðið
ein fortreyt fyri tí góða úr
slitinum, og musikkskúlin
á Frúutrøð hevur vælkvali
ficerað læraratoymi til tess:
Violin og bratsch: Angelika
Nielsen, Annette Nielsen,
Claire Thomsen, Jona Jacob
sen, Nikolaos Kapnas og
Sámal Petersen, cello: Jens
Christian Guttesen og Tóri
Restorff Jacobsen og kontra
bass:
Agnar
Lamhauge.
Tryggur miðdepil í hesum
samanspæli
var
okkara
frægi pianistur Jóhannes
Andreasen, um enn skúlin
ikki enn hevur fingið sær
hóskandi ljóðføri til hansara
hendur.
Við musikkskúlans fram
komnastu stroknæmingum
og lærarunum lutvís uppií
bar væl til hjá Benny í tí ljóð
stuðlandi høllini at dusa sær
við tí tónlistarliga. Tann væl
skipaða skráin gav okkum
høvi til at uppliva elegantan
lættleika, markantar rytm
ur, erfínar fraceringar og
mergjað patos – eitt ljómandi
úrslit eftir so stutta fyrireik
ing!
At slíkt unglinga strúki
orkestur er besta undirstøðið
hjá okkara tónlistarliga flagg
skipi Føroya Symfoniorkestri
er eyðsæð. Tað er tí at ynskja
eftir, at Bernhardur Wilkin
son fær høvi til at arbeiða við
okkara gávuríku strúkara
ungdómum eftir sama leisti,
sum hann hevur tað við teim
ungu blásarunum í Føroya
Landsorkestri.
Samanumtikið kann tað
eftir hesar orkesturdagar
tykjast, sum at musikkskúla
støðan er góð í høvuðsstað
num. Men fullgott kann tað
ikki sigast at vera, tá tvífalt so
nógv børn standa á bíðilista,
sum tað eru næmingar á
skúlanum. Neyvan er tað
kommunan,
sum
heldur
aftur í hesum týðandi máli,
tá vit hava í huga, at nýggj
ur stásisligur musikkskúla
bygningur er í umbúna. At øll
mugu spara í hesum tíðum,
vita vit; men at fara so fram
við sparilíggjanum, at hann
uttan fyrilit skerjir alt yvir
ein kamb, er størri skaði fyri
trivnað í hesum landi, enn
tað uggar í tí fíggjarliga.
Musikkskúlin ger vart við seg
Ólavur
Hátún
Blasikonsert i nordurlandahusinum 29. januar 2013
Strúkikonsert í skúlanum á Løgmannabreyt fríggjadagin 1. februar 2013