fríggjadagur 8. februar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Í sambandi við at Ivy
Hansen, bioanalytikari
hevur arbeitt 40 ár á
Landssjúkrahúsinum fekk
hon »Dronningens For
tjenestemedalje«.
Sigurð Ó. Vang, sjúkra
hússtjóri handaði henni
heiðurin á Rannsóknar
stovuni fríggjadagin.
Tøkk
Øllum tykkum, ið vóru við til at gera
gullbrúdleypsdag okkara
30.desember 2012 so góðan og ógloymandi,
vilja vit veita eina hjartans tøkk.
Ein serlig tøkk til okkara børn, svigerbørn
og barnabørn, og tit ið hjálptu til,
at fáa alt at eydnast so væl.
Takk fyri gávur, heilsanir, uppringingar,
sangir og talur.
Takk til Leirvíkar Missiónshús fyri lán
av húsinum.
Takk øll somul.
Guds signing, við Filbr. 4,13
Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan.
Esther og Jóhannes
40 ára starvsdagur á Landssjúkrahúsinum
Tøkk
Øllum tykkum, sum gleddu meg á 80 ára
føðingardegnum 10. juni 2012, takki eg
hjartaliga.
Takk fyri gávur, blómur og uppringjan.
Ein serlig tøkk til sonin, svigerdóttrina,
ommubørn og langommubørn við makum
– tit gjørdu mær dagin ógloymandi.
Eisini ein tøkk til tykkum, sum komu úr
samkomuni Ebenezer at hjálpa til.
Má Harrin signa tykkum øll og signa land
og fólk okkara.
»Takk á Gud, at tú frelsti meg.
Takk at eyga títt bar við meg.
Takk at Harran Jesus Tú gav
Takk fyri náðirnar djúpa hav«.
Hervør Djurhuus
Leygardagin fara bæði ung
og gomul at sláa tunnu á
Sandi. Føstulávint hevur
altíð verið hildin væl og
virðiliga á Sandi, og at verða
kattakongur hjá teimum
vaksnu forpliktar – allur
riðilin, sum sligið hevur,
verður boðin inn til katta
kongin og -drotningina. Tí
sjálvandi eru kvinnurnar
komnar upp í part, sum tíð
irnar eru broyttar.
Tunnuslátturin
byrjar
klokkan 13 við at børnini
sláa tunnu í Virkinum, tey
smæstu fyrst, og kl. 15.00
sláa fyrst kvinnurnar, síð
ani menninir. Seinni um
kvøldið, tá fólk hava vitjað
kattakong og -drotning og
verið húsagongd, er aftur
opið í Virkinum sum café-
kvøld frá kl 21.00.
Men føstulávintin byrjar
í veruleikanum longu hós
kvøldið, tá føstuskemtið
verður sýnt fyrstu ferð.
Fyrireikingarnar til føstu
skemtið byrjaðu væl fyri jól,
so tey stuttligu prikini og
festligu sangirnir eru væl
vand! Hóskvøldið klokkan
20.00 er fyrsta sýningin.
Hinar
sýningarnar
eru
fríggjakvøldið kl. 20.30 og
sunnudagin kl. 16.00, 19.00
og 21.00.
Føstulávint fyri børn
og vaksin á Sandi