Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Mánadagin 11. februar verður Hannefía Næs 90 ár. Hannefía (f. Jacobsen) er fødd og uppvaksin á Kirkju á Fugloynni, men sum ung kom hon til Havnar at tæna í heiminum hjá Ísaki Næs. Eitt skifti arbeiddi hon eis­ ini á "St. Lucas Stiftel­sen" hospi­talinum í Keyp­manna­ havn. Í Havn hitti hon Rikard (1913-1995), og í 1952 giftust tey bæði. Saman fingu tey fimm børn. Katrin, sum býr í Hvannasundi, Jákup, sum býr í Havn, Maritu, sum býr í Nørre Snede í Danmark, Hjørdis, sum býr í Hoyvík og Jógvan, sum býr á Skála.  Ommubørnini eru átta í tali – Tóri, Rógvi, Hallgerð, Tor­bjørn, Elin, Ragnhild, Guð­jón og Jóhan. Og seinnu árini eru seks langomubørn eisini komin. Tey eru Durita, Marta, Rannvá, Niels Áki, Eyðun og Brandur. Hóast Hannefía, sum í dag býr á Tjarnargarði í Havn, longu flutti til Havnar sum blaðung, so hevur alskurin til heimbygdina altíð verið stórur. Og so leingi heilsan var til tað, royndi hon eisini at vitja í heimbygdini.  Føðingardagurin verður hildin á Tjarnargarði frá klok­kan 14 til 18. Inngongd frá parkeringsøkinum við Stoffalág. Hannefía Næs 90 ár Tann 11. februar, hevði Hans Andreas kunnað havt 62 ára føðingardag; men soleiðis bleiv ikki. Tíðliga í 2012 viknaði Hans Andreas nógv av lungnasjúku og longu 18 febr., varð hann tikin frá fold. Vit, sum kendu Hans Andreas, koma altíð at minn­ ast henda lívsglaða og hjarta­ góða persón. Hans Andreas Hansen var ættaður úr Leirvík, men búleikaðist seinastu 20 árini í Esbjerg. Hóast hann hevði búð burturi leingi, var hann líka heimkærur til Leirvíkar og Føroyar yvirhøvur. Hann var sonur Sannu og Ásbjørn Hansen úr Leirvík. Pápan misti hann longu sum smádrongur og vaks upp sum einkarsonur hjá mamm­ uni Sannu, ið ikki giftist upp­ aftur. Hann royndi seg innan handilsvirki í Leirvík, har hann hevði handilin Leika í nøkur ár. Gávumildur var hann sum fáur og honum dámdi betri at geva burtur, heldur enn at fáa sær vinn­ ing. Hans Andreas hevði streingja­kórið í Leirvík í fleiri ár. Væl lá fyri hjá honum at syngja og spæla. Ikki so fá løg og yrktir sangir eru kom­nir frá hansara hond. Av bond­um, ið útkomin eru, kunnu nevnast, “Skulu møt­ ast í himli” og “Mítt barna­ heim”, har eisini Eva, kona hansara og Ester Vatn­hamar syngja við. T.d. seinna heiti­ slagið kundi hoyr­ast í Kvøðu­ ljómunum í útvarp­inum í langt áramál. Í 2010 gav Hans Andreas út fløguna "Long­sul" saman við øðrum før­oy­ing­um í Esbjerg, sum hann hevði gjørt tey flestu løgini til. Hans Andreas hevði listar­ ligar gávur og fór seinni at arbeiða við glasi, umframt at hann málaði føroyskar lands­lags­málningar í olju. Hann hevði fleiri ferðir fram­sýningar í Danmark av glas-arbeiðum, og fyri fáum árum síðani í Ribar­húsið í Fugla­firði. Eisini her kom hans­ara stóra gávu­mildni til sjóndar: tíðum kundi hann koma á vitjan – og hava eitt listar­verk við til gávus. Hans Andreas giftist við Evu Højgaard, dóttir Fríð­ bjørg og Andreas Højgaard í Rituvík. Tey fingu børnini Ásbjørn og Fríðbjørg, ið bæði búgva niðri í Danmark. Nú tann 6. Januar, hevði hann verið blivin abbi fyri fyrstu ferð. Tað náddi hann ikki – men nakað stoltur og glað­ ur hevði hann verið, um hann hevði nátt at uppliva, at dóttirin Fríðbjørg og svigar­sonurin Rune fingu ein son. Tað eru mong sum hava sitið gott inni hjá Evu og Hans Andreasi. Honum dámdi sera væl at fáa vitjan og var altíð so serliga blíður. Tað er tí ógvuliga tómligt nú Hans Andreas ikki er millum okkum meira, serliga hjá tær góða Eva og tykkum Ásbjørn og Fríðbjørg við makum. Vit eru mong, ið eru takk­ som fyri at hava kent eitt so gott menniskja, sum Hans Andreas. Friður verið við minni hansara. G & DP Minningarorð um Hans Andreas Hansen f. 11. febr. 1951, d. 18. febr. 2012 21. januar fingu Rebekka og Julia eina lítlasystir. Hon vigaði 4050 gr og var 53 cm long. Foreldrini eru Jensia og Kristian Olsen, Trongisvágur. 31. desember fingu Hansina og Arne Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4200 gr. 17. januar fingu Monika Weihe Jakobsen og Oddur Mohr Jakobsen, Keypmannahavn, ein son á Hvidovre Hospital. Hann vigaði 3775 gr og var 52 cm langur. Føðingar