Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Re feu faccummy nosto consecte feugait wismod el utat nulputat. kjak@sosialurin.fo Øll kenna søguna um humlubýfluguna. Henda loðna býflugan hevur stóran kropp og, til tað, evarska smáar veingir. Kortini dugur humlubýflugan at flúgva. Orsøkin sigst at vera tann einfalda, at humlubýflugan ikki veit, at hon ikki burdi dugað at flogið. Deiligt hjá henni, kundi ein lagt aftrat. Lógin um tyngdu­kraft og uppdrift er sostatt ikki galdandi fyri humlu­bý­fluguna. Pensjónsnýskipanin hevur nú verið ávegis í nógv ár. Flest øll taka undir við pensjónsnýskipanini, so ella so. Onkur kundi ynskt sær onkra broyting, men saman­um­tikið duga tey flestu nokk at síggja, at á ein ella annan hátt, verða vit øll, sum frálíður, noydd at spara upp til egna eftirløn. Orsøkin er einføld. Færri og færri arbeiðs­før fólk eru á arbeiðs­markn­aðin­um, sammett við tey, ið hava tørv á pensjónum og almanna­ veitingum. Verður einki gjørt við málið í skundi, verður landskassin ein av stóru taparunum í hesum. Umframt at arbeitt hevur verið við pensjónsnýskip­ anini í fleiri ár, er skattingin av pensjónum longu broytt. Mótvegis flestu londum í heiminum, har pensjóns­útgjøldini verða skattaði, varð hetta fyri stuttari tíð síðani broytt í Føroyum til, at inngjøldini í staðin verða skattaði. Skatturin av pensjónspengum verður soleiðis framskundaður í nógv ár. Í Danmark verður eisini dúgliga arbeitt við at nýskipa pensjónsøkið. Í hesum sambandi var áhugaverd grein úr danska dagblaðnum Politiken endurgivin á epn. dk í desembur í fjør. Heitið á greinini var "Fremtidens pensionister betaler selv ældreboomet". Sambært greinini fara pensjónistar í Danmark at rinda so nógv­ an skatt at teirra pensjónum um 40 ár, at tað næstan sam­svarar við øktu útreiðslurnar til hesi somu eldru. Støðan er nevnliga tann, at tá pensjónir verða skatt­ aðar við útgjaldi, fylgist skatturin av teimum per­són­ liga uppspardu pensjónunum júst við eldra­bylgj­uni, og kemur til útgjalds júst tá, hesi somu framtíðar eldru hava øktan tørv á almanna- og heilsuverkinum. Í greinini stendur eisini, at um mann í Danmark ikki hevði fingið skattin av hesum pensjónum, samstundis sum tey eldru fáa peningin til útgjalds, hevði tað verið eitt fíggjarlig ræðslustøða. Tað hevði merkt, at forsyrgjarabyrðan hjá tí almenna hevði verið so stór, at tað hevði verið ein risatrupuleiki fyri almenna Danmark. Og enn verri, so líknar danskur professari í búskapi hesa støðuna, sum Danmark tíbetur sleppur undan, við støðuna í Suðurevropa, har fleiri av londunum eru um at fara av knóranum, millum annað orsakað av vantandi fígging av almennaútreiðslunum. Tað eru millum annað vit, sum í dag eru í fýratiáru­ num, sum koma at merkja hetta og stóra vansan av, at inntøkur fara at vanta í framtíðini. Við verandi støðu er Føroyar eins og humlubýflugan, ið henda lítla grein byrjaði við. Enn megnar Føroyar so dánt at halda sær í luftini. Rættuliga stórur vandi er bara fyri, at landið bráddliga, um eini 20-30 ár, finnir út av, at hetta ikki gongur longur, at at landið tí fíggjarliga má taka eina ógvusliga neyðlending. Ella er tað soleiðis, at búskaparlógirnar, ið eru galdandi í eitt nú Danmark, ikki galda fyri Føroyar? Jan Otto S. Holm óheftur fíggjarráðgevi EYGA MÁLIÐ Eru Føroyar humlu­ bý­flugan, sum ger klárt at neyðlenda? Alneyðugt við kostráð­geving til fólk við Typu 2 Diabetes Millum 2500 og 3000 før­oy­ ingar eru raktir av Typu 2 Diabetes ella ”gamla­manna­ sukur­sjúku”. Teir seinastu dag­arnar hevur tað verið frammi, at føroyingar við Typu 2 Diabetes ikki hava møgu­leika at sleppa til dietist. Ì teim­um londum, ið vit van­liga sam­meta okk­um við, eru dietistar ein sjálv­ sagdur partur av toym­in­um, ið viðgerð Typu 2 Dia­betes. Í Føroyum er tað komm­unu­ læknin, ið eigur ábyrgdina av viðgerðini, men læknin hevur ikki møguleika at ávísa sjúklingin til dietist, tí ongin dietistur er settur í primera heilsuverkinum. Danska Sund­heds­styr­el­ sen og American Diabetes Association leggja áherðslu á, at tað er av stórum týdningi at tosa við dietist sum skjótast, tá sjúklingurin hevur fingið staðfest Typu 2 Diabetes. Hetta tí, at kostbroytingar eru eitt tað týdningarmesta í sjúkuviðgerðini. Ein løg­gild­ ur kliniskur dietistur hevur holla vitan um, hvussu matur ávirkar blóðsukrið, og kann tí vegleiða um, hvussu maturin verður settur saman, og hvussu mann etur heilsugott. Eis­ini kann ein dietistur vera ein góður samstarvsfelagi hjá lækn­anum, tá broytingar í dia­betes¬heili¬vági verða gjørd­ar. Fleiri kanningar vísa á, at kostráðgeving frá die­tisti hevur stóra ávirkan á lang­tíðar­blóð­sukrið, sokall­ aða HbA1c, sum beinleiðis ávirk­ar lívsgóðskuna og fram­tíðar­út­litini hjá sjúk­ ling­in­um. Útlitini til Typu 2 Diabetes eru økt, um tú ert ov tungur ella hevur hjarta-æðrasjúka, ov høgt kolesterol ella ov høgt blóðtrýst. Eisini ert tú í serligum vanda, um onkur í familjuni hevur Typu 2 Dia­ betes. Typa 2 Diabetes er í skjótum vøkstri í Føroyum, júst sum úti í heimi. Har­um­ framt vísti Gigni í fjør á, at talið av føroyskum børnum, ið viga ov nógv, er vaksandi. Ovurfiti í barnaárum økir um vandan fyri ovurfiti, Diabetes ella hjarta-æðrasjúku seinni í lívinum, og tí er neyðugt at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk sum skjótast. Landsstýrismaðurin í Heilsumálum setti í fjør ein arbeiðsbólk at orða eina nýggja diabetesheildarætlan. Tað er gleðiligt at síggja, at fyribyrging og viðgerð av sukursjúku verður uppraðfest og at eitt miðvíst arbeiði fer fram. Mannagongdir við­ víkj­andi álitum taka sum øll­um kunnugt sína tíð, og spurningurin er tí, um onkur fyribils loysn átti at verið sett í verk, meðan við bíða eftir at hetta álit verður liðugt viðgjørt. Mentanarligt samstarv innan ríkisfelagsskapin Rættleiðing til Edmund Joensen Flemming Møller Mort­en­s­ en, sum er for­mað­ur í Fólka­ tingsins Ment­anar­nevnd, hevur skotið upp, at ein skip­an fæst í lag, sum kann stimbra mentanarliga sam­ starvi innanfyri ríkis­felags­ skap­in. Ein samd nevnd sendir í dag - hósdag - Marianne Jel­ ved, mentamálaráðharra eitt bræv um hetta. Har hei­t­ir nevndin á Jelved um at taka upp samband við menta­ mála­ráð­harrarnar í Før­oyum og Grønlandi og royna at fáa í lag eina skipan, sum m.a. skal gera tað lættari hjá fólki at søkja um stuðul til mentan í bæði Danmark, Grønlandi og Føroyum. Í gjár - áðrenn nakað bræv varð sent ráðharranum - var Edmund Joensen í fjøl­ miðlunum við hesum tíði­nd­ um. Men hann hevði ikki heilt skilt, hvussu tað hongur sam­an. Útvarpsmaðurin spurdi: "Vil tað siga at føroyingar verða javnsettir við dansk­ar­ ar sjálvt um teir eru búsitandi í Føroyum?" Og Edmund svaraði: "Ja, soleiðis havi eg skilt at uppleggið er frá mentanar­ nevndini her í fólkatinginum - at tað er tað, mann er úti eftir". Men hetta er misskilt. Hetta er IKKI tað, mann er úti eftir. Mentan er føroysk ábyrgd Mentan er yvirtikið málsøki. Innan mentan eru Dan­ mark, Føroyar og Grønland at rokna sum trý ymisk lond. Tí kunnu vit í Føroyum ikki senda rokningina fyri mentanarligar verkætlanir til Danmarkar. Tað er júst sum við vega­ kervinum: Vit mugu sjálv rinda fyri teir vegir, vit gera, tí tað er yvirtikið málsøki. Um Danmark nú skuldi farið at stuðla føroyskum lista­fólkum á jøvnum føti við donsk listafólk, so hevði tað verið at flutt málsøkið ment­an aftur til Danmarkar. Og tað er altso IKKI tað, sum hugsanin er. Tað, sum kann gerast, er at skipa eitt samstarv, sum eitt nú er galdandi millum norðurlond: Um ein verk­ ætlan verður gjørd í fleiri londum, kann hvørt landið stuðla við einum parti. Við øðrum orðum: Tað hevði borið til at skipa eitt samstarv, har t.d. ein donsk- føroysk verkætlan fekk 30.000 kr. í stuðli úr Danmark, og 30.000 kr. úr Føroyum. Altso eitt samstarv millum tveir sjálvstøðugar partar. Sum er hava vit m.a. "Dansk-Færøsk Kulturfond", sum kanska kundi verið nýtt­ ur sum fyrimynd. At javnseta føroyingar í Føroyum við danir í Dan­ mark, og soleiðis flyta máls­ økið mentan aftur til Dan­ mark­ar, ber sjálvsagt eisini til. Men tað hevur als ikki verið umrøtt í hesum sambandi. Tað hevur Edmund misskilt. Sjúrður Skaale Poula Patursson Kliniskur dietistur, cand.scient.klinisk ernæring