fríggjadagur 8. februar 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jóannes Eidesgaard
Fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður
og formaður Javnaðarfloksins
Nú tann stundin koma má...
Blokkpolitikkur
Av og á hevur verið frammi í kjak
inum, at vit eisini í Føroyum áttu
at havt ein greiðari politiskan pall,
har valið antin stendur ímillum
ein borgarligan høgravendan
politikk ella ein meira sosialan og
samhaldsfastan vinstravendan
politikk. Hetta vildi givið veljaran
um ein møguleika at valt ítøki
ligan politikk heldur enn meira
ella minni tóm vallyftir.
Hetta er tað, sum er galdandi í
øllum londum rundan um okkum,
har tey hava ein væl defineraðan
reyðan og bláan blokk. Í flestu
londum er polikkurin, sum blokk
urin ætlar at reka, lagdur fram
fyri valið, so veljarin veit, hvat
hann kann vænta sær. Enntá er
spurningurin um, hvør skal verða
forsætismálaráðharri avgreiddur
fyri valið. Reyði blokkur hevur sítt
boð og blái sítt.
Men tíverri er hesin møguleiki
ongantíð royndur her hjá okkum.
Hvørja ferð málið hevur verið uppi
og vent, so er tað skotið niðuraftur
av, at vit fyrst mugu fáa avgreitt
meira enn hundrað ára gamla
ríkisrættarliga málið. Viðurskiftini
við Danmark hava verið forðingin,
og nógv halda, at fyrst má tað
loysast so ella so, áðrenn tíðin er
búgvin til traditionellan vinstra/
høgra politikk.
Fløkta politiska landslagið
Tað er ein sannroynd, at okkara
ríkisrættarliga støða ger málið
um blokkpolitikk gruggut. Tað,
sum savnar í ríkisrættarliga
spurningin, spjaðir hin vegin í
spurningin um vinstra ella høgra.
Hyggja vit at teimum fýra stóru
flokkunum, so hava vit tveir meiri
og minni sjálvstýrisflokkar, har
annar er vinstravendur og hin sera
høgravendur. Síðan hava vit tveir
heimastýrisflokkar, har annar er
sosialdemokratiskur, meðan hin,
sum nú er, er sera borgarligur.
Smáu flokkarnir, sum ivaleyst allir
eru meira ella minni sjálstýris
sinnaðir, stuðla, tá sæð verður
burtur frá Framsókn, borgaliga
politikkinum við lív og sál.
Skulu vit framhaldandi bíða
Vit mugu ásanna, at førdi
politikkurin í dag hevur lítið
ella als einki við ríkisrættarligu
støðuna at gera. Hon fær frið at
liggja. Í staðin hevur samgongan
sett fullan stim undir borgarligu
ketlarnar. Andstøðan er sum vera
man rættiliga ørkymlað, tí hon fær
ikki eitt bein til jørðina, og hon
upplivir eitt “Deja vu” av Thatcher
og Reagan í fleirfeldaðum potensi.
Ikki tí, andstøðan ger eitt rímiliga
gott arbeiði og roynir av øllum alvi
at standa ímóti, men meira hon
stríðist, sterkari og náðileysari
stendur borgarliga hermótið. Tað
var ikki av ongum, at Newton
gamli kom til staðfestingina, at
trýst elvir til móttrýst.
Tó er tað sera áhugavert at
eygleiða, hvussu væl økonomiski
politikkurin og politikkurin
annars kann binda saman.
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin
og eisini Framsókn virka í flestu
málum sum ein og sami flokkur,
meðan í hinum borðinum eru
Sambandið og Fólkaflokkurin
sum eitt. Onkur helt speiskliga
fyri, at nú var Sambandsflokkurin
ættleiddur av Fólkaflokkinum og
lat honum upp í hendi at stýra
øllum.
Men summa summarum er, at her
síggjast týðiliga tvey makkarapør
– eitt til vinstru og eitt til høgru.
Setið tykkum niður og
gerið alternativið
Eg haldi, at tíðin er komin til eitt
veruligt vinstravent alternativ
til førda politikkin. Vit kunnu
ikki longur skjóta okkum undir,
at ríkisrættarliga málið fyrst má
avgreiðast, áðrenn vit kunnu
standa saman ímoti borgaligu
óløgunum. Gera vit ikki okkurt
nú, so kann tað gerast ov seint.
Stóri spurningurin er nevniliga,
um hetta landið tolir enn eitt
valskeið við so náðileysum borga
ligum politikki. Upptakið gerst
næstan ógjørligt, meira tíð gongur.
Mín áheitan er tí á Aksel og
Høgna, at tit nú taka stig til ein
reyðan blokk, sum við einum
ítøkiligum politikki bjóðar seg
fram. Bláa blokkur hevur sagt,
hvat hann vil, tað kenna vit tíverri
alt ov væl til longu nú, og enn er
nógv eftir av valskeiðnum, so vit
fara ivaleyst at fáa meira av somu
skuffu.
Rættast er, at ein komandi reyð
ur blokkur setur seg niður og
leggur eina ítøkiliga skrá fyri
eitt komandi valskeið. Fortel
veljaranum, hvat hann fær, um
hann velur til vinstru. Ger eina
arbeiðsskrá fyri eitt valskeið, sum
ítøkiliga sigur, hvat skal henda
við t.d. málum sum fiskivinnu
politikkinum, skattapolitikkinum,
mentanarpolitikkinum, heilsu
politikkinum o.s.fr.
Hetta krevur so, at Tjóðveldi
tónar sítt hjartamál um loysing
niður, og hetta krevur so eisini, at
Javnaðarflokkurin ikki er ov smá
sárur í ríkisrættarliga málinum.
Landið hevur brúk fyri hesum, og
eg síggi tað sum tykkara skyldu nú
at standa fram sum eitt veruligt
alternativ.
Valið skal standa millum
reyðan og bláan blokk
Tá valið einaferð kemur, so má tað
standa veljaranum púra greitt,
at reyði blokkur er ein komandi
samgonga, um hesin vinnur valið,
og at blái blokkur er ein samgonga,
um hesin hin vegin endurvinnur
meirilutan. Tá eru vit erlig yvir
fyri okkum sjálvum og ikki minst
yvir fyri veljaranum.
Reyði blokkur hevur sum funda
ment Javnaðarflokkin og Tjóð
veldi, meðan blái blokkur sum
fundament hevur Fólkaflokkin
og Sambandsflokkin. Smærru
flokkarnir mugu so finna út av,
hvar teir hoyra heima. Men eg
vildu trúð, at serliga Miðflokkurin
og kanska eisini Framsókn hoyra
til ein reyðan blokk. Sjálvstýris
flokkurin er kanska verri at
plasera, men hann plagdi nú at
laga seg eftir umstøðunum.
Eg eri tíverri stórliga bangin fyri,
at Sambandsflokkurin í dag er
meira borgarligur enn gott er, og
líkt er til, at flokkurin heilt hevur
mist sítt sosialt liberala innihald,
sum eitt nú Lisbeth L. Petersen
stóð fyri. Nær Sambandið vendir
aftur á gomlu slóðina er ilt at vita.
Við verandi oddamonnum er lítið
ella einki, sum bendir á tað. Skuldi
tað kortini hent, so ongantíð betur.
Um vit koma so langt, at vit eisini
kunnu siga, hvør skal verða løg
maður, um reyði blokkur vinnur,
ella hvør skal verða løgmaður,
um blái blokkur vinnur, tað hevði
sjálvandi verið áhugavert, men er
kanska í so nógv at krevja í einum.
Hetta krevur politiskt
stórsinni og format
Eingin ivi er um, at Kaj Leo og
Jørgin eru makkarar í dag, og tað
er alt, sum bendir á, at so verður
eisini framyvir. Tí er tað ein skylda
hjá Akseli og Høgna at leggja ráð
saman og at bjóða seg fram sum
alternativið.
Hetta krevur nógv av tykkum.
Tí tá er tað ikki flokspoltikkurin,
men blokkpolitikkurin, sum skal
á skrá. Tað krevur samstundis, at
ríkisrættarliga stríðsøksin verður
grivin niður eina tíð, men so leingi,
tit vita, hvar hon er grivin, so kann
hon altíð gravast framaftur.
Politiska stórsinni má vinna, og so
mugu tit taka “time-out” í øðrum
eymum málum. Hetta er tað
okkara landi tørvar mest av øllum
beint nú. Hetta er tykkara ábyrgd
nú, Aksel og Høgni.
Nú tann stundin komin má, at
føroyskur politikkur tónar reint
flagg – reytt ella blátt og einki
harímillum.
Neyvan nakrantíð áður hevur føroyskur
politikkur verið so beinharður borgarligur sum
við sitandi samgongu, og Thatcher og Reagan
høvdu uttan iva bliknað í einari samanbering.
Viðhaldsfólk eru sum vera man sera nøgd við førda
politikkin, meðan øll onnur eru rúkandi ósamd.
Vit mugu kortini staðfesta, at tað er demokratiski
rætturin hjá samgonguni at stýra landinum, so
leingi hon hevur ein meiriluta. Gaman í kunnu vit
kjakast um, um allar góðar demokratiskar reglur
eru fylgdar, men rættin at stýra eigur meirilutin.
Meira áhugaverdi spurningurin er nú, hvat hetta
eigur at føra við sær til eitt komandi løgtingsval?
Hvat er førdi politikkurin ein innbjóðing til?
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen