Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sambært Fiski­veiði­eftir­lit­i­ num hevur Havstovan síð­an hin 1. januar 2012 - í um­leið 125 førum - loyvt út­róðr­ar­ bátum at seta línu á stongd­ um leiðum. Kunngerðin, sum av­mark­ ar vinnu­liga línu­veiði inni við land, varð lýst á sumri í 2011 - og verð­ur sett úr aftur gildi hin 31. au­gust í ár. Hetta er kunn­gerð nr. 94 um broyt­ ing um tíðar­av­mark­að­ar frið­ing­ar av ávísum smá­ fiska­leið­um v.m. Útvega hagtøl Eilif Gaard, stjóri á Hav­ stovu­ni, sigur, at stovnurin hevði ikki serliga nógva ítøki­ liga vitan um hesar leiðir, tá nevnda kunngerð varð lýst. - Vit hava tí í tíðini, meðan innaru leiðirnar hava verið stongd­ar, leigað útróðrarbát til ávísar royndir, har vit eisini hava gjørt royndir við húka­stødd­um og ymiskum agnsløgum. Á slíkum túrum hava vit havt fólk umborð á báti­num. Hann ásannar, at tá frið­ ing­ar­nar av ávísum smá­ fiska­leið­um vórðu settar í verk á sumri í 2011, var nógv­ ur smáfiskur uppi í veiðini hjá útróðrar-og línu­bát­um. Spurdur, hví Havstovan í undanfarna ári og fram til dagin í dag hevur givið so nógv royndarloyvi á stongd­ um leiðum, sigur stjórin á Hav­stovuni, at hetta hevur ver­ið ein liður í at savna hag­ tøl um hesar leiðir. - Royndarloyvini hava ver­ið fyri ein dag í senn, og vit hava lagt dent á, at øll veið­an, sum útróðrarbátar fáa, verður landað, soleiðis at fullgreið mynd fæst av, hvussu støðan á ymisku leiðu­num er. - Eilif Gaard sigur, at Hav­ stov­an hevur fingið vektar­ seðl­ar­nar hjá hesum bátum, og síðan verður skrásett, hvus­su veiðan á ymiskum leið­um hevur vignast, hvørji fiska­sløgini eru, og hvussu stødd­in á fiskinum er. Framløga mánadagin Stjórin á Havstovuni sig­ ur, at mánadagin kom­an­di verður skipað fyri fram­løgu í Skálanum í Norð­ur­landa­ húsi­num, sum Fiski­v­innu­ gransk­ing og Fiski­vinnu­ roynd­ir skipa fyri, og her fer Havstovan at leggja fram nøk­ur av úrslitunum, sum stovn­urin er komin til. - Her verður gjørt burt­ ur úr royndunum við húka­ stødd­um, agnsløgum, og eisini verða úrslit løgd fram, sum byggja á tær royndir, ið gjørdar eru í stongdu økju­ num, sigur Eilif Gaard. Vilmund Jacobsen Tað var ein partur av semju­ ni, sum andstøðan gjør­di við tásitandi minni­luta­ landsstýri á sumri í 2011, at vinnu­ligir útróðrarbátar, sum royna við línu, ikki long­ur sleppa at seta línu­na í klettin. Hetta hen­di, meðan Jóhan Dahl var lands­stýris­ maður í fiski­vinnu­málum. Núsitandi lands­stýris­ maðu­r í fiski­vinnu­málum, Ja­cob Vestergaard, var tá limur í vinnunevnd løg­ ting­sins, og hann dylur ikki fyri, at hann var ikki serliga heitur fyri at seta út­róðr­ arm­onnum hes­ar av­mar­ kingar, nú út­róðr­ar­vinnan har­aftr­at er í so tungum sjógvi. Úrslitið av hesum partinum av broytingunum var, at Jóhan Dahl tá setti hesar avmarkingar í verk við kunngerð. Royndarloyvi Tað er serliga í 2012, at út­ róðr­ar­menn hava fingið loyvi at royndarfiska í stong­du økjunum. Soleiðis, sum Sosialurin skilir, er tað ikki í sjálvari kunn­gerðini, sum er lýst 4. juli í 2011, at møguleiki er at søkja um royndarloyvi. Hin­vegin er tað í lógini um vinnu­ligan fiskiskap, at hesin møguleiki er til steðar. - Eg haldi, at tað hevur stór­an týdning, nú ein tíð er frá liðin, síðan friðingarnar vórðu settar í verk, at út­ róðr­ar­bátar sleppa at roynd­ar­fiska í stongdu økjunum. Jacob Vestergaard vísir á, at tá bátar við loyvi, sum Hav­stovan gevur, sleppa á stongd­ar leiðir at seta línu, fær Havstovan vektarseðlar og kann soleiðis skráseta, hvar bátarnir hava fiskað, hvø­r­ji fiskasløgini eru, hvussu støddin á fiskinum er, og hvussu stórar nøg­d­ir­ nar av ávísum fiskasløgum eru. - Eg ætli mær at endur­ skoða nevndu kunngerð, so­leið­is at skilagóðar til­lag­ ing­ar kunnu gerast í sam­b­ andi við hesar frið­ing­ar. Landsstýrismaðurin vís­ ir á, at tað er ikki bara inni við land, at trupulleikar eru við smáum fiski. - Vit hoyra jú javnan um, at upsaleiðir verða friðaðar, tí so nógvur ungfiskur er í ávís­um økjum, sigur hann. Samstarv er leiðin Jacob Vestergaard heldur tað vera umráðandi, at fiski­frøði­lig ráðgeving og teir, sum eru í vinnuni, sam­starva soleiðis sum gjørt verður í sambandi við stong­du leiðirnar inni við land. - Vit vita frá út­róðr­ar­ monn­um, at tað eru nógvar leiðir ávísar tíðir av árinum, har stórur og góður fiskur kem­ur heilt í klettin. Tí er neyðugt at endurskoða hesa kunngerð, soleiðis at hon tænir sínum endamáli - og ikki bara er til bága fyri út­róðr­ar­flotan, sum longu framman­undan er illa fyri, sig­ur landsstýrismaðurin. Vilmund Jacobsen Tað er serliga í 2012 og higar­til í ár, at Havstovan eftir umsókn hevur giv­ið útróðrarmonnum, sum reka vinnuligar út­róðr­ar­ bát­ar, loyvi at seta línu á stongd­um leiðum inni við land. Meinhard Gaardlykke á Fiskiveiðieftirlitinum hev­ur leystliga talt sam­ an, hvussu nógv roynd­ ar­loyvi eru givin í 2012 og higartil í ár. - Eg havi talt sam­an, hvussu nógvar meyl­ar vit hava fingið frá Hav­ stovu­ni um roynd­ar­loyvi, og eg síggi, at talið liggur um 125. Tað merkir, sigur Mein­ hard Gaardlykke, at Hav­ stovan hevur givið 125 slík loy­vi í 2012 og higartil í ár. Hann leggur aftrat, at talan er um útróðrarbátar úr meginpartinum av landi­num. - Tá Havstovan eft­ ir lógini um vinnu­lig­an fiskiskap gevur út­róðr­ ar­bát­um royndarloyvi at seta línuna á stongd­um leið­um, fær Fiski­veiði­ eftir­litið fráboðanina í meyli, og tá kunnu vit einki gera við hesar bát­ar, sigur Meinhard Gaard­ lykke. Loyva royndarveiði fyri at savna hagtøl - Orsøkin til, at vit hava givið útróðrarmonnum loyvi at fiska í klettin er fyri at savna hagtøl, sum saman við okkara egnu royndum kunnu geva okkum ábendingar um, hvussu vit best verja smáfiskin - uttan at ganga útróðrarvinnuni ov nær, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni 125 loyvi eru givin Tá vinnuligir útróðrarmenn vilja sleppa at seta línuna á stongdum leiðum, venda teir sær til Havstovuna, sum síðan boðar Fiskiveiðieftirlitinum frá, at loyvi er givið Havstovan hevur givið útróðrarmonnum umleið 125 undantaksloyvi at fiska á stongdum leiðum síðan hin 1. januar 2012 Vilja hava meiri at vita um útróðrarleiðir Landsstýris­mað­urin í fiski­vinnu­málum, Jacob Vester­gaard, heldur tað hava stóran týdn­ing, at Hav­stov­an fær størri kunnleika til innaru útróðr­ar­leið­ir­nar við at loyva útróðr­ar­bát­um at roynd­ar­fiska í stongdum leið­um - Royndarloyvini eru givin fyri ein dag í senn, og vit hava lagt dent á, at øll veiðan, sum bátarnir fáa, verður landað, soleiðis at fullgreið mynd fæst av, hvussu støðan á ymisku leiðunum er, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni