fríggjadagur 8. februar 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hendur ið sleptu
Hansina og Johan Hendrik Jacobsen:
Synirnir fingu fremsta klædnahandil í Havn
Tað er forvitnisligt, at gravsteinar, sum gjøgnum fleiri ár einki hava sagt einum, nú kortini
hava eina søgu. Hesa ferð er tað tann hjá Hansinu og Johan Hendrik Jacobsen
Óli Jacobsen
Johan Hendrik Jacobsen var føddur
í 1863. Foreldrini hjá honum vóru
Susanna Lars Christansdóttir (1825-
1895) og Hans Peter Jacobsen (1823-
1881), bæði úr Havn.
Tey bæði fingu trý børn.
Yngstur var Johan Hendrik, sum
giftist í 1893 við Hansinu Susannu
Johansen, f. 1865. Hon var ættað av
Lag, sum er ein kend handilsætt í
Havn. Ein beiggi hennara var Karl
á Lag.
Tey bæði fingu tveir synir, Hans
Petur og Eliesar. Sum ofta er, kann
meira sigast um børnini enn for
eldrini.
Men okkurt kann tó ofta finnast
um foreldrini í umrøðu av børn
unum í minningarorðum.
Tá ið Hans Petur doyði í 1973
vóru minningarorð í Dagblaðnum,
skrivað av Kjartan Mohr, og í
Dimmalætting, skrivað av Georg L.
Samuelsen.
Um ættina kann sigast:
Hans og bróður hansara, Eliesar
(1897-1952), vuksu upp í heimi teirra
í Mortanstovu uppi við Dalavegin,
har pápi teirra legði stórt stykki til
dyrkingar. Hann hevði sostatt neyt,
ið var eyðkenni fyri nógvar traðar
menn í Havn tá. Hann var eisini
kendur sum dugnaligur grótlaðari.
Við tað, at tað bert var tann eini
vegurin at koma aftur og fram, var
ikki altíð tespuligt í óveðri at koma
og fara niðan millum kirkjugarðar,
sum tá var tikið til. So mangt ælið
hava hesir báðir brøðurnir havt til
skúlagang ella til handils og ikki
minst við mjólkini.
Í móðurættini var Hans av tí
kendu ættini á Lag. Tí fekk hann
einki annað navn enn Hans á Lag.
Komin til mans var Hans eina tíð
á fútaskrivstovuni í Havn. Tá ið tann
stóra fyritøkan Handilsforeiningin
gavst, keyptu Hans og Eliesar hand
ilshúsini. Teir fóru at handla við
klædnavørum, og skjótt gjørdist
hann størsti handil av hesum slag í
býnum. Tá í tíðini vóru ikki góð ráð
millum fólk, men hjá Essaba var
man altíð vælkomin at keypa.
Hóast landkrabbi so mundi Hans
fingið eina váta grøv. Hetta var í
1920, tá ið hann fór sum ferðamaður
við Puritan niður til Bretlands at
landa. Skipið forlisti og bert tveir
mans vóru bjargaðir. Annar teirra
var Hans. Teir lívbjargaðu sær á
eini oydnari oyggj í fleiri dagar, til
teir vórðu bjargaðir.
Greitt er frá hesum tilburði í
bókini Havið tók Teir.
Hjálpi faðirleysa Guttormi
Ein onnur hending í sambandi við
Hans á Lag er í somu bók. Hon er
fortald av Guttorm Zachariassen,
sum í 1957 misti pápan við Stella
Argus. Hann greiðir soleiðis frá:
“Eini 3-4 ár eftir at Stella Arg
us var farin, fór eg inn í klædna
handilin hjá Essaba at keypa mær
ein regnfrakka. Eg spurdi Hans,
um tey høvdu regnfrakkar. Jú, vit
funnu ein, sum hóskaði til mín.
Hann kostaði antin 12 kr. ella 16 kr.
Hans pakkaði hann inn og gav mær
pakkan.
So segði hann, at eg skuldi eiga
hann. Har stóð eg sum eitt stórt
spurnartekin, men eg fekk kortini
sagt takk fyri.
Tá ið eg kom heim, fekk eg at
vita, at drongur Hansinu, dóttur
Hans á Lag, var ein teirra sum fórst
við Stella Argus. Hann æt Hilbert
Johannesen og var úr Vestmanna.
Hans vildi á henda hátt vísa mær
samkenslu. Tað var hugaligt at upp
liva slíkar hendingar.”
Hesin eginleiki hjá Hans sam
svarar væl við tað, sum Dimmalætt
ing skrivar um hann:
“Hann hevði av síni háskúlavitjan
í Askov fingið millum annað ta yvir
bevísing, at øll koma vit hvørjum
øðrum við, og tað er ein beinleiðis
skylda at gera hvør sítt til at bøta
um annan, sum hevur hjálp fyri
neyðini. Hetta gjørdi hann í fullan
mun í dagliga virki sínum, men eis
ini á øðrum økjum. Har um ráddi
tók hann seg ikki undan.
Av
álitisstørvum
var
Hans
grannskoðari í Havnar Sjúkrakassa
í mong ár.
Systkin hjá Johan
Hendrik vóru:
Jacob Jacobsen, f. 1857. Hann gekk
burtur ólavsøkudag í 1895 á Kirkju
bønesi við tí báti, sum var vestur í
Vágum eftir grind. Eftir sótu einkja
og tveir synir.
Annar teirra var Mikkjal Pauli.
Hann er komin í ítróttarsøguna,
sum tann fyrsti, sum fekk ítróttar
skaða. Hann var pápi Jákup Suna
Jacobsen, sum millum annað var
býráðslimur í Havn í mong ár.
Ein systir var Christianna Cath
rina, fødd 11. september 1860. Hon
verður tann 27. august 1883 heima
við hús gift við Johan Hendrik
Poulsen f. 19. apríl 1862, úr Skop
un. Tá hava tey longu fingið sonin
Sigurd
Marius
Poulsen
(1882-
1977). Tey fingu afturat Henriettu
Katrinu. Johan Hendrik doyði
longu 18. juli 1884. Tey náddu ikki at
vera gift í eitt ár.
Katrina giftist aftur 18. juli 1884
við Sigmund Lucassen f. 1867 í
Skopun. Tey fingu sonin Hans Jo
han Hendrik tann 21. mars 1887. Um
framt hann fingu tey í 1889 dótrina
Sigrid Christina Johanna Jensina.
Hon doyði longu í 1891.
Sigmund gekk burtur 21. januar
1889, so Katrina var bert 29 ára
gomul, táið hon er einkja aðru ferð.
Tá var hon so illa fyri, at hon
visti sær ikki onnur ráð enn at lata
børnini upp í hendurnar á skyld
fólki og fara til Íslands at arbeiða.
Hon giftist við íslendingi á Norð
fjørðinum og eigur hóp av eftirkom
arum. Hon gjørdist eitt tað elsta
fólk á Norðfjørðinum og bleiv 100
ár. Hon er enn kend har á leiðini.
Ættin hjá henni í Føroyum er
millum annað tey sum eita Stórá.
Tað er ein áhugaverd frásøgn
hjá Jens Marius Hentze í Kvørnini
nr. 5 um son hennara Sigurð, sum
fekk stóra bót fyri at hava verið
»nasvísur« við sýslumannin Johan
Hendrik Schrøter.
Ein sonur kom í somu
grøv sum foreldrini
Hans á Lag giftist við Lisbeth Sofíu
Oluffu Jacobsen, (1904-1992) úr Vest
manna. Tey fingu fýra børn. Elst var
Hansina. Hon giftist seinni eftir at
hava mist drongin. Næst henni eru
Hanna og Jórun.
Tey fingu eisini í 1936 ein son,
Jákup, men hann doyði bara 18 daga
gamal. Hann er grivin saman við
ommuni og abbanum og stendur
hann eisini á gravsteininum.
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
frá grøvini hjá Christan J M
Christiansen, vanliga kallaður
Ommu-Kissa. Hann kann sigast
at vera ein ókendur hálvbeiggi
Victor Danielsen.
HANSINA SUSANNA
JACOBSEN
FØDT JOHANSEN
F. 28.12 1865
D. 21.11.1933
JÁKUP JACOBSEN
F. 4.2. 1936 D. 22.2 1936
JOHAN HENDRIK
JACOBSEN
F.4.5. 1863
D. 11.4 1944
Hans Petur Jacobsen, Hans á Lag
Elieser Jacobsen, Essaba
Handilin hjá Essaba, nú Kafe Natúr