Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 miðvikan Stasifongsul: Eitt nú Vit skakast ofta um teir ræðuleikar, vit hoyra um úti í heimi. Men tað skal ikki farast so langt fyri at finna slíkar ræðuleikar Óli Jákup Jacobsen Gjøgnum 40 ár hevði gamla DDR, eis­ini kallað Eysturtýskland, eina av heimsins ‘bestu’ og effektivastu fregnartænastum nakrantíð, Stasi. Prísurin var tó, at vanliga fólkið í DDR livdi í einum støðugum ótta fyri at ’traðka við síðurnar av’, og fang­arnir í Stasi fongslum vórðu við­farnir sum í ringastu miðøld. Tað ringasta av øllum er, at vit skulu bara góð 20 ár aftur í tíðina fyri at finna hesar ræðuleikar, og hetta gekk fyri seg bert tveir tímar við fergu frá Danmark. Eg skuldi vera ein dag í Rostock í Eysturtýsklandi saman við pápa mínum, sum skuldi vitja ein gaml­ an vinmann og konu hansara. Utt­an at kenna serliga nógv til Ro­ stock, burtursæð frá at hann var ein av fremstu handilsbýunum í Hansatíðini fyri 500 árum síðani, so hevði man ikki nakra sera hugs­ an um býin. Hvørki av góðum ella ringum. Men eg bleiv klókari. Ro­ stock vísti seg nevniliga at goyma uppá ein søgulig minni av teim­um heilt ræðuligu, sum við kaldara hond hevur knúst mangt eitt menn­ iskja­lív, nevniliga Stasi. Klokkan nærkaðist hálvgum fýra hendan dagin. Eftir at hava sæð tað mesta av Rostock í tí sera góða veðrinum, var tíðin kom­in til at síggja Stasifongslið. Spenn­ing­ urin øktist fyri hvørt fet móti hes­ um høga Stasibygningi, ið kundi síggjast frá hvørjum horni í býnum. Tað kendist heilt óveruligt at traðka inn um høvuðsdyrnar. Allar tær tús­undavís mannasálir, ið eru blivnar knústar í hesum bygningi runnu gjøgnum tankarnar. Eg føldi, hvussu hárini á arminum reistu seg, og eitt kuldasjokk fór gjøg­num kroppin. Tað er ikki ofta, at man kemur so tætt at søgunnar ræðu­ leikum, at ein næstan kann taka í teir. Frá allar fyrstu løtu merktist, at hetta ikki er eitt gott stað. For­ gongin er høg og nakin. Fótafetini, sum vit ganga longur inn, ekkóa ímill­um teir kaffigulu og køldu be­ tongveggirnar, meðan tær beru per­ urnar skína sum nakrar blendandi lummalyktir. Tað er ikki av tilvild. Allur bygningurin hevði eittans enda­mál, og var tað at niðurbróta og knúsa ’fíggindarnar’ hjá stati­ num sálarliga. Teir skuldu fáa eina kenslu av at vera frátiknir øll rætt­ indi, og at tilveran fullkomiliga var í hondunum á vaktunum. Tey fjøruti árini, 1949-1989, Stasi virkaði, sótu umleið 200.000 fólk í einum av teim­um yvir 200 stasifongslunum runt alt DDR. Tá landið einans taldi 17 miljónir íbúgvar, so merkti tað, at um­leið eitt heilt prosent av øllum íbúgv­unum endaðu í leyvubølunum hjá Stasi. Hetta vildi svara til 500 í Føroy­um. Í fongsul fyri eina vittigheit Stasibygningurin í Rostock var ein av teimum 16 høvuðsstøðunum í DDR. Hetta merkti, at teir ’vanda­ miklastu’ fangarnir endaðu her. Á leið 4.800 kvinnur og menn sótu í fongslinum í Rostock. Tað var bert ein orsøk at enda í klørnum á Stasi: Man var kritiskur mótvegis polit­isku skipanini á ein ella annan hátt. Fólk vórðu sett í fongsul fyri millum annað at ’ærumeiða flokk­ in ella statsleiðararnar’, fyri ’sam­ fe­lags­ligt niðurbrótandi virksemi’, fyri at gera ella siga eina politiska vittigheit, fyri at royna at flýggja til Vesturtýskland og nógv annað. Við øðrum orðum var hetta alt fangar, sum ikki høvdu ’forbrotið’ seg á annan hátt enn við at ikki vísa full­ an trúskap móti sosialismuni og stat­in­um. Sum eg gekk gjøgnum fong­suls­ gongina og kagaði inn í fong­suls­ klivarnar, ímyndaði eg mær lívið har fyri inntil góðum tjúgu árum síð­an. Júst har, sum eg forvitin gekk aftur og fram, høvdu fangar og vakt­ir dagliga slitið sínar skógvar. Tað var heilt óveruligt. Ein kensla av vón­ loysi og ørkymlan rakti meg. Men knapp­liga vendist ørkymlan til hug­ tikni: Her høvdu sitið fólk, ið vildu gjalda ein óhugnaliga høgan prís og ofra sítt frælsi fyri at standa upp fyri rætt­vísi og fólkaræði. Mong av teim­um eru hvørki almennar hetj­ur ella kend av heiminum, men frukt­ ir­nar av teirra støðufesti og trúgv upp á tað góða kunnu vit njóta í dag. Tað kann mannaættin nú vera takk­som fyri. Endamálið at knúsa andan Møguleiki var hjá okkum at fara inn í klivarnar og síggja, hvussu fangarnir livdu. Eitt lítið rúm sum eitt kollegiikamar í Keyp­manna­ havn til støddar. Kanska eitt sind­ur minni. Klivin var ikki sum í ein­um vanligum fongsli við glugga út til gongina. Nei, klivin var eitt full­ komiliga afturlatið rúm við eini tjúkk­ari og massivari jarnhurð við eini lítlari matsprekku. Ikki hevði klivin nógv at bjóða: tvær sengur, Soleiðis sá ein vanligur klivi út í Stasifongslinum í Rostock. Sum tað sæst, so vóru korini ikki tey bestu. Á hvør sínum krakki skuldu báðir fangarnir sita á allan dagin, uttan so at teir sótu á gólvinum Isolatiónsklivi í myrkakjallaranum. Her koyrdi Stasi tey ‘ringastu’ brotsfólkini fyri at knekka tey. Teir bølamyrku klivarnir elvdu til, at fangarnir mistu skilið fyri, um tað var nátt ella dagur. Um tey ikki gekk so væl at knekka fangarnar, so kundi Stasi finna uppá at fylla rúmið einar fimm cm við vatni og lata fangarnar vera inni har í tvær vikur. Óli Jákup saman við Jurgen Hedderich, vinmaðurin hjá pápanum, lurta hugsunarsamir eftir frásøgnum um, hvussu menniskju kunnu fara við hvørjum øðrum