fríggjadagur 8. februar 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
miðvikan
tímans helviti
tveir stólar, eitt vask og ein wc-
kumma. Her búðu tveir fangar sam
an alt samdøgrið. Endamálið hjá
Stasi var at knúsa andan hjá fang
unum, so teir at enda játtaðu, av
noktaðu, avdúkaðu ella hvat enda
málið hjá Stasi enn var. Stasi nýtti
ikki likamligan tortur sum so, men
tað var so hinvegin ikki spart við
sálarligum torturi. Eitt nú sluppu
fangarnir ikki at liggja í songini
um dagin. Teir skuldu antin standa
ella sita á stólinum. Fyri at geva
teimum nýkomnu fangunum ein
forsmakk av lívinum í fongslinum
vórðu teir fyrst koyrdir einsamallir
í ein kliva. Tískil vórðu fangarnir
fullkomiliga avbyrgdir og hildnir
frá øllum samskifti. Tað var heilt
upp til vaktirnar at avgera, hvussu
leingi fangin skuldi sita avbyrgdur.
Tað kundi vara heilt upp til tvær
vikur. Fyrstu tíðina hjá fangunum
varð ljósið heldur ongantíð sløkt,
so teir skuldu fáa ein vánaligan og
óregluligan svøvn.
Privatlív var so at siga einki av.
WC-kumman stóð í einum horni, og
máttu fangarnir orðna síni ørindi
framman fyri hinum fanganum.
Hetta var gjørt fyri at eyðmýkja
fangarnar og tískil blotta teir enn
meira fyri menniskjaliga tign. Hurð
arnar vóru eisini gjørdar soleiðis, at
vaktirnar kundu síggja inn, uttan
at fangarnir sóu teir. Tískil vistu
fangarnir ongantíð, nær teir vórðu
eygleiddir. Tankin at ’snýta’ við eitt
nú at liggja í songini um dagin var
óhugsandi. Gjørdu teir tað og vórðu
avdúkaðir, vórðu teir straffaðir á
ymiskan hátt. Eitt nú mistu teir
møguleikan at lesa eina bók, ella
tað sum verri var, mistu rættin
at skriva ella fáa brøv frá familju.
Hetta var sjálvsagt ein revsing, sum
allir fangar vildu sleppa undan,
tí brøvini og tankar frá familjuni
vóru meira enn gull verd. Fangarnir
vórðu strongdir út í tað ógvisliga í
eini roynd at fáa teir at knekka.
Tá fangarnir vórðu viðfarin á
slíkan hátt, vórðu teir fyri at halda
andanum uppi sera tætt knýttir at
sínum samfanga, har teir kundu
deila tankar og ráðaloysi. Hetta
gav Stasi tað hugskot at lata ein
Stasiagent spæla fanga í eina tíð
fyri at lirka fleiri upplýsingar úr
teimum. Hetta legði sjálvsagt stein
oman á byrðu hjá teimum longu
niðurkúgaðu fangunum, at teir
ikki eingong kundu líta á sínar sam
fangar.
Avhoyrast langt út á náttina
Avhoyringarnar av fangunum vóru
ikki allar eins. Summar tíðir vóru
tað tveir avhoyrarar, har annar
spældi tann fitti, meðan hin var
tann óndi. Aðrar tíðir var tað bara
ein avhoyrari. Tað var somuleiðis
ymiskt,
hvussu
avhoyrararnir
bóru seg at, og hvørjar hættir teir
brúktu. Eitt nú vórðu teir ungu av
hoyrararnir betur lærdir á tí sálar
frøðiliga økinum fyri at ávirka fang
arnar á tann hátt. Aðrir avhoyrarar
hava hótt við harðskapi, og til tíðir
hava fangarnir eisini verið slignir
av teimum.
Men størsti denturin varð al
tíð lagdur á tann sálarliga harð
skapin.
Avhoyringarnar
vórðu
hildnar í fleiri tímar, ofta um nátt
ina, har fangarnir fingu teir somu
spurningarnar umaftur og um
aftur. Fangarnir vóru noyddir til at
sita ella standa uttan nakað at eta
ella drekka. Óneyðugt at siga vóru
slíkir hættir sera ’effektivir’, har
meginparturin av fangunum ’játt
aði’ seg sekan ella partvíst sekan.
Sluppu ikki at gera
sjálvmorð
Ein og hvør lutur, sum fangarnir
kundu brúka til at skaða seg sjálvar
við, varð tikin frá teimum. Um nátt
ina vórðu enntá brillurnar tiknar
frá teimum, so teir ikki skuldu
kunna brúka glasið í brillunum til
at skera eina æðr yvir við.
Heldur ikki var tað møguligt
at leypa niður nakrastaðni frá, tí
hvørt hol var sperrað við jarnrim
um. Sum vit gingu upp gjøgnum
trappurnar til klivarnar í erva,
sá man allar hesar rimarnar alla
staðni. Hvussu ræðuligt má tað ikki
vera, tá fongslið má verjast ímóti,
at fangarnir forgera sær? Tað sigur
ikki lítið.
So ódemokratiskt og ræðuligt,
sum Stasi var, so løgdu teir stóran
dent á, at fangarnir fyrr ella seinni
komu til ein dómstól – í livandi
líki. Orsøkin var, at so kundi Stasi
vísa umheiminum, at DDR var ein
demokratiskur statur!
Søgan um syrgiligu
lagnuna hjá Miriam
Eitt av ofrunum, ið endaði hjá
Stasi var unga Miriam. Miriam sat
ikki í fongslinum í Rostock, men í
einum líknandi fongsli í Berlin. 16
ára gomul varð hon sædd av Stasi
vaktum at vera í so nær múrinum í
Eysturberlin. Hon varð við tað sama
avhoyrd. Summi fongsul vóru verri
enn onnur, og í Berlin varð hon
gjøgnum 11 dagar avhoyrd, bukað,
upphongd í ørmunum og nærum
druknað, tá torturbøðlarnir hildu
høvd hennara undir í vatni. Hon
fekk einans loyvi at sova tveir tímar
hvørja nátt, og at enda var hon so
mikið mødd, at hon viðgekk ætlanir
um at flýggja. Ofta viðgingu fangar
sum sagt ’brotsgerðir’, sum teir als
ikki høvdu gjørt, tí teir ikki orkaðu
meira.
Miriam bleiv dømd hálvt annað
ára fongsul, og sigur hon um sína
uppliving: ”Tá eg kom út, var eg ikki
longur eitt menniskja”. Hon var ikki
fylt 18 ár, og hóast hon hevði sitið
dómin av sær, sóu myndugleikarnir
hana ikki sum ein ’veruligan’ eystur
týskara longur. Hon kundi ikki fáa
arbeiði, og reint persónliga var
hon vorðin illa sint og rædd fyri
øllum. Fyri at leggja fangaskapin í
fongslinum aftur um seg, tók hon
burtur allar hurðarnar heima hjá
sær. Hetta var bara ein av mongu
syrgiligu lagnunum, sum endaðu í
einum Stasi fongsli.
Fyrimunir við at sleyga
Grundarlagið undir Stasiskipanini
var allir teir sjálvbodnu sleygararnir.
Ein sleygari, ella informantur, er
ein, ið boðar frá virkseminum hjá tí
vanliga borgaranum til Stasi. Uttan
hesar sleygarar hevði tað verið
munandi torførari hjá Stasi at havt
eitt so neyvt eftirlit við íbúgvunum
í DDR. Tað verður mett, at umleið
sjeyndi hvør íbúgvi í DDR arbeiddi
fyri Stasi eitt ella annað tíðarskeið
í lívinum. Ein Stasi sleygari fekk
nógvar fyrimunir so sum størri úr
val av vørum, teir sluppu at ferð
ast í útlandinum, teir fingu betri
møguleikar hjá børnunum í skúl
anum o.s.fr. Hjá summum spældi
tann ideologiska hugsjónin eisini
inn, at tey trúðu uppá tað sosialist
iska paradísið. Hjá øðrum var hetta
bert gjørt fyri vinning.
Liðugt
Rundtúrurin var komin at enda. Eitt
heilt ótrúligt og ræðuligt upplivilsi.
Eitt av teimum upplivilsunum, sum
seta spor og fáa ein til at hugsa.
Okkara fryntliga frásøgukvinna,
sum upprunaliga skuldi greiða frá
á týskum, men sum skifti til enskt
vegna føroyingarnar, takkaði fyri
seg. Vit takkaðu so hjartaliga aftur
og royndu eftir besta førimuni at
vísa henni, hvussu nógv vit meintu
tað. Á ein hátt vildi man sleppa út,
tí túrurin var liðugur, men sam
stundis vildi man blivið her fleiri
tímar aftrat fyri at súgva alt til sín.
Eg vildi ikki missa nakað av hesum
ónda og myrka kapitli í mannasøg
uni.
Leiðin gekk tó út aftur í tað góða
veðrið, og eg fór avstað við einum
høvdi yvirfylt við tankum. Tað
síðsta, ið eg sá, áðrenn eg fór um
hornið, vóru rimarnir, ið avskóru
’brotsfólkini’ frá lívinum. Jú mín
sann, menniskju duga eisini at gera
síni helviti fyri onnur. Og so enntá
í mínari lívstíð.
Komandi partur
Herfyri vóru tvær Miðvikur við Daniel J. Bærentsen. Hann greiddi
frá mostir síni úr Kaldbak, Matildu Jacobsen, sum var leiðari á
barnaheimi í Danmark. Komandi Miðvika verður um hana.
Stasi var tann loyniliga løgreglan í Eysturtýsklandi,
sum eisini varð kallað DDR. ’Stasi’ er ein stytting
fyri Staatssicherheit (Statstrygd). Upprunaliga
endamálið við Stasi var at verja statin móti
fíggindunum í teimum vestligu londunum. Skjótt
broyttist endamálið, og fór Stasi í staðin í holt við
at eygleiða síni egnu fyri at forða fyri, at tey vendu
sær móti statinum. Meginpartin av tíðini sat Erich
Mielke sum tann ovasti leiðarin fyri Stasi, og var
hann kendur fyri at síggja fíggindar undir hvørjum
steini og hevði illgruna til øll.
Stutt um Stasi
Ískoyti til seinastu Miðviku
Í sambandi við frásøgnina um Pride of Fife hevur Jan Toftegaard í Fuglafirði greitt frá, at ein av manningini
á hesi truplu ferðini heim úr Skotlandi var Poul, beiggi Andreas Petersen, sum keypti skipið.
Búmerki hjá Stasi. Fulla navnið á
fregnartænastuni var »Ministerium
Für Staatssicherheit«
Eysturtýski forsetin (í svørtum) frá 1971 til 1989, Erich Honecker, heilsar upp
á navnbróður sín, Erich Mielke, ið stóð á odda fyri Stasi frá 1957 til 1989