fríggjadagur 8. februar 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
L æ r L i n g u r t i L F í g g j a r m á L a r á ð i ð
Starvslýsing
Vit vænta, at tú
hevur miðnámsprógv, at tú dugir væl at skriva og rokna,
og ert tú teldusnillingur, so er tað bara ein fyrimunur.
Ert tú ágrýtin,
hevur tú góð samstarvsevnir, dugir tú at arbeiða
sjálv støðugt eins væl og í bólkum, ert tú tann, vit
sóknast eftir.
Vit bjóða tær
eina góða útbúgving í einum spennandi, stundum
rokaligum umhvørvi. Tú luttekur í fjølbroyttum
uppgávum , og tú lærir at nýta allar hentleikar, sum
hoyra einari nútímans skrivstovu til.
Lærutíðin er 2 til 3 ár, alt eftir um tú hevur students-
ella HH-prógv ella bert FHS prógv
Skúlagongd er í tilsamans 13 vikur.
Lønin er sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Lærlingurin verður at seta skjótast gjørligt.
Um ráðið
Høvuðsuppgávan hjá Fíggjarmálaráðnum er at veita
landsstýrismanninum ráðharratænastu á teimum
málsøkjum, sum landsstýrismaðurin umsitur, m.a. at
ráðgeva landsstýrismanninum á fíggjarpolitiska,
búskaparpolitiska, skatta- og avgjaldspolitiska, peninga-
og kredittmarknaðarpolitiska og lønarpolitiska økinum,
soleiðis at landsstýrismaðurin kann taka vælgrundaðar
avgerðir.
Um Lønardeildina
Lønardeildin hevur ábyrgd av landsins arbeiðs gevara-
heimildum, ið viðvíkja lønum og setanartreytum.
Lønardeildin hevur við lønir, sáttmálar og sáttmála-
trætur at gera, eins og Lønardeildin kemur í
nær um allar krókar í almennu fyrisitingini og hevur við
allar samfelagsbólkar at gera.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Birnu Bærentsen ella Súsannu í Stórhúsi, tlf. 352020.
Umsókn saman við prógvum, royndum og møguligum
viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann
22. februar 2012 klokkan 12:00
Fíggjarmálaráðið,
Kvíggjartún 1,
Postsmoga 2039,
165 Argir,
fmr@fmr.fo
Fíggjarmálaráðið, ið umsitur fíggjar, búskapar og
skattamál, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott
grundarlag og ger hugskot til veruleika.
www.fmr.fo
Fíggjarmálaráðið søkir eftir skrivstovulærlingi til ráðið og Lønardeildina í ráðnum
FíggjarmáLaráðið
M i n i s t r y o F F i n a n c e
K v í g g j a r t ú n 1
P o s t b o K s 2 0 3 9
F o - 1 6 5 a r g i r
t e l 3 5 2 0 2 0
F m r @ F m r . F o
w w w . F m r . F o
ALS søkir eftir nýggjum stjóra at byrja 1. apríl
ella skjótast tilber. Stjórin hevur dagligu
leiðsluna av ALS um hendi og er harafturat
stjóri fyri Trygdargrunn fiskivinnunnar. Stjórin
vísir beinleiðis til ALS-stýrið.
ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan
stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum
møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði
og at umsita arbeiðsávísingina fyri føroyska
arbeiðsmarknaðin.
Sum stjóri skalt tú standa fyri menningini
av ALS sambært endamálsorðingini. Tú skalt
tryggja, at ALS er eitt gott og virkið arbeiðspláss
við greiðum málum, og at leiðslubólkurin virkar
sum ein savnað og strategiskt hugsandi eind.
Umsøkjarin
Sum stjóri ert tú savnandi, myndandi og gongur
á odda fyri stovninum.
Tú hevur hóskandi útbúgving frá hægri læru-
stovni ella útbúgving sum saman við royndum
kunnu sammetast við hægri útbúgving.
Tú hevur viðkomandi førleikar og leiðslu-
royndir. Tú hevur vitan um og innlit í føroyska
arbeiðsmarknaðin og samfelagsviðurskifti.
Tú megnar at leiða og skapa eldhuga hjá
starvsfólkunum og samstundis fylgja settum
málum og taka við nýggjum avbjóðingum.
Tú ert álitisvekjandi og hevur góð evni at
sam starva og samskifta. Tú ert rúmlig/ur og
góðtekur menniskju við teirra fjølbroyttu før-
leikum og ymiskleikum.
Kunning um starvið
Lønin er ájavnt lønina hjá tænastumonnum
landsins í lønarflokki 38, í løtuni 49.191 kr. um
mánaðin, umframt eftirlønargjald, ið er 15%.
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við Marjun
Eystberg, virkandi stjóra, á 299 549 ella
marjun@als.fo.
Umsóknin
Umsókn við viðkomandi skjølum um útbúgv-
ing og lívsrensl skulu sendast við telduposti
til marjun@als.fo í seinasta lagi 15. februar.
Innan 8 arbeiðstímar eftir móttøku fært tú
móttøkuváttan.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
STjórI TIL ALS
ALS er skipað sambært løgtingslóg. Tað vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum í 1992 tóku stig til at stovna Arbeiðsloysisskipanina, og tað eru tey, sum
vara av skipanini. Høvuðsvirksemið hesi fyrstu 20 árini hevur verið at rinda út arbeiðsloysisstuðul umframt at skipa fyri førleikamenning av ymsum sløgum.
Trygdargrunnurin var stovnaður í 2011, og endamálið hjá grunninum er við minstuløn og minstaforvinningi at veita fiskimonnum inntøkutrygd. Á ALS og í
Trygdargrunni fiskivinnunnar starvast 36 starvsfólk.
Tinghúsvegur 14 • Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn •Tel +298 349 550 • Faks +298 349 551 • T-postur als@als.fo