fríggjadagur 8. februar 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 8. februar 2013 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dimmalætting
Søkt verður eftir fólki til smiðjudeild okkara
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum:
-
At røkja alibátarnar og fóðurflakarnar.
-
At taka lut í røktini av teknisku útgerðini á smoltstøðini.
-
At verða við í fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.
Vit ynskja at umsøkjarin,
-
hevur viðkomandi handaliga útbúgving, so sum elektrikari
ella maskinsmiðjur, ella førleika á líknandi støði.
-
hevur evni at umvæla motorar.
-
hevur royndir í at arbeiða við lágstreymi.
-
hevur evni til smærri sveisi uppgávur.
-
hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
-
hevur telduførleika á brúkarastøði.
-
er fyrikomandi og nærløgd/nærlagdur.
-
Hevur koyrikort til persónbil.
Umstøður:
-
Arbeiðsplássið verður á smiðjudeildini í Oyndarfirði,
og verður koyrt til ymsu aliøkini haðani.
-
Vit sóknast eftir einum persóni, sum kann arbeiða skeivar
tíðir tá brúk er fyri tí.
Starvið hevur tilvísing til smiðjuleiðaran. Løn sambært avtalu.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv í einari fyritøku,
har virðini millum annað eru trivnaður og menning.
Umsókn saman við prógvi og royndarváttan v.m. skal sendast innan
11. februar. Viðkomandi skal byrjað beinanvegin ella so skjótt tilber.
Umsókn skal sendast til Árna H. Thomassen, smiðjuleiðara, á telduposti:
arniht@marineharvest.fo ella í posti til Marine Harvest Faroes P/F,
Ternubrekkan 3, 695 Hellurnar. Skriva “umsókn” á brævbjálvan.
Um tú hevur tørv á at vita meira um starvið, ring til mín á tel. 791060.
StArVSfólk til MArine HArVeSt
Marine Harvest er størsta alifelag í heiminum, og verður
fjórði hvør aldur laksur framleiddur í einum Marine Harvest
felag. Í Føroyum rekur Marine Harvest 4 alibrúk og eina
smoltstøð, og framleiða vit 7.000 tons av laksi um árið.