Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 16 · 8. februar 2013 4 VIKUSKIFTI Pedofili Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Er pedofili ein sálarsjúka, ella er talan held­ur um ein samfelagsligan og moralsk­an trupulleika. Hetta hevur 30 ára gamla Bjørt Lind úr Havn kannað. Í fjør fór hon undir at skriva serritgerð um mann­ligan seksualitet og pedofili í sam­bandi við útbúgvingina sum sálar­ frøð­ingur. Serritgerðin byrjar við tekstinum úr einum av mongu bókunum, sum hon hevur brúkt sum ástøði í uppgávuni: »one cannot choose to not be a pedo­ phile, but one can choose to not be a child molester.« – Tað er ilt at siga, hví summir menn kenna seg drignar at børnum. Men eitt eri eg sannførd um: Eingin velur at vera pedofil, tí tað er so mikið stigmatiserað og kriminaliserað, sigur Bjørt Lind, sum býr í Keypmannahavn, har hon eisini hevur lisið seinastu tvey árini. Fleiri hugsa pedofilistiskt Tað ber ikki til at siga, at pedofili er van­ligt, men sambært Bjørt Lind er veru­leikin tann, at summir annars væl funger­andi menn kenna seg drignar at børnum. – Tað hendir, at menn fantasera seksu­elt um børn, men tað kemur ikki so ofta fyri, soleiðis at tú kanst siga, at pedo­fili er vanligt millum menn, sigur Bjørt Lind og heldur fram: – Gransking innan økið vísir, at summ­ir menn hugsa pedofilistiskt og hava harvið hetta slagið av tonkum um børn, men tað eri ikki allir sum gera tank­ar­nar til veruleika, greiðir Bjørt Lind frá. – Tað eru nógvir menn, sum mis­ brúka børn seksuelt, men ikki eru pedo­filar, og tað eru nógvir pedofilar, ið ikki misbrúka børn seksuelt, sigur Bjørt Lind. Hon heldur ikki, at pedofili er ein sálar­sjúka, soleiðis sum ein tann mest nýtta diagnosubókin hjá sálarfrøðingum – The Diagnostic and Statistical manual of mental disorders, 4th text revision (DSM-IV-TR) – lýsir pedofili. – Tað er ymiskt, hvat fólkum dámar seksuelt. Onkur er til S/M, ein annar til djórasex og ein triðji hevur eina fetish av ávísum slag. Tað vil siga, at tá tosað verður um pedofili, tosa vit um seksu­ ali­tet. Spurningurin er so, um vit sum sam­felag kunnu áseta ein seksualitet til at vera eina sálarsjúku, sigur Bjørt Lind. Hon vísir á, at nógvir mannligir pedo­filar hava ongantíð framt misbrúk ella krenka eitt barn. – Eru teir so sálarliga sjúkir orsakað av eini avvíkjandi fantasi, sum fá fólk hava? Tí um so er, at fólk kunnu kallast sálar­liga sjúk, tí tey hava eina so at siga skeiva fantasi, so eru nógv fólk sálarliga sjúk, heldur Bjørt Lind. Sjálv er hon ikki í iva um, hvørt pedo­fili er ein sálarsjúka ella ikki. – Eftir mínari fatan, liggur tað sjúka í sjálvari gerðini, tað vil siga sjálvum misbrúkinum av børnum. Heilivágur nyttar ikki Og júst tí at tað er gerðin og ikki pedo­ filist­isku tankarnir, sum gera ein persón sjúkan, heldur Bjørt Lind, at pedofilar eiga einans fáa fongsulsrevsing og ikki við­gerðardóm. – Tað kemur fyri, at ein pedofilur fær tað, sum vit nevna ein viðgerðardóm. Tað vil siga, at viðkomandi skal í medi­ sinska viðgerð og skal ofta eisini ganga til sálar­frøðing, greiðir Bjørt Lind frá. Men heilivágur nyttar lítið, heldur hon. – Tað, sum heilivágurin ger, er at niður­seta hugin hjá tí pedofila, men steðg­ar ikki viðkomandi við at hava teir tank­arnar um børn, sum viðkomandi nú eina­ferð hevur. Ístaðin eiga pedofilar at fara í fongsul í ávíst tíðarskeið, sigur Bjørt Lind. – Fongsulsdómur er eftir míni fatan ein­asti mátin at straffa ein pedofilan per­són. Á henda hátt kunnu teir møgu­ liga læra, at tað er gerðin ímóti barn­ inum, sum er ólóglig og kriminell, sigur Bjørt Lind. Pedofili verður í dag fatað sum ein sálar­lig sjúka, og so leingi pedofili kann kallast ein sjúka, hava pedofilar rætt til viðgerðardóm. Í meir enn 20 ár hevur verið roynt at broyta pedofili diagnos­una í diagnosubókini hjá sálar­ frøð­ingum. – Enn stendur pedofili í diagnosu­ bókini. Ein av orsøkunum til at pedofili framvegis ikki er strikað er tann, at fólk eru bangin fyri signalvirðinum. Tað vil – Tað ber ikki til at steðga pedofili, tí tað er ógjørligt at broyta tað, sum okkum menniskjum dámar seksuelt. Ístaðin eiga vit at finna útav, hvussu vit forða misbrúki av børnum og hjálpa teimum, ið hava verið fyri barnamisbrúki. Soleiðis sigur Bjørt Lind, sálarfrøðingur, sum júst hevur skrivað serritgerð um pedofili kann ikki steðgast Pedofili