Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 16 · 8. februar 2013 5 VIKUSKIFTI mynd: Heinesen myndir siga, at mann ber ótta fyri, at strikar mann pedofili sum diagnosu, kunnu fólk halda, at mann sendir tað signalið at tað er í lagi at misbrúka børn, sigur Bjørt Lind og leggur afturat: – Mín meining er, at pedofili átti at verið strikað sum diagnosa, tí tað ber ikki til at broyta seksuellar prefe­ ransur. Samfelagsligur trupulleiki Men tá pedofili ikki skal síggjast sum ein sálarsjúka, er tað so nakað við­ føtt? – Tað er torført at svara. Eg trúgvi, at í summum førum er pedofili viðføtt. Í øðrum førum er tað ein avleiðing av, at til dømis onkur hevur verið seksuelt misbrúktur sum barn og tískil úttrykkir sín egna seksualitet á henda hátt, fortelur Bjørt Lind. Heldur enn at síggja pedofili sum eina sálarsjúku, heldur hon, at talan kann vera um ein samfelagsligan og moralsk­an trupulleika. – Samfeløg og lond eru ymisk. Tað, sum er vanligt ella fatað sum normalt her í vesturheiminum, kann vera púra ónor­malt aðrastaðni. Eisini er ymiskt, hvat samfeløg uppfata sum verandi eina sálarsjúku, greiðir Bjørt Lind frá. Hvat pedofili viðvíkur eru lond eis­ ini av ymsum fatanum. – Nær ert tú barn, og nær ert tú vaks­in? Greiningin av hesum vil vera ymisk, alt eftir hvørjum landi tú ert í. Markið fyri hvat er barn, og hvat er vaks­in flytist støðugt. Soleiðis hevur tað verið allar tíðir, sigur Bjørt Lind og heldur fram. – Her í vesturheiminum leggja vit stóran dent á at verja barndómin. Vit halda ikki, at tað er rætt, at børn eru seksu­elt virkin fyrr enn ein ávísan aldur. Tí er hugburðurin hjá teimum flestu eisini, at vaksin fólk eiga ikki at gera nakað seksuelt við børn, fortelur Bjørt Lind. Hon heldur, at pedofili eisini kann tulkast sum ein moralskur trupulleiki. – Sum samfelag skilja vit millum rætt og skeivt, tað góða og tað ónda. Pedofili verður av mongum sæð sum óndskapur, og á tann hátt kann tað skiljast sum ein moralsk­ur trupulleiki. Pedofili er skeivt og verður aloftast tulkað sum nakað ónt. Men sum sálarfrøðingur kanst tú ikki brúka hasi hugtøkini til nakað. Vit sum sálarfrøðingar verða noydd at halda okkum til vísindalig hugtøk eins og til dømis læknar, sigur Bjørt Lind og leggur enn einaferð áherðslu á, at pedo­ fili neyvan er eitt val, ið fólk gera. Líka mikið hvørji og hvaðani tey eru. – Eingin velur eina slíka perversión og at víkja so mikið nógv frá vanligari tanka­gongd og seksualiteti. Tað eri eg sann­førd um, sigur Bjørt Lind. Í sambandi við útbúgvingina var Bjørt Lind í 2011 í seks mánaðar starvsvenjing á deildini fyri seksuelt misbrúkt børn á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp­manna­ havn. At byrja við var ætlanin at skriva eina serrit­ gerð um hesi børnini, men so varð ikki. – Tá eg hevði brúkt umleið helvtini av tíðini, eg hevði til serritgerðina, fór eg at hugsa um nakað annað, sum eg helt vera sera áhugavert: Hvørjir eru hesir menninir, sum verða drignir at børnum á ein slíkan hátt, at teir misnýta tey seksuelt? Hvørjar sálarligar mekanismur fara í gongd tá hesir menninir hugsa okkurt ávíst? Tað er sálarfrøðin aftan fyri pedofili, sum eg haldi er ógvuliga áhugaverd, greiðir Bjørt Lind frá. Hon hevur áður verið frammi í fjølmiðlum, har hon hevur greitt frá pedofili, og tá hava viðmerk­ ingar­nar frá fólki verið ikki sørt hvassoraðar og at­finn­ingarsamar. – Onkur vil vera við, at eg forsvari pedofilar, tá eg sigi, at tað ikki er ein sjúka og ei heldur nakað, sum ein velur at vera. Eg forsvari á ongan hátt pedo­fili, men eri bara áhugað í sálarfrøðini aftan fyri pedo­fili og seksualiteti sum heild, sigur Bjørt Lind. Serritgerð hennara er einans grundað á ástøð­ iligar tekstir, og tískil hevur hon ikki sjálv eitt nú gjørt samrøður við pedofilar. Í serritgerðini skrivar hon bert um menn sum pedofilar og ikki kvinnuligar pedofilar. Um Bjørt Lind og serritgerðina Fakta Navn: Bjørt Lind Aldur: 30 ár Bústaður: Er úr Havn, býr í løtuni í Keypmannahavn Útbúgving: Cand. psyk (BSc í London og Cand. í Keypmannahavn) – Eftir mínari fatan, liggur tað sjúka í sjálvari gerðini, tað vil siga sjálvum misbrúkinum av børnum, sigur Bjørt Lind