fríggjadagur 8. februar 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 16 · 8. februar 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Songkvinna, tónleikalærari
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað besta er, tá tónleikurin er gandakendur,
fyri mítt viðkomandi, men eisini fyri mínar
næmingar og mínar áhoyrarar.
Hvat ger teg í góðum lag?
Morgun við tveimum nývaknaðum og deiligum
beiggjum, sum eru heilt vísir í, at mamma og babba
eru akkurát líka væl uppløgd, sum teir eru! Og
tá eg sum songkvinna, ella sum tónleikalærari,
síggi at tað, eg geri, hevur týdning.
A ella B-menniskja?
Mítt ímillum...
mest A, kanska...
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Eri ikki so áhuga í ítrótti, men hondbóltur, tí her
skal ein ikki bíða so leingi ímillum málini.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Næstan øllum, í løtuni mest eftir
fólkatónleiki í nýggjum hami.
Hvat er besta lag,
sum er gjørt?
»All you need
is love« hjá
The Beatles.
Hvussu eru tínir matvanar?
Eg elski allan mat! Mínir vanar eru
tískil, at eg skal stýra mær.
Hvør er tín fyrimynd?
Uh....havi fleiri. Mær dámar væl, tá fólk hvíla
í sær sjálvum innanfyri sítt fak; sum Meryl
Streep og Stevie Wonder, til dømis.
Hvat gert tú í frítíðini?
Í løtuni passi eg mín lítla nýfødda drong og
royni samstundis at gera meg kláran at fara
í studio við einari føroyskari fløgu, sum
vónandi kemur út í ár.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
Væl, bæði í Føroyum og í Danmark.
Hvør er tín lívrættur?
Riv.
Hvørjum hyggur tú
at í sjónvarpinum?
Mær dámar væl
rørandi sendingar,
sum til dømis
»Sporløs«, har fólk
finna hvønn annan.
Eisini dámar mær í
løtuni væl at fylgja
við í »Borgen«.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
»Den lille prins«. Tað er fimtu ferð, eg lesi hana.
Í Føroyum eru 1111 fólk í vanlig
um arbeiðsbólkum, skjóttarbeið
andi arbeiðsbólkum og ikki minst
í nýggja ineffektiva undrinum,
politiskum fylgibólkum.
Tað sigur fólkateljingin okk
um, nú fínteljingin endiliga er
liðug. Hon sigur eisini, fólkatelj
ingin, at fólkatalið í Føroyum er
bara 41111, tí allar kvinnur taldu
ikki við í manntalinum.
Samanumtikið er ikki so ringt
at búgva her kortini, er fólkatelj
ingin eftirfarandi. Tað er hon,
siga tey.
Og tað er ein óheppin niður
støða fyri fólkasálina. Tí føroy
ingar eru sum børn, grenja og
krevja alla tíðina.
Bankarnir eiga til dømis at
vera almannastovur á bygd. Ikki
tað, sum teir eru, beinharður,
miskunnarleysur bisniss við ein
ans endamáli, pengar til teirra,
sum eiga.
Føroyingar liva ikki uttan
bil. Bara deyðir føroyingar hava
ikki bil. Teldu hava eisini øll.
Tær kosta ikki nógv, heldur ikki í
heimsins dýrasta landi at búgva í.
Annars ber til at keypa sær eina í
Newcastle.
Hví vilja øll á bygd eisini hava
berghol hagar, vegur longu er,
tá tey ikki vilja av bygdini við
pengum?
Fjølmiðlarnir knarra óført um
alt ov fáar lýsingar. Tað er løgið,
at teir fáa lýsingar yvirhøvur. Tí
síður og senditíð eru altíð víðopin
fyri ókeypis reklamu. Alt telur
við.
Nú skal so kannast, hoyrdi
eg, hvussu nøgdir, ella rættari,
hvussu ónøgdir føroyingar eru.
Bara eitt fólkaslag grenjar meira
enn føroyingar. Og tað slagið er,
siga kanningar, heimsins lukku
ligasta, danskarar.
Fólkaheilsuráðið skal gera
eydnukanningina. Er tað vorðið
ein sjúka, sum skal fyribyrgjast
við forboðum, at vera glað og
lukkulig?
So fáa vit at síggja, um tey,
sum gera eftir ráðunum hjá ráð
num, eru glaðari enn hini. Um
brokkoli sjey ferðir um dagin er
tað sama sum lívsgleði.
Ferðavinnan fær upp í leypar
av milliónum skattakrónum
hvørt ár til at lokka útlendingar
higar. Higartil uttan stórvegis
úrslit. Hvussu skal tað tá bera til
at lokka føroyingar hendanvegin?
At flyta úr heimsins lukkuligasta
eydnulandi.
Orð eru altíð stuttlig at fáast
við og seta saman. Eg eri ikki
stinnur í týskum, viðgekk eg
her herfyri, men hesi trý orðini
skilti eg tó alt fyri eitt. Tey eru
so logisk. Tey stóðu á einum lepa
í einum tjaldi, sum seldi heitt
jóladrekka. Har var opið »bis
keinermehr kommt.« Ein framúr
skarandi kompositión.
Á hallelujafrontinum henda
ting og sakir. Í Miðflokkinum
ásanna tey, at tað nyttar einki
at biðja fyri teimum sjúku. Nú
skal fólkið hava, ikki opium, men
kannabis, indiskan hamp. Frálíkt
hugskot. Vónandi fer slíkur
kollektivur gleðisrúsur at gúppa
Føroyar upp úr miðøldunum.
Tað er í lagi at hunddálka
fólk og stoyta øll ljót og fúl orð
oman yvir tey, bara orðini standa
í Bíbliuni. Og har eru øll tey
ótespiligastu orðini í málinum,
sama hvussu týðingin eitur.
Og ræðuligar hóttanir, sum fáa
heiðurslimir í Hells Angels at
rodna.
Tvær bøkur lógu í einum
frystiposa í postkassanum ein
dag, tá junkmeylur annars ikki
plagdi at koma. Perman var
grøn, og svørt sjálvandi, so tær
matsjaðu grøna ílatið.
Politiskir fylgibólkar ja. Tey
eru gandaorðini, tá eingi lands
stýrisfólk, sum annars fáa eina
rímiliga løn fyri at taka avgerðir,
tora at taka avgerðir.
Hvat er so at gera fyri at
sleppa sær undan avgerðini?
Manna ein politiskan fylgibólk
við monnum og kvinnum. So
hendir heldur einki tey næstu
tíggju árini. So er friður. Og frið
ur er so sissandi. Friðarvarðveit
andi politiskir fylgibólkar.
Tað er ein dygd at tora at taka
avgerðir og standa við tær. Dygd
er ikki ein dygd í Føroyum.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Petsi F. Tvørfoss
lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg
Tónleikur
kann verða
gandakendur
– Tað besta við starvinum sum songkvinna
og tónleikalærari er, tá tónleikurin er
gandakendur, sigur Petsi Friis Tvørfoss, sum
seinni í ár gevur út nýggja føroyska fløgu
Leysakast