fríggjadagur 8. februar 2013síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 16 · 8. februar 2013
8
VIKUSKIFTI
Samrøða
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tey, sum hava hitt Lauru í Rituvík,
minnast hana. Hon smæðist ikki burtur.
Hevur lætt við at seta seg í samband við
fólk, tosar nógv og hart, hevur skjótt
til látur og sýnir tí einstaka og felags
skapinum ans.
Soleiðis er hon, og oftast og heilt
nátúrliga er tað hon, sum stendur á odda,
birtir upp undir, samskipar og tekur tøk,
tá ið tiltøk skulu fyriskipast. Ikki minst
tá ið tað snýr seg um heimbygdina
Rituvík, har Laura altíð hevur búð og
framvegis býr, tá ið tað snýr seg um
eldrafelagið Nón í Runavík, og tá ið tað
snýr seg um tey, sum í styttri og longri
tíðarskeið og av sjúkuávum eru noydd
at halda til á sjúklingahotellinum í
Keypmannahavn.
29. august í fjør helt Laura 50 føð
ingardag í hølunum hjá eldrafelagnum
Nón. Nógvir rituvíkingar møttu upp, og
tað er eingin loyna, at teir rokna Laura
at hava stóran týdning fyri trivnaðin í
bygdini. Hon er eitt slag av liðformanni,
søgdu tey og bóru dømi fram um, hvat
teyvvið hesum sipaðu til.
Har vóru eisini mong frá eldra
felagnum Nón í Runavík, og eisini tey
greiddu frá og fegnaðust um uppliv
ingar, sum Laura hevur verið oddviti í
at syrgt fyri, at tey hava fingið uttan
lands.
Síðani 50 ára føðingardagin hevur
Laura serliga brúkt tíð og orku upp á
sjúklingahotellið í Keypmannahavn.
Tað venda vit aftur til um eina løtu.
Áræðið og hugurin hjá Lauru at
skunda undir og saman við øðrum at
taka tøk hevur borið við sær, at nógv er
komið av skafti, sum ikki hevði komið
í eygað, um tað varð bíðað eftir, at tað
almenna tók stigið, m. a. tí raðfestingin
segði, at tað ikki var fíggjarlig orka til
tað. So hevur tað víst seg, at tað í civila
partinum av samfelagnum ber til at
finna arbeiðsorku og maskinorku, sum
uttan viðurlag hevur syrgt fyri, at ting
ini vórðu fingin frá hondini.
Spæliplássið í heimbygdini
Í Rituvík hava tey prýðuligt spælipláss.
Í løtuni verður fyrireikað at fáa góða
grill aftrat. Bygdafólkið – bæði stór
og smá – eru á spæliplássinum, ið ikki
er FIFA sparkivøllur, men spælipláss,
sum bygdafólkið sjálvt hevur fingið til
vega.
Hvussu kom hetta í lag, Laura?
– Tað var í bindiklubbapráti her í stov
uni hjá okkum undir kreppuni í nítiár
unum. Vit vóru samdar um, at okkum
tørvaði eitt spælipláss. Tíðirnar vóru
ikki góðar, og tað gekk striltið at fáa
kommununa við uppá tað. Bæði tí
tey vildu hava plássið aðra staðni enn
vit, og tí ætlanin varð mett at vera ov
kostnaðarmikil. Eftir kommunuval
eydnaðist at fáa býráðið við uppá, at
spæliplássið skuldi verða undir Kass.
Økið sá ikki so tespuligt út, men vit
fingu allar góðar kreftir í Rituvík at
samstarva, og so bar tað til. Tá vóru
fleiri entrepenørar, sum áttu maskinur
og lastbilar. Vit fingu bilbukt við stóru
ánna, sum rann ígjøgnum stykkið, og
so gekk tað skjótt. Fólk høvdu amboð
við sær, og ofta endaðu vit við einum
drekkamunni her inni hjá okkum.
Mamma livdi tá. Hon var blind og búði
hjá okkum, og henni dámdi so væl at
hava lív rundanum seg. So tað vóru
eykavinningar fyri okkum og hana, at
so nógv vitjaðu inn her, greiðir Laura
Olsen frá.
Leingi var spæliplássið eyrvøllur:
– So hoyrdu vit um, at klaksvíkingar
skuldi skifta graslíki. Eg helt við hini,
at vit áttu at spurt, um vit kundu fáa
nakað av tí, sum teir har norðuri tóku
av. Eingin roknaði við, at tað fór at
eydnast at fáa graslíki úr Klaksvík og
út til Rituvíkar. Eg ringdi til Jógvan
við Keldu, sum tá var borgarstjóri, og
fortaldi honum um ætlanina. Honum
líkaði væl projektið hjá okkum, og
hann syrgdi fyri, at vit fingu hetta
játtað. Seinni fór tað av vindi, og aftur
tá fingu vit graslíki frá klaksvíkingum.
Tá fóru báðir vøllirnir – tann hjá
okkum og tann í Klaksvík – av vindi
í senn. Gunvá við Keldu skipaði fyri,
at vit fingu burtur av tí, sum skuldi
burtur har norðuri. Síðani er vøllurin
nógv nýttur, eisini av barnagarð-
inum og frítíðarskúlanum, sum er í
gamla skúla, og av barnagarðinum,
sum var í Æðuvík. Nú eru vit spent
uppá, hvussu tað fer at eydnast við
grillini. Tilfarið er komið, og vit hava
skaffað pengarnar til múraran, sum
kemur í mai mánað.
Á ferð við teimum eldru
Eldrafelagið Nón skipar fyri uttan
landsferðum fyri limirnar. Í tí er Laura
Olsen krumptappurin. Limirnir siga, at
tað er óhugsandi at fara av landinum,
uttan at Laura er við, um tað so er at
fara til Danmarkar, Noregs ella onkra
aðra staðni.
Hvussu ber hetta til, spyrja vit
Lauru:
– Tað var mest sum av tilvild. Eg eri
von við at vera við til at fyriskipa tiltøk.
Tá ið tey í Nón so skipaðu fyri tiltøkum,
tí tey ætlaðu sær uttanlands, heittu tey
á meg um at hjálpa teimum. Hetta eru
fleiri ár síðani, og so hevur hetta vundið
upp á seg. Nú dugi eg ikki at ímynda
mær ikki at vera við í Nón.
Hví?
– Tí tað gevur mær so ómetaliga nógv.
Tey eldru eru so takksom, og tað hevur
við sær, at eg fái styrki av at vera saman
við teimum.
Laura fer ígjøgnum heilt fyri okkum,
siga tey í eldrafelagnum Nón:
Hon syrgir fyri ferðaseðlum og
gisting og útferðum. Eina ferð, vit vóru
í Noregi og koyrdu aftur til Bergen fyri
at fara heim aftur við Norrønu, vísti
tað seg, at tunnilin var stongdur, tí tey
arbeiddu í honum.
– Vit høvdu ikki gáað um hetta, og
um vit skuldu farið umveg, so høvdu
vit verið ov sein. Tað var ikki frítt,
at panikkur var um at koma í, men
Laura ornaði tingini. Hon ringdi til
løgregluna, sum setti seg í sambandi við
leiðsluna fyri arbeiðnum, og ein hálvan
tíma seinni fóru vit ígjøgnum tunnilin,
greiddu tey frá í 50 ára føðingardegnum
og hildu seg harvið hava undirstrikað,
at Laura megnar at fara ígjøgnum heilt
fyri tey.
Hotellið í Keypmannahavn
Síðsta summar flutti Hotel Tórshavn,
sjúklingahotellið í Keypmannahavn, í
Samrøða við 50 ára gomlu Lauru Olsen, sum setur futt í, har hon er, og sum
eitt nú hevur staðið á odda fyri spæliplássinum í heimbygdini, syrgt fyri
fígging og verið ferðaleiðari á uttanlandsferðunum hjá eldrafelagnum,
og sum síðstu mánaðirnar hevur samskipað átak at betra umstøðurnar
á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, og nú fer at læra til heilsurøktara.
Hon greiðir eisini frá, hví hon fegin vil sleppa í starvslæru á einum hospis
Laura
í Rituvík
og tey gomlu og tey sjúku