fríggjadagur 8. februar 2013síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 16 · 8. februar 2013
9
VIKUSKIFTI
nýggj høli í Venøgade á Eysturbrúgv.
Játtanin var so mikið knøpp, at tað í
fyrstu atløgu ikki var møguleiki fyri
skápum og sjónvarpi á kømurunum.
Í summar tók Laura stig til at pen
ingur varð savnaður í Føroyum við tí
fyri eyga at fáa skáp og sjónvarp. Hetta
kom upp á pláss síðsta heyst, og fyri
fáum vikum síðani handaði hon kekk
til stuðulsbólkin fyri sjúklingarnar í
Keypmannahavn. Tað gjørdi Laura, tá
ið hon fyri triðju ferð í hálvt ár var
saman við manninum í sjúkraørindum
í Keypmannahavn.
– Hesin peningurin skal nýtast í
summar at keypa tvey ára gamlan buss
at koyra sjúklingarnar og tey avvarðandi
til áhugaverd støð. Tað hevur stóran
týdning, at tað eru umstøður hjá
teimum á hotellinum at stytta sær
stundir. Tað verður eitt nú gjørt við, at
føroyingar í Keypmannahavn uttan løn
og sjálvbodnir koyra frá hotellinum og
til t. d. Fields, Fisketorvet, Kristnastovu,
Frílandsmuseið og onkran túrin yvir til
Malmø. Bussurin, Søljan, sum tey nú
hava, er 18 ára gamal, og í heyst frætti
eg, at hann gongur ikki gjøgnum sýn
eina ferð aftrat. Kim, danin, sum koyrir
millum Kastrup og hotellið og millum
hotellið og sjúkrahúsið, skiftir ofta
bussin út. Hann fer at skifta í summar,
og nú kunnu vit keypa bussin hjá hon
um, sum er í orduliga góðum standi,
hevur góð setur og hevur hentleikar til
eitt nú tey, sum sita í rullustóli.
Hvat kostar hetta?
– Av tí at talan er um buss, sum hevur
verið nýttur til hetta endamálið, og
sum vit harvið fáa uttan moms, so fáa
vit hann fyri umleið 350 túsund. Frá
sjónvarpstiltøkunum var eitt sindur
eftir. Tað hevur verið stórt upplivilsi
fyri meg at royna at fáa tær 230 túsund,
sum írestaðu, til vega. Eg vendi mær
til nakrar útgerðarmenn, sum onkuntíð
plaga at hjálpa í felag. Tað vóru Varðin í
Gøtu, JFK Trol og Christian í Grótinum
í Klaksvík, Framherji í Fuglafirði, Tavan
í Leirvík og Faroe Marine í Oyndarfirði,
sum syrgdu fyri, at nú er klárt at keypa
bussin. Tað eru vit fegin um vegna
sjúklingarnar, teirra avvarðandi og
eisini bussførararnar.
Og so vóru tað sjónvarpini, sum
vórðu keypt í heyst?
– Eg havi fylgt við á hotellinum síðani
síðst í áttati árunum. Fyrstu árini var
tað í Gothersgade saman við mammu,
tá ið hon var niðri í sjúkraørindum, og
seinni var tað saman við verfaðir. Síðsta
summar, um somu tíð sum hotellið var
flutt í nýggju hølini, fór eg niður saman
við manninum, sum skuldi søkja sær
heilsubót. Vit hava verið tríggjar ferðir
niðri nú, og tíbetur er hann frískur.
Fyrsta dagin, vit vóru á hotellinum,
møtti eg skurðviðgjørdum og veikum
manni á gongini. Eldri føroyingar eru
varnir at biðja um hjálp, men hann
takkaði, tá ið eg hjálpti honum við
kuffertinum. Hann vildi hava tað upp
á seingina, so hann ikki skuldi lyfta tað
upp og niður fleiri ferðir. Tað var hann
ikki førur fyri. Hann var so veikur, at
hann helt seg fyri tað mesta á kamar
inum, og tað skar meg í hjartað, at tað
ikki var sjónvarp at stytta sær stundir
við, og at vánirnar fyri, at tað skuldi
koma, ikki vóru góðar. Tá gjørdi eg av
at gera mítt fyri at skunda undir at fáa
sjónvarp á kømrini.
Hvussu gekk tað fyri seg?
– Vit skipaðu fyri bingo í Runavík.
Undirtøkan var góð, og tá ið eg setti
meg í samband við fólk kring landið,
var hugurin at hjálpa ógvuliga stórur.
Bingo vóru í Klaksvík, á Oyrarbakka,
í Vágum, á Argjum og í Suðuroy, Lisa
Frederiksberg og Lions skavaðu nógv
saman, og so var fíggingin komin upp
á pláss. Tá ið vit vóru niðri í oktober,
fór eg ein dagin saman við øðrum av
varðandi í Føtex á Fisketorvet. Eg hugdi
eftir sjónvarpum og uppdagaði, at tey
seldu øll tey góðu og kendu merkini.
Har var okkurt upp á tilboð, og eg
spurdi krambakallin, hvør prísurin
var, um eg keypti 60 sjónvarp! Hann
hugdi við og endurtók, um eg meinti
við 60. So segði hann seg vera noyddan
at senda boð eftir sínum stjóra, og tá ið
hann var komin og hevði hoyrt søguna,
sendi hann aftur boð eftir bossinum í
felagnum. Hesin var ógvuliga upptikin
av søguni um, hvussu føroyingar vildu
hjálpa og boðaði frá, at Føtex gav
avsláttur upp á knappliga hálvt hundrað
túsund. Talan er um sjónvarp, sum eru
rímuliga stór í mynd og eisini teksti,
og sum tað ber til at leggja føroyska
útvarpið og sjónvarpið inn í. Tey verða
søgd at halda í eini tíggju ár. Samlaðu
útreiðslurnar, íroknað besløg og upp
seting, sum ein føroyingur tók sær av,
vóru 140 túsund. Tað helt eg vera gott
tilboð, men eg hevði ikki skil fyri tí.
Leiðslan á hotellinum og onkur serfrøð
ingur kannaðu prísir og komu til sama
úrslit, og so keyptu vit. Í oktober vóru
øll 60 sjónvarpini komin upp at hanga,
greiðir Laura Olsen fegin og eldhugað
frá, og hon heldur fram:
– Tað er ógvuliga týdningarmikið,
at umstøðurnar eru góðar, tí tað er
rættuliga serligt at vera á sjúlkinga
hotellinum. Eitt kvøldið í august vóru
vit átta, sum sótu kring borðið og prát
aðu. Nú tá ið vit vóru niðri í januar,
staðfestu vit, at í seks av hesum før
unum er tann sjúki farin.
Brennir fyri
teimum doyggjandi
Í løtuni arbeiðir Laura Olsen í blomstur
handlinum Orkis á Glyvrum. Hóast hon
er farin um tey fimmti, og er vorðin
omma, so ætlar hon sær nú at læra til
heilsurøktara. 2. apríl fer hon undir út
búgvingina í Suðuroy.
– Eg gleði meg sum eitt barn, og
royndirnar nógvu tey seinastu árini
hava lært meg, hvat tað er, sum eg
brenni fyri. Eitt nú nógvu vitjanirnar
á ríkissjúkrahúsinum og á sjúklinga
hotellinum saman við mammu, Katrinu
Einarsson í Rituvík, og síðani verfaðir,
Kristian Olsen við Gjógv, sum nú bæði
eru farin, og síðsta hálva árið saman við
manninum, Jónsvein, hava givið mær
møguleikar at verið tætt upp at sjúkum
og eisini doyggjandi. Tað hevur sera
stóran týdning, at síðsta tíðin er virðilig,
og at tey fáa góða viðgerð, umsorgan,
hjálp og linna, um tað so er til likam,
anda og sálar. Tað eru tey, ið hava hava
hetta sum starv, og eg vóni, at tað fer
at eydnast hjá mær í útbúgvingini at
fáa loyvi at vera við í hesum. Vónandi
fer tað at bera til at sleppa í starvslæru
á einum hospis. Eg brenni fyri hesum,
sigur Laura í Rituvík.
mynd: Eydbii myndir