fríggjadagur 8. februar 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 16 · 8. februar 2013
10
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einaferð var tað ein genta, sum æt
Evi...
Kanska ikki heilt rætti inngangurin
til eina blaðgrein, men tónleikatilveran
hjá 31 ára gomlu Evi Tausen líkist av
sonnum einum ævintýri. Tað er ikki
stórt meira enn hálvttriðja ár síðani, at
hon fyrstu ferð framførdi framman fyri
øðrum fólkum – hetta var ein sangur til
mannin á brúdleypsdegnum – og síðani
hava fetini verið bæði mong og stór.
Fyrsta fløgan gjørdist skjótt veru
leiki, og síðani er tónleikurin vorðin
ein alsamt størri partur av tilveruni
hjá Evi. Maðurin, Gudmund, er eisini
umboðsmaður hjá Evi, og saman hava
tey troytt møguleikar av alskyns slag.
Ein av hesum var at vera við á Country-
messu í Berlin. Seinasta hósdag varð
leiðin løgd móti týska stórbýnum, og
áðrenn kósin aftur varð sett móti klett
unum í Atlantshavi, varð eitt legg gjørt
til Írland og Dublin.
Stjørna í Berlin
Tilveran sum tónleikastjørna er mest
sum ókend hjá Evi. Og tí kom tað
mest sum púrasta óvart á hana, tá
hon brádliga var partur av eini slíkari
country-messu sum henni í Berlin.
– Tað var ein heilt fantastisk upp
living – eitt veruligt Mekka fyri
country-fjepparar. Bara at síggja øll
fólkini, og hvussu høgt tey gingu upp í
hetta at vera »country« var einastand
andi stuttligt. Har vóru hattar, vestar og
cowboyklæðir við øllum dingledarum.
Tað einasta, sum restaði í, vóru hestar
nir, men helst var ikki loyvi at hava teir
við inni á messuni, flennir Evi.
Og sjálvandi slapp Evi eisini upp
í part á pallinum, har hon saman við
Paula Magnussen og Jens Marna Hansen
fekk eina framúr góða móttøku.
– Country-tónleikur í dag er ofta
blandaður nógv saman við poppi, men
tað er ikki tann stílurin, sum mær dámar
best. Tá vit spældu, vóru rættiliga nógv
tilkomin fólk millum áhoyrarnar, og frá
fleiri av hesum fekk eg at vita, at tey
av álvara høvdu saknað góðan gamlan
country-tónleik av tí slagnum, sum vit
framføra. Eftir framførsluna stóðu
fólk í bíðirøð at fáa autografar, so upp
á allar mátar var hetta ein fantastiskt
uppliving, sigur Evi.
Og hon leggur afturat, at tað vóru
ikki bert country-fjepparar, sum lótu
væl at. Messan skuldi sjálvandi eisini
nýtast til at knýta sambond við fyri
skiparar av ymsum slag, og longu nú
tykist greitt, at hetta hevur eydnast til
UG.
– Eitt nú tosaðu vit við umboð fyri
country-festivalin í Silkeborg, og útlit
ini tykjast góð fyri, at vit kunnu fram
føra har í 2014. Eisini tosaði eg við tveir
norskar fyriskiparar av festivalum, og
hesir sýndu eisini stóran áhuga fyri
okkara tónleiki, sigur Evi.
Størsta gjøgnumbrotið man tó vera,
at tað nú stendur greitt, at komandi
fløgan við Evi eisini verður seld uttan
fyri landoddarnar.
– Vit hava fingið avtalu við Cargo
Records, sum er eitt stórt týskt útgávu
felag. Avtalan inniber, at felagið stendur
fyri útbreiðsluni av fløguni í Týsklandi
og Sveis, og tað eru sjálvandi tveir sera
áhugaverdir marknaðir. Ikki minst, tá
tú hugsar um fólkatalið í Týsklandi,
sigur Evi.
Nominerað í Írlandi
Tað er kanska ikki løgið, um Evi og
fylgi hennara av álvara fóru at sveima
eftir vitjanina í Berlin. Men ævintýrið
steðgaði tó ikki her.
Seinastu dagarnar av ferðini vórðu
nýttir í írska høvuðsstaðnum, Dublin,
og eisini her gekk framúr.
– Endamálið var sjálvandi at gera
vart við okkum. Vit hava gjørt onkra
stakfløgu, sum útvarpsstøðir har á leið
ini hava fingið, og vit framførdu eisini
beinleiðis í útvarpi. Eitt tað stuttligasta
í hesum var, at vertirnir vóru púrasta
ovfarnir av, hvussu væl vit trý riggaðu
sum ein eind. Onkur hyggjari skrivaði
inn og spurdi, um tað nú passaði, at vit
spældu live, og sjálvur tók verturin til,
at hetta var fyrsta ferðin, at hann hevði
upplivað, at eingin innstilling yvir
høvur skuldi gerast, meðan spælt varð.
Hetta haldi eg eisini vera eitt stórt rós
til Paula og Jens Marna, og sjálv kann
eg bara staðfesta, at kemi’in millum
okkum trý er heilt framúr. Júst hetta
gevur eisini ein tryggleika, tá tú skalt
spæla, og tað er hugaligt at hoyra onn
ur siga, hvussu væl vit rigga sum ein
bólkur, sigur Evi, sum veruliga tykist
hava lagt írar fyri sínar føtur.
Í øllum førum fekk hon á ferðini
eisini at vita, at hon er í uppskoti til
virðisløn sum »international artist of
the year«. Hetta er virðisløn, sum tey
bæði seinastu árini eru latin somikið
virdum nøvnum sum Colin Raye og
George Jones.
– Sjálvandi merkir ein tilnevning
ikki, at eg havi vunnið heiðurin, men
bara tað at vera í uppskoti til hetta er
Tað er ikki hissini charmuferð, sum Evi Tausen nú er komin aftur
av. Ein plátusáttmáli í Týsklandi og nomering til besti altjóða
artisturin innan country teljast millum úrslitini
av evi
fáa ikki nokk