fríggjadagur 8. februar 2013síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 16 · 8. februar 2013
11
VIKUSKIFTI
– Tað var ein heilt fantastisk
uppliving – eitt veruligt Mekka fyri
country-fjepparar. Bara at síggja øll
fólkini, og hvussu høgt tey gingu upp
í hetta at vera »country« var eina
standandi stuttligt, sigur Evi Tausen
veruliga stórt, sigur Evi, sum eisini er
biðin um at koma til Dublin at spæla,
tá virðislønirnar skulu handast.
Enn hevur Evi ikki gjørt av, um
hetta verður veruleiki, men fram til
hetta mugu írar í øllum førum taka
til takkar við staklagnum Blue Radio,
sum eisini verður gjørt til sjónbandalag
í næstum.
Heim á Tjarnargarð
Hóast tað soleiðis tykist vera gott flog
á tónleikalívinum í løtuni, so hevur
Evi framvegis beinini væl og virðiliga
á jørðini.
– Hetta er stuttligt og strævið. Ja, eg
vil enntá siga, at seinastu vikurnar hava
verið rættiliga hektiskar, og longu nú
er greitt, at vit hava nóg mikið at gera
í summar. Men eg lesi eisini til heilsu
hjálpara, og tað er ikki nakað, sum eg
ætli mær at gevast við, sigur Evi, sum
nú aftur fer beina leið á Tjarnargarð í
starvsvenjing.
Nýggj fløga skal eisini takast upp,
og hetta tykist vera nakað, sum Evi
veruliga gleðir seg til.
– Eg var á ongan hátt ónøgd við
Wishing Well. Men tá var eg púrasta
nýggj og óroynd. Tí gjørdi eg eisini fyri
tað nógva soleiðis, sum onnur vildu
hava meg at gera, hóast eg onkra tíð
kundi hugsað mær, at tingini vórðu
gjørd øðrvísi. Tí rokni eg við, at nýggja
fløgan í størri mun fær ein persón-
ligan dám, sigur Evi um ævintýrið,
sum útlendingar eisini hava bitið
merki í.
Í øllum førum var seinasti spurning
urin, sum Evi fekk, tá hon vitjaði í
útvarpsstøð í Dublin hesin:
– Sig mær nú heilt satt. Passar
tað veruliga, at tað bert eru góð
tvey ár síðani, at tú fyrstu
ferð sang framman
fyri eini fjøld?
Tá Evi á páskum skal spæla á stórum
festivali í Skotlandi, verður ferðast við
leiguflogfari.
– Vit hava valt at gjørt hetta, tí
tað skulu bæði fólk og viðføri við á
eini slíkari ferð, og tá er munandi
lættari at gera ferðina í einum, heldur
enn við fleiri millumlendingum, sigur
Gudmunur Djurhuus, ið er bæði maður
og umboðsmaður hjá Evi.
– Vit hava tí í samstarvi við
Fonn-flog og Atlantic Airways gjørt
leiguferð, har vit flúgva til Aberdeen
skírishósdag og koma aftur annan
páskadag. Sjálvandi vóna vit, at
hetta verður ein ferð, sum country-
fjepparar taka til sín, so vit eisini hava
føroyskar áhoyrarar til framførslurnar,
men vit fara sjálvandi ikki at seta krøv
til, hvat fólk gera á ferðini. Vilja tey
bara til Aberdeen at shoppa, so skulu
tey sjálvandi eisini sleppa tað, sigur
Gudmundur.
Sjálvur festivalurin, sum Evi tá
skal spæla á, verður í Thurso, sum
liggur nakað norðanfyri Aberdeen.
Festival-flogfar
til Skotlands
Savnsmynd