fríggjadagur 8. februar 2013síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 16 · 8. februar 2013
14
VIKUSKIFTI
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Vetrarlesnaður
Hetta er tíðin við myrkum kvøldum, kulda og
illfýsnum veðri. Men undir einum teppi og við
einum góðum temunni ber til at lesa eina bók.
Her er uppskot um bøkur til vetrarlesnað
Fyrsta føroyska
skaldsøgan
Bábelstornið er fyrsta skaldsøgan á
føroyskum máli. Hon kom út sum bók í
1909, men framman undan tí hevði hon
staðið í Tingakrossi sum framhaldssøga
undir heitinum Ættarbregi. Bábelstornið er
ein politisk ættarsøga, sum lýsir húsfólkið
á tveimum gørðum ígjøgnum trý ættarlið.
Eisini er skaldsøgan á sín hátt ein ævisøga
um tjóðskaparrørsluna, sum veruliga
kom í ljós í seinna helming av 19. øld.
Rasmus Rasmussen
Bábelstornið
Skaldsøgan
í tíðini
Fyri jól varð fyrsti stórfilmurin um
Hobban frumsýndur kring heimin.
Talan er um trírøð, sum byggir á
skaldsøguna Hobban hjá J. R. R.
Tolkien. Axel Tórgarð hevur týtt bókina
til føroyskt, og hevur tú ikki lisið
søguna um Hobban, er hetta kanska
júst høvið at lesa skaldsøguna.
J.R.R. Tolkien
Hobbin
Yrkingar
frá Jóanesi
Jóanes Nielsen hevur sín sermerkta
stíl sum yrkjari, og hann er framvegis
trúgvur ímóti stílinum í seinasta
yrkingasavni sínum. Ummælari hjá
tíðarritinum Wencil helt, at yrkingarnar
líkjast í so nógv tí, sum Jóanes áður
hevur skrivað. Men eitt er vist –
keypir tú eitt yrkingasavn hjá Jóanesi
Nielsen, so fært tú Jóanes Nielsen!
Jóanes Nielsen
Tapet millum øldir
Er Páll
svakur?
Í skaldsøguni Alheimsins
einglar býr frásøgumaðurin Páll
á sinnissjúkrahúsi. Páll skal
eitast at vera svakur, men tá ið
samanum kemur, er hann kanska
ikki stórt galnari enn øll tey, sum
laga seg eftir einum vitleysum
samfelag. Inn í frásøgnina hjá
Pálli verða flættaðar søgur og
lagnur hjá mongum av teimum,
sum hann hittir á leiðini.
Einar Már Guðmundsson
Alheimsins Einglar
Gamal matur
til nýggja tíð
Matur úr steinøldini skal verða góður
fyri okkum nútíðarmenniskju og er nógv
uppi í tíðini. Kendi kokkurin Thomas Rode
Andersen hevur gjørt eina kókibók við
Palæø-uppskriftum, sum eru tillagaðar
okkara smakk, og sum serliga innihalda
kjøt, fisk, egg, grømeti, frukt, nøtur og ber.
Thomas Rode Andersen
Stenalderkost
Meistarakrimi
Leitar tú eftir einari nýggjari krimirøð
at lesa, so er bert eitt at gera, og
tað er at fara í holt við røðina um
Gunnar Barbarotti. Håkan Nessar
hevur endurskapað krimisjangruna
við hesari røðini, og upplagt er
at byrja við fyrstu bókini í røðini,
meistaraverkinum Menneske Uden
Hund. Tá ið tú fyrst hevur lisið hesa
bókina, kanst tú ikki lata verða við
at lesa hinar bøkurnar í røðini.
Håkan Nesser
Menneske Uden Hund