Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-08, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2013síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 16 · 8. februar 2013 15 VIKUSKIFTI Uppgerðin við normar og reglur Stórverkið hjá F. Scott Fitzgerald verður aktuelt aftur í hesum árinum, tí filmur er gjørdur við støði í bókini og verður frumsýndur seinni í ár. Søgan gongur fyri seg i 20’unum í USA, har søtir jazztónar eru partur av uppgerðini ímóti reglum og normum. Avleiðingin av uppgerðini er ein missur av samleika og meining. Ein av stóru skaldsøgunum í bókmentasøguni, og líkatil at lesa, nú stórfilmurin hjá Baz Luhrman er á veg. F. Scott Fitzgerald The Great Gatsby Avbjóðandi skaldsøga Søgan um seks ymiskar persónar verður í hesum verki vavd saman til eina hugtakandi søgu. Skaldsøgan hevur fingið fleiri altjóða heiðurslønir, og rithøvundin hevur eisini fingið fleiri herðaklapp fyri verkið. Skyatlas er eksperimenterandi og avbjóðandi. David Mitchell Skyatlas Málmaður gjørdi av við seg Robert Enke var millum teir fremstu fótbóltsmálmenninar í Týsklandi og spældi á landsliðnum. Men hann stríddist eisini við tunglyndi, og í 2009 tveitti hann seg út fyri eitt tok. Rithøvundin Ronald Reng sigur søguna um evnaríka málmannin, sum ikki orkaði at liva. Ronald Reng Et Alt For Kort Live Marco í lívsvanda Marco Effekten er fimta bókin í krimirøðini um Deild Q og Carl Mørck. Jussi Adler-Olsen skrivar sannførandi og á altjóða stigi, og stórur spenningur hevur verið um hesa bókina, sum snýr seg um dreingin Marco, sum tíðliga í lívinum verður kriminellur. Tá ið hann flýggjar frá familjuni, kemur hann av álvara í lívsvanda. Jussi Adler-Olsen Marco Effekten Úr Prag til politiska tindin í USA Madeleine Albright varð fødd í Kekkia og sigur her sterku søguna um seg og sína familju undir og eftir seinna heimsbardaga. Tú sleppur við, tá ið Albright flýggjar úr Prag til London, og síðani vinnur upp á tindarnar í amerikanskum politikki. Ein hugtakandi søga um eina sterka kvinnu, sum setti síni politisku fingramerki á heimssamfelagið. Madeleine Albright Vinter i Prag Drama í Grønlandi Hendan bókin fekk í fjør heiðurslønina hjá bókahandlunum í Danmark. Hon snýr seg um eitt lítið grønlendskt samfelag, har ein kvinna verður rend út av einum bergi og doyr. Avleiðingin verður fíggindaskapur millum grønlendingar og kolonistarnar. Norski rithøvundin Kim Leine hevur arbeitt sum sjúkrapleygari í Grønlandi í 15 ár. Kim Leine Profeterne I Evighedsfjorden Umstrítt verk Norðmaðurin Karl Ove Knausgård hevur skrivað verkið Min Kamp, sum er í seks bindum og telir heilar 2500 síður samanlagt. Verkið er umstrítt, tí tað byggir á veruligar hendingar frá lívinum hjá rithøvundanum, og í Noregi hevur verið kjakast um, hvør markið millum skaldskap og veruleika skal verða. Ummælarar hava róst bókini, men familjan og onnur eru í øðini. Verkið flytir bókmentamarkið – og tað er í sær sjálvum áhugavert. Karl Ove Knausgård Min Kamp Bygdarstríð Mamma Harry Potter roynir seg her við einari skemtiligari søgu fyri vaksin. Søgan snýr seg um, hvat goymir seg handan leiktjøldini einari vakrari enskari bygd. Tá ið Barry Fairweather doyr, verður ein tómur sessur í sóknarráðnum, og tað leggur upp til størsta stríðið í bygdini nakrantíð J.K. Rowling Den Tomme Plads