Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Við leikinum »Sár á Sál« lýsir Kristina Sundar Hansen sorgina og pínuna hjá eini mammu í dramat­ iskum formi. Tað er van­lukk­an 7. mars í 2006, tá báðir synir henn­ara doyðu í eini eldsvanlukku sam­an við einum vin­manni, sum er grund­ ar­lagið undir leikinum. Høvundurin segði við Sosialin næstsíðsta vikuskifti, at endamálið við leikinum er at samskifta. – Eg vildi taka upp eitt burturtagt evni, sum fólk eru bangin fyri at fara inn í, segði hon. Men hon segði samstundis, at leik­urin ikki var skrivaður sum terapi. Leikurin er skrivaður sum ein dramayrking í 20 pørtum. Hann byrj­ar, tá mamman er á sjúkrahús­ in­um aftan á vanlukkuna, tá syn­ir­ nar eru komnir hagar. Hon lýsir ná­ greini­liga støðuna á sjúkrahúsinum, har teir lívleysu kropparnir liggja. Hon fær seg ikki til at trúgva tí, at vanlukkan hevur kostað teimum lívið. Vildi trúgva, at teir svóvu – og hevði bestan hug at biðja teir koma heim, teir skuldu í song, tí teir skuldu tíðliga upp í morgin... – Her er so stilt. Eg hoyri bara meg sjálva anda. Innan í mær hev­ur eitt óvanliga djúpt lágtrýst tikið seg upp. Ein miskunnarleysur storm­ur, sum reisir eina flóðaldu við ógvus­ lig­ari megi, sum dregur út á hav. Eg kenni hend­an sjógvin, tí eg havi verið har fyrr! Skal eg fara aft­aná? Nóls­oyar­fjørður ikki longur ein kaldur og hart­rekandi vanda­sjógv­ ur, men eitt lokkandi blátt floyals­ klæði, sum eg bara kann glíða inn í. Men um eg ikki verið funn­in? Eg havi ein grøv undir lið­ini á tykk­ um... Leikurin er samansettur av brot­ um, sum lýsa tíðina og tankar henn­ ara frá vanlukkudegnum fram til, at hon tók avgerðina um at flyta av landinum. Hann sigur frá, hvussu mamman upplivdi tíðina, um henn­ ara sálarstríð og stríð fyri at koma inn aftur í verðina. Leikurin vísir, hvussu umhvørvið samskiftir við mammuna eftir hend­ingina. Fólk óttast at tosa bein­leiðis við hana – hon hevur eina kenslu av, at samskiftið gong­ ur uttan um hana, heldur enn við hana. Hon lýsir hetta eitt nú við smá­gentuni, sum sigur við hana, at tá hon verður stór, skal hon geva teim­um eitt nýtt barn. Hetta er ein kensla, sum øll kenna og sum øll óttast. Bæði tey, sum hava mist, og tey, sum skulu møta fólki, sum hava mist. – Eg hugsi ofta um teg, eru fyrstu orðin í leikinum. Og júst hesi orðini, er tað sum høvundurin roynir at venda. Og hon spyr, hvussu fólk hugsa: – Er tað veruliga meg, tú hugsar um. Ella er tað óttin fyri, at tú skalt enda í somu støðu sum eg, tú hugs­ ar um. Ein ógvuliga viðkomandi spurn­ ingur, tí hvat er tað, sum fær okkum at hugsa um fólk við sorg? Er tað næstra­kærleikin, ella er tað óttin fyri tíni egnu lagnu? Tað var ein ógvuliga kensluborin løtu á Tjóðpallinum hendan tíman, leikurin vardi. Evnið var kent framm­anundan, men Kristina Sund­ar Hansen hevur dugað sera væl at halda leikinum á einum slík­ um støði, at hon ongantíð fór ov langt við hesum sera kensluborna evni. Leikurin fær fólk at hugsa um duld mein hjá næsta okkara, hann talar til samvitsku okkara um at fáa okkum at bróta tøgnina. Sár á Sál er ein tveymansleikur, og sum leikarar hevur Kristina Sundar Hansen valt royndu yrki­ sjónleikaran Anniku Johannesen og nýútbúna yrkisleikaran, Sofíu Nolsøe. Tær framføra væl. Annika Jo­ hannesen hevur leiklutin sum mamm­an, meðan Sofía Nolsøe hevur ymsar leiklutir sum tey, ið sam­skifta við mammuna. Frumframførslan var leygar­ kvøldið, og leikurin verður sýndur fram til 24. februar, seks sýningar um vikuna. SJÓNLEIKUR Ein nemandi leikur um sorgina hjá eini mammu, sum hevur mist síni børn – og um, hvussu umhvørvið samskiftir uttan um fólk í slíkari støðu – Eg havi hugsað nógv um teg Høvundur og leikstjóri: Kristina Sundar Hansen Dramaturgisk vegleiðing: Janek Szatkowski Pallmynd, búnar og plakat: Hansina Iversen Ljósmynd og pallsmíð: Árni Baldvinsson Ljóðmyd: Jón McBirnie Video, Pallsmíð, ljós- og ljóðansing: Mikkjal Arge Galán Leikarar: Mamman: Annika Johannesen Aðrir leiklutir: Sofía Nolsøe Fyrisiting: Laura Joensen Hjálparfólk: Frans Arge Galán Teskari: Vár B. Jacobsen Foto: Finnur Justinussen Fakta Sár á Sál Sár á Sál er ein beinrakin, poetisk og kensluborin lýsing av einari ólukkuligari støðu, sum vit ongantíð hugsa fer at raka nakran, men, sum tá ið tað hendir, vísir, hvussu sárbar vit øll eru. Sár á Sál lýsir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at vit samskifta rætt, eisini, tá ið vit eru hjálpsom og vísa samkenslu.
 Sár á Sál er ein søga um miss, ið ikki bøtist aftur.
 Sár á Sál lýsir vónir, kontra veruleikan, í eini sorgarstøðu. 
 Sár á Sál setir orð á okkara egnu ómegd.
 Sár á Sál kann vónandi verða viðvirkandi til at loysa upp tað tabu, ið er ein svár avleiðing í øllum samskifti eftir ógvusligar hendingar.
 www.tjodpallur.fo