Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Seinastu 45 árini eru før­oy­ ingar í øllum aldursbólkum farnir til Vatnsoyrar á ymsar legur á Zarepta. Húsið hevur verið tað sama øll hesi árini, men nú er arbeiðið at byggja út av álvara farið í gongd. – Krøvini til at taka ímóti legufólki eru ikki tey somu í dag sum fyrr. Tað hevur verið serliga átrokandi at betra um parkeringsviðurskiftini, og tí skulu vit gera 100 nýggj parkeringspláss og eisini pláss til tríggjar bussar, greið­ ir Birgir Andreasen frá. Hann er nevndarlimur í Zarepta. Sum nakað nýtt fer Za­ repta í heyst at kunna bjóða leguluttakarum eina spæli­ høll. – Veðrið í Føroyum er ikki altíð til vildar, so at børnini kunnu verða úti á eitt nú graslíkisvøllinum. Tí gera vit eina høll, sum kann brúkast til ymisk spæl og eisini til yms­an ítrótt, sigur Birgir Andrea­sen. Kynini verða atskild Zarepta fær tilsamans 2300 fermetrar afturat við teim­ um báðum útbygdu bygn­ ing­unum. Útbyggingin ger millum annað, at genturnar fáa 12 nýggj kømur, har pláss er fyri 12 gentum á hvørjum kamari. Hvørt kamarið hevur egið vesi og brúsu. – Orsøkin til, at genturnar fáa nýggjan bygning og ikki dreingirnir, er tann, at gentu­liðini hava hildið til í tí elsta bygninginum, meðan húsið hjá dreingjunum er tað nýggjara, sigur Birgir Andrea­sen. Útbyggingin hevur tað við sær, at gentur og dreingir fara at vera skild sundur í størri mun enn áður. – Tað hevur verið soleiðis, at genturnar hava í ein ávísan mun gingið gjøgnum gongini hjá dreingjunum fyri at koma til og frá gentukømrunum. Við útbyggingini verður hetta broytt soleiðis kynini vera meira atskild, sigur Birg­ ir Andreasen. Svimjihøllin á Zarepta skal eisini dagførast. Nýggja høll­in skal hava tveir svimji­ hylj­ar, har tann eini er ætl­ að­ur smábørnum, meðan hin, sum eisini er nakað væl størri, hevur spæliøki og skreiði­breyt. – Núverandi hylurin hevur 40 ár á baki. Hann er veruliga niðurslitin og syngur so at siga sítt seinasta ørindi. Kostar 16. Milliónir Avtala er gjørd um at seta bygn­ingarnar upp í august og september í ár. Talan verður um sokallað ráðhús. – Vit rokna við, at bara ráð­húsini koma at kosta umleið 16 milliónir. Har­ aftur­at kemur arbeiðið at mála, leggja gólv, ljós, hita, alt inn­búgv og so framvegis, sigur Birgir Andreasen. Tær umleið 16 milliónirnar, sum ráðhúsini fara at kosta, verða fíggjaðar við pen­inga­gávum. – Tað eru ymisk fólk, sum lata Zarepta peningagávur, soleiðis at virksemi kann vera í húsinum. Soleiðis er eis­ini við útbyggingini, tí tað letur seg eisini einans gera við at fólk lata húsinum fíggjar­ligan stuðul, greiðir Birgir Andreasen frá. Alt hitt arbeiðið verður gjørt við sjálvbodnari hjálp. – Har skal jú málast, gólv leggjast, ljós og hiti gerast, og tað er alt sjálvboðin ar­beiðs­ megi, sigur Birgir Andrea­ sen. Útgrevsturin á Zarepta er longu í gongd, og í næst­ um verða sokklar stoypt­ir, soleiðis at allar dag­før­ingar­ nar verða lidnar í heyst. Leguhúsið Zarepta á Vatnsoyrum verður nú útbygt, soleiðis at tað lýkur nútímans krøv. Spælihøll, parkeringsøki, 12 nýggj gentukømur og ein dagførdur svimjihylur standa klár til at taka í nýtslu til legurnar 2014 Zarepta skal verða nútímans Í 1965 byrjaði Brynleif Hansen saman við øðrum verkið við barnalegum við Áir, har tær vóru hildnar í 2 ár, frá 1965 til 1966. Um heystið í 1965 var øki keypt í Vatnsoyrum og á sumri í 1967 var hús bygt liðugt til endamálið, og fekk húsið navnið Zarepta. Síðan í 1967 hava legur verið á Zarepta á Vatnsoyrum uttan slit til dagin í dag. Zarepta er øll hesi árini nógv útbygt, bæði við bygningum og frítíðarmøguleikum. Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds. Dentur verður eisini lagdur á at leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur, sum at vera ásettum reglum lýðin, at fremja siðiliga atferð og at virða náttúru-, mentanar- og tjóðskaparvirði.Eisini ynskja vit at geva børnunum og teimum ungu eina góða uppliving saman í einum tryggum umhvørvi við spæli og fjørbroyttum frítíðarítrivi. Kelda: zarepta.fo Fakta