Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Var fyri stuttum á fundi í stórari koncern, sum eigur umleið 40 skipasmiðjur runt um í heiminum, ið smíðaðu fleiri enn 200 skip í 2012. Koncernin smíðar mong sløg av skipum, og markn­að­ urin fyri at kalla allar skipa­ bólk­ar hevur verið rímiliga góður seinastu mongu árini vistu sølumenninir at siga frá, men eitt undantak er tó, og tað eru fiskiskipini. Tað verða ikki smíðað so nógv fiskiskip, og fiskiskipini hava sum heild eisini ein nógv hægri meðalaldur enn aðrir skipabólkar. Tá ið eg spurdi hesar sølu­ menn, sum arbeiða á alheims skipamarknaðinum, hví so mundi vera, kom eitt sera áhugavert svar: “Ein avgerandi munur mill­um fiskiskip og aðrar skipa­bólkar, er, at aðrir skipa­bólkar kappast um mark­naðin, meðan fiskiskip í flestu londum fáa tillutað eg­in fiski­rættindi fyri eitt longri- ella óavmarkað tíðar­ skeið.” Eitt sera áhugavert svar, helt eg, og kom at hugsa um Mærsk, sum fyri stuttum kunn­gjørdi, at teirra mál frá 2007, um at minkað CO2- útlátið við 20% fram til 2020, longu var nátt í 2012, og at nýtt mál um 40% minni CO2- útlát í 2020 í mun til 2007 nú var sett. Orsøkin til framburð og góð úrslit hjá Mærsk eru at finna í eini áhald­andi menning av kapp­ing­ar­ parametrum til tess at varð­ veita og helst eisini vaksa um sín part av mark­nað­inum. Hugsa vit okkum har­ aft­ur­ímóti, at flutningur mill­um til dømis fjareystur og Evropa var kvoteraður, og Mærsk, og onnur reiðarí við, høvdu ræðisrættindi til ávísan procentpart av flutn­ ing­inum í óavmarkaða tíð, tó við eini uppsagnartíð á 7 til 9 ár; hvussu hevði flotin av stórum bingjuskipum so sæð út? Tá hevði ikki verið neyðugt áhaldandi at ment flotan, til tess at tryggja sær sín part av marknaðinum, tí hann var givin frammanundan. Úr­slitið hevði helst verið eldri óøkonomisk skip og hægri flutningskostnaðir fyri okkum øll. Nei ikki er vist, at trygg ræðisrættindi eru mennandi fyri eina vinnu, tí hesi kunnu saktans gerast ein koddi, eins og stuðul er tað! Í einum landi har fiski­ vinn­an hevur so nógv at siga fyri búskapin, sum her hjá okk­um, er tað av alstórum týdn­ingi, at fortreytirnar fyri vinnuni eru tær sam­ felagsliga bestu. Thormund Johannesen Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc. Eru trygg ræðisrættindi mennandi fyri eina vinnu? kjak Spurningurin er so hví upp­ skotið fall, og hvør vann nak­ að við tað? Familjurnar og børn­ini taptu so – og harvið sam­felagið alt. Í veruleikanum hevði alt kunnað verið so gott. Tað man vera sjálvdan at løgtingið kem­ur til slík uppskot, har fíggingin er tøk, og fólk eru samd um, at leingjan av barns­burðarfarloyvinum er ein gongd leið. Meðan grannalondini sein­astu árini hava framt mun­andi batar í barns­burð­ ar­farloyvinum, eru vit eftir­ bátar. Vit brilliera við at hava tað styttsta farloyvi. Tískil átti tað at verið sjálvsagt at fingið lagt 8 vikur afturat barnsburðarfarloyvinum, tá ið peningur nú var til endamálið. Og tað er bert eitt neyðugt fet á leiðini móti, at barnsburðarfarloyvi verður eitt ár. Afturat hesum eru fleiri onnur viðurskifti at fáa greiðu á, so sum økt farloyvi til pápan, spurningurin um eftirløn á útgjaldið, trupul­ leikarnar hjá lesandi, og mangt annað. Minkandi barnatal Ein av okkara allarstørstu avbjóðingum er minkandi barnatalið. Í fjør blivi 576 børn fødd, og tað er søguliga lágt. Afturat hesum er at siga, at føroysku konurnar eru raskastar at eiga børn, tí vit fáa í miðal flest børn í norðanlondum. Trupulleikin er tíverri tann, at vit hava ov fáar kvinnur. Neyvan kann ein betri barsilsskipan einsa­ møll fáa vent hesi gongdini, men hon kann so avgjørt vera við til at skapa betri trivnað og umstøður fyri familjurnar. Og har familjur trívast og búgva, har eru menn­ingarmøguleikar í sam­ felagnum. Strongdar familjur Flest øll mugu vera samd um, at tær 30 vikurnar mamman í dag fær, og tær 4 sum pápin eigur ikki eru nøktandi. Vit uppliva í dag, at børnini í mongum førum koma alt ov tíðliga á dagstóvn. Tey flestu duga ikki at sita, eru kanska júst byrjaði at eta við skeið, og eru sum heild ikki búgvin at fara út. Bróstabarnið má kanska eisini gevast at súgva. Úrslitið er ofta sjúkradagar omaná sjúkradagar, sum plág­ ar barnið, og sum skap­ar stóra strongd í familj­un­um, tí tað aftur skapar trupul­leik­ar fyri nógv á arbeiðs­pláss­in­um. Alsamt fleiri familjur royna at fáa sær nak­rar vik­ ur afturat barns­burðar­far­ loyvinum við sjálvi at gjalda. Men hvat við tí familjuni, ella tí staka, sum ikki hevur ráð til tess ? Er veruleikin í dag ikki tann, at hesi ikki hava annan møguelika enn at koyra børnini tíðlig út fyri at sleppa til arbeiðis, fyri at yvirliva ? Longu her hava vit lagt betri lunnur undir heilsu og menningarmøguleikar hjá nøkrum børnum, tí nøkur kunnu keypa sær farloyvi, og onnur ikki. Hetta eiga vit sum skjótast at koma burturfrá, við at skapa eins møguleikar fyri øll. Peningur sum er kravdur inn til barlisskipan, endar í landskassanum Hvørt ár krevur landið pen­ing inn í barsilsgjaldið frá øllum løntakarum í land­ in­um. Peningur sum er til, at foreldrini kunnu vera heima hjá barninum. Í verandi løtu er stórt yvirskot í barsils­skip­ anini, og tann peningurin fer í landskassan og ikki til børnini. Hetta eiga vit ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka. Men í staðin fyri at samtykkja okkara uppskot, so valdi samgonga at atkvøða nei, við tí grundgeving, at bólkurin, sum Johan Dahl hevur sett at viðgera fólka­ frá­flyting møguliga fór at koma við tilmælum um longt barns­burðarfarloyvi. Ergo, man vil heldur kanna og finna útav um vit hava tann trupul­leika, sum vit øll vita, at vit hava, og so kanska gera nakað við hann. Tí hví ikki bara seta tað í verk, sum øll vita er rætt. Tað kann ikki vera so livandi galið, at man vil ofra umstøðurnar hjá børn­um og familjum, fyri at vinna á andstøðuni ? Tá hava øll tapt ! Sirið Stenberg Tjóðveldi Eitt stórt vónbrot, at okkara uppskot um leingjan av barnsburðarfarloyvinum fall Serføroyskur journali­stikkur ella »tíðinda­ smíðing« Tað virkar eitt sindur barokt, at man í bløðunum er farin at ógvast um, at tað sonevnda Kring­varpið er farið at brúka Høgna Hoydal sum kom­men­tator. Men tað er jú heilt eftir synopsis-bókini hjá tjóð­ veldis­bandanum. Soleiðis vilja fullveldisgarpar hava, at tíð­indi skulu smíð­ast! Pub­lic ser­vice í Føroyum er næst­an pr. defini­tión blivin RE-public(an) service hjá ein­oygd­um tjó­ðveldis­fólki. Tosar man við mannin á gøtuni um Kringvarpið, so eru sjáldan tvær mein­ingar um, at hesin al­ment licens­ financieraði heila­vaski­stovn­ ur, stórt sæð meginpartin av tíðini, hevur verið eitt sera illa camouflerað tjóð­ veld­is-reiður? Tey flestu hava sjáldan kunnað spor­að nakran objektivitet í tíð­inda­ burðinum, heldur ikki í teim­ um naivu interviewunum hjá varpingarmonnum. Teirra sub­jektivitetur er a­loft­ast vul­gerur og lítið inn­ pakk­aður; - tann primitiva re­cept­in er næstan líka ein­ føld, sum inter­viewarin er sjálv­ur: Loys­ing­ar­fólk verða var­liga kínd og ballaði inn, með­an sam­bands­fólk verða ófólka­liga við­farin, við­hvørt opin­lýst háðað ella inkvisi­ tor­iskt for­hoyrd av talent- leys­um mikro­fon­peiggj­ar­ um. Eitt serliga løgið fyribrigdi eru teir professionellu við­ merkjararnir í kringvarp­ inum, teir sonevndu mann­ ligu »eygleiðararnir«. Ein egg­leiðari er annars nakað, sum bara konufólk eru væl­ signaði við aðrastaðni, men í kring­varpinum ber væl til at verpa hjá monnum eisini, sjálvt um tað mest eru politisk neyðaregg. Har sita viðhvørt tveir skammleysir menn og húð­fletta ella háða allar polit­i­skar flokk­ar í landinum, uttan Tjóð­veldis­ flokkin, sum teir báðir eru næstan rørandi samdir um at skammrósa. Alla aðra­ staðni velur man ann­ars tveir viðmerkjarar, sum eru dia­metralt ósamdir, so hev­ ur ein slík sending ein vissan rele­vans. Longu meðan Petur Mohr Dam, Marius Johannesen og Georg Samuelsen livdu gramdu hesir seg av røttum um, hvussu ein­oygt og illa und­ir­bygt út­varp­sins tíð­indi ofta vóru, MEN høvdu teir upp­l­iv­að tað, sum vit hava sæð, síð­ani Hoy­dals­bandin kom fram­at mitt í 90´unum, so høvdu teir langt síðani havt kravt revolutión og út­varps­ráðið hevði koyrt meg­in­partin av teim­um in­dok­tri­nerandi tíðinda- dreingj­un­um til um­skúl­ingar og ideo­log­iska avvenjing á onkrum heimi fyri serliga fúlar tíðinda­brongl­arar og -missi­o­ner­ar. Løg­tingið hevði all­ar­helst fíggj­að eitt slíkt av­dok­tri­nerings­heim. Tað er minst líka umráðandi, sum at senda drykkju­menn til Íslands. Virgar T. Dalsgaard