Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Tað gongur skjótt fyri seg. Kemur tú ov seint í høllina, so er vandi fyri at tú einki fær við. Tað er sjáldan at brúk er fyri fyri fjórða og fimta sett­inum. Til tað eru kvinnurnar hjá Mjølni alt ov góðar. Tað eru eina­ráðani í Eik –liguni í løtuni, og mangan er mótstøðan ov lítil. – Okkum nýtist ikki at spíla okkum út til flestu dystirnar. Tað er ikki beinleiðis óáhugavert at spæla, tí so brúka vit teir dystirnar til at royna nøkur ting, sum vit skulu brúka til teir meiri spennandi dystirnar, sigur Eina Kalsø, sum illa nokk fekk sveittan á pannua sunnudagin í Badminton høllini í Klaksvík. Unga TB liðið er á vitjan og Kristian Mikkelsen er í holt við at byggja upp av nýggjum. Men í løtuni hevur hvíta og svarta liðið av Tvøroyri ongan møguleika at kapp­ast við sigursvandu kvinn­ur­ nar hjá Mjølni. Dysturin er bara nakrar minuttir gamal tá órógv kemur í. Marjun Kalsø, spælandi venjari hjá Mjølni, tosar við dómarar og dómaraborið. Okkurt er ikki sum tað skal verða. Støðan er 4-0 til Mjølnir, men við eitt verða øll stigini tikin frá heima­liðnum og TB fær bóltin og eitt stig. – Tað er gali við uppstillingini hjá okkum, sigur Marjun Kalsø. Hon er sjálv við til at gera vart við feilin. Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at ein venjari skal vísa á ein feil, sum kostar sínum liðið fleiri stig. – Reglugerðin sigur, at tú missur øll stigini frá tí tú stillar skeivt upp, greiður Marjun frá. Sostatt hevði Mjølnir mist øll stigini tá dómararnir høvdu funnið út av feilinum. Tí kundi Marjun akkurát tað sama gera vart við feilin beinan­ vegin. Ov ójavnt Støðan lýsir eisini eitt sindur støð­ una hjá Mjølni. Ongin av spæl­ arunum hjá Mjølni gjørdi stór­vegis hóvasták burtur úr hendingini og hildu bara fram at spæla. Tær enda við at vinna settið heili 25 – 8. – Ja, tað er lítið hugaligt at verða venjari í hesum førinum, tí eg vil altíð stremba eftir at gera alt perfekt. Í dag verða vit eitt nú fleiri feilir í servuni og tað er tekn upp á, at vit kunnu gera tað nógv betri, sigur Marjun Kalsø um vantandi mót­støðuna. – Vit spæla betri móti teimum betri liðnum. Vit spældu væl móti Fleyr og vunnu tær greiðari enn vit kanska vinna á hinum liðnum, tí vit eru uppsettar. Men tann dagurin tá vit ikki raka dagin kann koma hvørja løtu, og tað kann verða í steypa­finaluni. Og tað kemur av, at vit ov oftandi ikki skulu geva okkum í einum dysti, greiður Eina Kalsø frá. Báðar kundu tær hugsa sær, at kappingin var deild í tvey. Soleiðis at øll liðini møtast í fyrru hálvu, men at fýra tey fremstu fara í ein meistarabólk fyri seg til seinnu hálvu, so talan verður um fleiri javnar dystir. Tað er tó ikki óhugsandi, at kapp­ ingin verður væl javnari komandi árini. Flestu av liðnum eru í holt við at byggja upp, men Mjølnir tykist toppa fyri tíðina. Men tað er líkt til, at fleiri at berandi kreftinum á liðnum fara av landinum komandi tíðna. Umframt Einu sjálva, so er talan um Sofíu Purkhús og Birgit Guttesen, sum møguliga ikki verða at síggja í føroyskum flogbólti kom­ andi kappingarár. Bæði Marjun og Eina leggja dent á, at Flogbóltssambandið er eitt gott arbeiði við at hava lið við til EM undankappingar, tryggja lut­tøku á Oyggjaleikunum og hava ung­dómslandslið, men at tær sakna fleiri avbjóðingar. Ein møguleiki kundi verið, at vinnarin í føroysku kapp­ingin sleppur at luttaka í DM kapping Danmark, heldur Marjun fyri. ÍF liðið hjá monnum kendu seg noyddar at fara til Íslands í farnu viku, fyri at fyrireika seg til steypa­ finalurnar komandi viku­skiftið, tí mótstøðan er ov lítið fjøl­broytt og ov lítil. Leygardagin verða finalurnar í steypakappingini hjá bæði kvinnum og monnum. Hjá kvinnum er dyst­ urin millum Mjølnir og SÍ. Hetta er ein dystur, sum kann blíva javnur og spennandi í mun til nógvar av lands­kappingardystunum. – Tað kann gott verða, at vit hava vunnið 3-0 á SÍ í ár, men tað var ein javnur dystur. Tær hava eis­ini styrkt seg, so tað verður ein spenn­ andi finala, siga tær báðar Marjun og Eina at enda. Hjá monnum er finalan millum SÍ og ÍF. trondur@sosialurin.fo Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig Mjølnir 17 17 0 51 2 49 30 SÍ 17 14 3 45 10 35 26 Fleyr 17 12 5 40 20 20 23 TB 17 11 6 34 25 9 17 Ternan 17 6 11 24 37 -13 12 Dráttur 17 5 12 20 38 -18 8 KÍF 17 3 14 13 45 -32 5 ÍF 17 0 17 1 51 -50 0 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig ÍF 15 15 0 45 4 41 27 SÍ 14 8 6 27 23 4 12 Fleyr 14 5 9 20 27 -7 9 Mjølnir 13 0 13 1 39 -38 0 SÍ - Dráttur 3-0 (25-8, 25-13, 25-13) Ternan - ÍF 3-0 (25-15, 25-13, 25-18) Mjølnir - TB 3-0 (25-8, 25-17, 25-16) Fleyr - KÍF 3-0 (25-19, 25-12, 25-13) ÍF - Fleyr 3-0 (25-18, 25-16, 25-17) SÍ - Mjølnir Kappingin er ov ójøvn Flogbóltur Tað staðfesta Marjun og Eina Kalsø, eftir enn ein knúsandi sigur um vikuskiftið. Mjølnir er greitt á odda. Ein møguleiki kundi verið at deilt kappingina í tvey Myndir: Álvur Haraldsen