mánadagur 11. februar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
– Tær komu til Havnar at stríðast
um gullmerkini, og tað lótu tær
ongantíð nakran iva vera um. Tað
er strævið at spæla ímóti teimum.
Tær kasta ikki frá sær, hóast støðan
kann tykjast vónleys, men halda
fram at stríðast.
Tað lætnaði frá hjartanum hjá
Kára Horn, tá eyðkenda ljóðið frá
hallarklokkuni brølaði fyri seinastu
ferð, og heimaáskoðararnir komu
tysjandi á vøllin at fagna sínum
spælarum. Hóast úrslitið varð,
sum flest øll høvdu væntað,
Neistin vann, so var sigurin ikki
so sannførandi, sum fleiri spáddu
frammanundan. Munurin var trý
mál tá avtornaði, 27-24. Hann visti
væl, at hann kundi bara gera sínar
áskoðarar vónbrotnar, og at talan
var meira enn nakað um bara at
greiða sín setning. Tað sigur eisini
seg sjálvt. Einaráðandi neistakvinn
urnar eru enn ósigraðar í hesum
kappingarárinum, og tær vóru av
somu orsøk stórfavorittar at vinna
steypafinaluna.
Tað staðfestir eisini Jan Ottesen,
viðmerkjari.
– Eg eri bilsin av, at munurin
ikki var størri í dag. Eg væntaði, at
Neistin fór at vinna meira sannfør
andi. Men vágskvinnur hava stórt
rós uppiborð fyri sín fyrimyndarliga
stríðsvilja, sigur hann.
Tó so, Neistin var við yvirlutan
mest sum allatíð. Tvær ferðir vann
VB seg upp á javnt, men tað var
skjótt, at Neistin vann seg skutin
fram um aftur. Tað var bara einu
ferðina, at tær úr Vági vóru á odda.
Tað var eftir lítlari løtu, tá støðan
var 2-1.
Horn valdi rætt
Kári Horn tók við sum venjari hjá
føroyameistarunum í summar. Tá
hevði hann júst verið eitt kapp
ingarár í Vági og brýnt seg sum
ábyrgdarmaður. Ungi maðurin á
síðulinjuni kom sum eitt skot inn
á føroyska hondbóltspallin. Úrs
litini vóru góð á Eiðinum. Vágs
kvinnur taptu steypafinaluna fyri
Stjørnuni og vóru nummar trý í
landskappingini, tá hann tók við
avbjóðingini í Havn.
Nú hevur hann skavað inn undir
seg fyrsta gullmerki sum venj
ari millum tey bestu. Og tað var
kanska serliga honum at takka, at
gullið varð verandi í høllini á Hálsi.
Jan Ottesen, viðmerkjari, heldur,
at hann tók eina sera umráðandi
coca-cola cup finala
NEISTIN BULDRAR
Hondbóltur Neistin, sum hevur verið
einaráðandi í hesum kappingarárinum,
fekk fyrsta steypið til høldar í ár
við steypasigrinum á VB. At stóra
kjakevnið eftir gullhandanina var, at
steypasigurin var ikki so sannførandi,
sum øll høvdu væntað, sigur væl alt
um støðuna hjá høvuðsstaðarliðnum