Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið coca-cola cup finala VÍÐARI avgerð, tá hann hvíldi stórskjúttan Barbaru Brauer einu løtuna í seinna um­farinum. Tað var kanska mun­ urin tá avtornaði, sigur hann. – Gurið Mortensen er lykils­spæl­ arin hjá VB, men hon er á vøllinum samfullar 60 minuttir. Í løtuni, tá vágskvinnur vinna seg upp á javnt og kann taka leiðsluna, hevur hon av somu orsøk ikki neyðuga yvirskoti. Tað hevði Brauer hinvegin. Hon er væl uppløgd seinastu minuttirnar, sigur Jan Ottesen. VB fekk annars bilbukt við Barbaru Brauer eftir steðgin. Hon hevði gott pláss í fyrra hálvleiki og skjeyt flestu málini hjá Neistanum. Vágs­kvinnur fór at mansverja hana í seinna umfarinum, og tað tók ofta broddin av álopsspælinum hjá havnar­liðnum. Stríðskvinnan Gurið Mortensen heldur heilt einfalt, at Barbara Brauer var orsøkin til, at Neistin vann steypafinaluna. – Munurin var ikki størri enn so, at vit kund eins væl staðið við gullinum nú. Tað var í nøkrum av­ ger­andi løtum, at Neistin hevði tað, sum skuldi til. Serliga var Brauer sann­førandi, sigur hon. Ikki tamarhald á Ein av fyrimunum hjá Kára Horn og Neistanum hesaferð var, at spæl­ara­hópurin er munandi breið­ ari enn tann hjá Damir Oros og VB. Kári hevði møguleikan at gera broytingar, uttan at tað hevði stór­ vegis ávirkan á spælið – nøkur kort, sum Oros ikki hevði á hondini. Stríðsviljan hjá teimum úr Vági rakk kortini sera langt. Tað var spælt við fullari megi. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var javnt 18-18. Hugflogið í álops­spæl­ inum hjá Neistanum var ikki tað sama eftir steðgin, samstundis sum stórspælandi Rannvá Johannesen var ósvikaliga trygg, tá hon rann seg í skotstøðu og royndi seg móti málverjunum hjá Neistanum. Hóast upplagdar kjansir at taka leiðsluna, so hendi tað ikki. Neistin reisti seg skjótt í mótburðinum og vunnu seg tvey mál framum aftur. – Tær høvdu møguleikan at fáa leiðsluna í nøkrum førum, men tær høvdu ikki neyðuga yvirskotið, tá mest stóð á. Tær komu fleiri ferðir í góða skotstøðu, men misnýttu kjans­irnar. Neistin dugdi at hand­fara stóra trýstið, sigur Jan Ottesen. Tað var bara í nøkrum løtum, at Neistin kom undir trýst. Annars vóru havnarkvinnurnar á odda alla­ tíð. Í fyrra hálvleiki framdu tær úr Vági fleiri teknisk mistøk, sum vóru revsaði við eitt, umframt at Neistin var sannførandi í verjuspælinum. Ása Dam á Neystabø, Neistin, ásannar kortini, at tær høvdu ongan­tíð fullkomiliga tamarhald á støðuni. – Vit vóru ongantíð vísar í, at tað fór at røkka hjá okkum. Av og á var munurin fýra mál, men VB vildi ikki kasta frá sær. Tíbetur reistu vit okkum, tá mest stóð á, sigur hon. Sigursvant felag Steypasigurin hesaferð var ser­ stakur. Við 38 meistaraheitum í við­førinum, og nú 12 steypasigrum, var hetta kapping nummar 50, sum neistakvinnur hava vunnið í søgu felagsins. Tað er eisini alt sum bendir á, at steyp nummar 51 kemur til høldar seinni í ár, tá finalurnar um føroyameistaraheitið verða av­greidd­ar. Tí, sum neistahópurin eis­ini segði undan steypafinaluni, so hava tær alt at tapa. trondur@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen