mánadagur 11. februar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
So megnaði KÍF loksins at vinna
eitt gullheiðursmerki. Tað gjørdu
teir við at blása StÍF av vøllinum í
finaluni og vinna 35-26. Munurin í
hálvleikinum var bara trý mál, men
tað sást greitt á leikgongdini, at KÍF
var omaná og ætlaði sær steypið.
Fyri KÍF var tað Andria Nielsen,
sum gekk á odda. Hann skoraði
fleiri mál frá høgra bakkinum.
Hvørja ferð var talan um kanónskot.
Í hinum endanum var tað bara
Sveinur Justinussen, sum traðkaði
til. Einsamallur helt hann StÍF inni
í dystinum við fleiri góðum málum,
men tá seinni hálvleikur var bara
nakrar fáar minuttir gamal var
greitt, at KÍF fór at vinna steypa
finaluna.
Andrias var fyrireikaður
Stóra stjørnan á KÍF liðnum, Andrias
Nielsen, var væl fyrireikaður til
finaluna. Hann hevur verið skadd
ur, men hevur vikurnar upp til
steypafinaluna verið partur av lið
num tá teir hava spælt.
– Eg havi alla vikuna hugsað
hvat eg skuldi gera í teimum ymisku
støðunum, men eg roknaði ikki
við at alt fór at rigga so væl, sigur
Andrias Nielsen.
– Vit hugdu at sjónbanda mynd
um og hugdu so hvussu teir reagera
í teimum ymisku støðunum. Bæði
tá tú liggur í songini um kvøldarnar
og tá tú ert til arbeiðis, so hugsar tú
hvussu tú skal gera, greiður topp
skjúttin frá víðari.
Tað var rímiliga tíðliga í fyrra
hálvleiki, at Andrias gjørdist klárur
yvir, at talan fór at blíva um ein
góðan dag.
– Tað var tað triðja ella fjóðra
málið. Eitt langskot. Tá merkti eg at
hetta kundi blíva mín dagur, sigur
Andrias.
Í seinna hálvleiki gongur heilt
gali hjá StÍF. KÍF vinnur seg upp á
21-12, áðrenn Alexandur Johansen,
venjari hjá StÍF, tekur time-out.
Hóast munurin kemur upp á tíggju
mál, so heldur Andrias Nielsen ikki
at tað var óáhugavert at spæla.
– Eg haldi ikki tað er so óáhuga
vert. Vit koma á odda við tíggju
málum, so taka teir time-out og so
koma teir inn í aftur dystin við fleiri
málum, greiður Andria frá.
StÍF er um at koma inn í aftur
coca-cola cup finala
KÍF er steypavinn
Hondbóltur KÍF vann greiðan sigur
á StÍF í steypafinaluni leygardagin,
Munurin gjørdist heili níggju mál.
Stóra hetjan var Andrias Nielsen,
sum skoraði ikki færri enn 11 mál
Gert Hansen:
– Hetta kann ikki ganga gali, tað var hvat eg hugsaði. Vit høvdu
eina góða kenslu undan dystinum og í dystinum. Einki gongur
gali hjá okkum. Vit hava ikki havt so nógvar royndir til hinar
finalurnar, men tær royndirnar koma nú.
Óla Kristian:
– Eg haldi hetta var uppiborið. Vit vóru betra liðið. Vit komu út
til seinna hálvleik sum eitt ódnarveður og sleppa at spæla upp á
skjótálop, sum er okkara styrki. Vit fáa ikki skjótálopini at koyra í
fyrra hálvleiki, men so lukka vit av niðri í verjupartinum.
Jaspur Joensen:
– Vit hava bíða leingi eftir hesum og tað kennist ótrúliga væl.
Tað kann ikki blíva nógv betri. Eg haldi at vit hava munin í dag.
Vit halda fram við at spæla okkara spæl og eru omaná, sjálvt um
munurin ikki er so stórur í fyrra hálvleiki
Teitur Joensen:
– Sigur støðan ikki alt? Eg haldi tað var klassa munur á liðnum. Vit
sleppa ikki frá teimum í fyrra hálvleiki, men tað er tí vit fáa nakrar
býttar útvísingar móti endanum í fyrra hálvleiki. Men vit sita allatíð
við eini kenslu av at vit eru betra liðið, og tað haldi eg eisini at vit
vísa. Tað var týdningarmikið at fáa hol á hjá Levi(Nybo, málverji hjá
StÍF blaðm) og steðga Sveini Justinussen. Tað megna vit. Eg dugi
ikki at seta orð á tað. Eg havi ikki roynt hetta fyrr. Hetta er ótrúliga
stuttligt, og tað verður tað eisini í Kollafirði í kvøld.
Ási Dam:
– Hetta er gott. Eg hevði ikki væntað, at tað fór at verða so gott. Eg
hevði roknað við einum meiri spennandi dysti. Tað var umráðani, at
vit hesa ferð gjørdu okkara, nú tá áskoðararnir aftur gjørdu sítt. Vit
spældu við gleði í dag og tá eru vit best. Tá er ongin betri enn vit.