Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið coca-cola cup finala ari á fyrsta sinni dystin, men tá er Jacob Jónsson, venjari hjá KÍF, skjótur at taka sítt time-out. – Tað var fyri at fáa okkum at samla tankarnar um dystin aft­ur. Tá eru tíggju minuttir eftir og boð­ skapurn er, at vit ikki skulu tvætla meiri, sigur Andrias Nielsen. Móti endanum av dystinum er Nicklas Selvig um reppið at yvirhála Andrias á toppskoraralistanum, men Andrias sigur seg als ikki hava hugsað um tað. – Eg telji ongantíð málini tá eg spæli. Eg veit at eg havi skorað nøk­ ur mál, men ikki hvussu nógv. Tað er týdningarmiklari at vit vinna, sigur Andrias Nielsen, sum var kosin til dagsins spælara í steypa­ finaluni. KÍF steypavinnari KÍF hevur nú vunnið sítt fyrsta gull­ heiðursmerki, og teir hava eyguni eftir FM gullinum eisini. Spurn­ ing­urin er, um hetta er byrjanin til eitt tíðarskeið við KÍF á ovastu rók. Liðið er ungt, svangt og kann menna seg enn meiri. Teir spæla hond­bólt á einum hægri stigi enn nakað annað lið klárar í løtuni. Liðið stendur eisini á fleiri bein­ um. Verður onkur mansvardur ella onkur hevur ein minni góðan dag, so traðkar onkur annar bara til. Tað sóu vit í steypafinaluni, har StÍF var tengt at Sveini Justinussen, so býtti KÍF málini millum fleiri spælarar. Kollfirðingar hava vunnið steypa­kapingina 2013, og tað var eisini fult uppiborið! trondur@sosialurin.fo Rógvi Weyhe: – Eg eri so glaður, at eg veit ikki havt eg skal gera. Hetta er tí tú spælir hondbólt og at vinna gull skal roynast. Tað hevur verið eitt trýst á okkum og øll hava tosað um at vit bara hava tapt finalurnar. Fólk hava sagt at vit vóru favorittar. Tað vóru vit kanska og kanska ikki, men nú standa vit so við gullinum. Vit hava spælt betri enn í dag, men vit skulu ikki klaga. Alexandur Johansen: – Tað kennist tungt. Eg haldi at kollfirðingar spæla ein góðan dyst í dag. Eg havi ikki møtt kollfirðinum í so góðum standi fyrr. Vit fáa 26 mál í dag og tað er góðkent, men KÍF fær ov nógv mál. – Vit gera nøkur móttrek til Andrias Nielsen, men tað eydnast ikki at steðga honum. Hann skjýtur væl í dag. – Eg havi lært nógv sum venjari í dag, men enn veit eg ikki hvat eg kundi havt gjørt øðrvisi, men tað fari eg at hyggja nærri at. – Tað gongur ikki sum vit ætla, men teir raka eisini dagin á øllum plássum. Málmenninir standa væl, verjan er sterk og álopið koyrur bara ótrúliga væl. Teir klára alt og skora upp á alt. Vit klára als ikki at steðga teimum. Eg haldi ikki nakað lið hevur fingið yvir 27 mál móti okkum í ár, og teir fáa 35 mál. – Vit kundu havt verið betri í dag, men vit missa høvdið í seinna hálvleiki. Vit vóru aftanfyri við trimum og tá trúðu vit upp á tað, men so trumla teir okkum niður. Teir vóru betri í dag – nógv betri. – Vit vóru klárir upp á Andrias Nielsen og skotini hjá honum. Hann kemur við nógvari ferð og er tungur. Tað skal ein ordans maður til at steðga honum, men at hann skuldi verða so góður í dag, tað høvdu vit tó ikki væntað. Vit skuldi kanska havt tikið hann úr longu aftaná tíggju minuttir. – Hetta er flóvisligt. Tað er næstan so, at tú torir ikki út millum fólk aftur. Tað er flóvisligt at skula heilsa upp á áskoðararnar nú aftaná. Vit skulu í StÍF ball, men tað verður nokk bara gravøl. trondur@sosialurin.fo Borgar Danielsen: Finnur Hansson: StÍF verða blástir av vøllinum í dag. Alt riggar hjá KÍF í álopinum og í verjuni er teir drúgvir, so StÍF ongantíð í dystinum eru ein hóttin. Tá so StÍF megnar at koma til opnar møguleikar, so taka málmenninir tað. Tað er fantastisk, at Óla Kristian sum 42 ára gamal kann spæla so væl í málinum. Hann fær álit frá Jacob at byrja dystin og tekur av. Jan Ottosen: Eg segði fyri trimum árum síðani, eftir at vit høvdu tapt fimta dystin upp í slag, at hetta var nakað, sum skuldi byggjast upp og um trý fór liðið at vinna. Nú standi eg og tári og tað er fantastiskt. Eg og Jacob Jónsson arbeiddu hart við liðnum í fjør, og nú hevur hann tikið yvir og broytt spæliháttin nakað. Teir spæla nú hondbólt á einum høgum stigi. Megnar felagið at halda saman upp á liðið, so trúgvi eg ikki at nakar kemur at vinna á teimum í fleiri ár. Viðmerkjarar: