Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Óla Kristian Djurhuus og Andrias Nielsen vóru steypakempurnar hjá KÍF. Annar stóð sum ein múrur í málinum og hin tveitti við múr­ stein­um. Aftaná 23 ár í málinum hjá KÍF eydnaðist tað endiliga Óla Kristian at vinna eitt gullheiðursmerki. Hann fekk heiðurin at taka móti steyp­inum, og angrar ikki í dag, at hann valdi at taka eitt ár afturat. Í hinum endanum var 22 ára gamli Andrias í stórformi. Hvørja ferð hann kom móti málinum og meddaði til, fór bólturin buldrandi í netmeskarnar. Heili 11 ferðir skoraði vágamaðurin og varð eisini kosin til dagsins spælarin í finaluni. Á hvør sín hátt fingu teir eina ógloymandi steypafinalu. Bygdasligir – Vit eru báðir nokk so bygdasligir, heldur Óla Kristian skemtiliga fyri. Tað er ein lítil tími síðani gullið kom um hálsin, men enn eru allir kollfirðingarnir í høllini og lagið er gott. Nakrir standa við úthurðina og fáa sær fríska luft, meðan aðrir sita í skiftirúminum og slappa av. Andrias Nielsen kom til KÍF fyri góðum trimum árum síðni og hann trívist væl í felagnum. Serliga er tað samanhaldið og avslappaði lívs­stíl­ urin, sum ger at róligi vága­maðurin fellur so væl til. – Mær dámar eitt nú væl at fáast við seyð, sigur Andrias og legg­ur afturat, at tey hava seyð í Sanda­ vági. – Vit eru nokk so líkir sum týpir. Hann er eisini ein lítil kúllur, sigur Óla Kristian flennandi og leggur afturat. – Eg tími eisini væl at fáast við seyð , ganga í fjøllunum og fara í grind, sigur Óla Kristian. Hóast teir spæla á hvør sínum plássi á vøllinum, so hava teir báðir brúk fyri eitt sindur av eyka spenn­ ingi til venjing. Tá skotvenjing er, so hava Óla Kristian og Andrias eina innanhýsis kapping koyrandi. Skorar Andrias, so má Óla Kristian geva næstu ferð teir fara út, men heldur Óla Kristian hinvegin málið reint, so er tað Andrias, sum má í lumman. Teir eru tó eitt sindur ósamdir um hvør er samanlagt omaná. Meðan Andrias heldur tað vera torført at meta um, so er Óla Kristian meiri greiður í síni meting. – Tað sigur hann bara tí hann hevur tapt meir enn hann hevur vunnið, sigur Óla Kristian og grínur. 23 ár í KÍF Óla Kristian spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá KÍF í 1990. Í dag, 23 ár seinni, hevur hann bara umboðað barndómsfelagið, men tað hevur ongantíð eydnast honum at vinna eitt gullheiðursmerki í bestu deildini. Tí mundi tað verða fáur, sum ikki unnaði málverjanum at lyfta steypið upp um høvd. – Kenslan kann næstan ikki lýsast. Tað er ótrúliga deiligt. Tú fatar tað ikki beinavegin. Tað gong­ ur nokk ein løta áðrenn eg skilji tað, sigur Óla Kristian nú meiri rørdur mál­inum. Hann hyggur nú upp í loft og andadrátturin blívur djúpari. Hann tykist brádliga skilja týdningin av sigrinum. Óla Kristian var annars til reiðiar at gevast uttan eitt gull­heiðursmerki, tá hann eftir farna kappingarár valdi at gevast. – Tá var kenslan at tað ikki skuldi eydnast. Men eg veit ikki, so ringir telefonin og so fór eg aftur tvass­ andi til venjing. Tað eri eg glaður fyri í dag. Hetta er tí tú gevur so nógv fyri ítróttin, sigur skansin í mál­inum hjá KÍF. Óla Kristian visti ikki av at tað var hann, sum skuldi taka móti steypinum, men hann hevði tó eina hóming. – Vit hava ein eitt sindur marg­hátt­ligan venjara, sum kom og segði við meg, at eg skuldi fara eftir coca-cola cup finala Andrias um Óla Kristian: Hann er tann sum kann samla alt liðið saman uttanfyri vøll­in. Honum dámar væl at spælar­ar­ nir samlast aftaná venjing og eitt nú spæla kort. Hann er eisini ein, sum sigur tingini sum tey eru. Hongur onkur við høvdinum, so er hann skjótur at tosa við við­ komandi og siga hvat teir kunnu gera øðrvísi. Hann sigur eisini frá, tá verja stendur illa. trondur@sosialurin.fo hetjan og Hondbóltur Teir vóru lykilin til fyrsta gullið hjá kollfirðingum í fremstu deildini. Hóast Óla Kristian Djurhuus spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum áðrenn Andrias Nielsen var føddur, so eru steypakempurnar hjá KÍF ikki ólíkar