mánadagur 11. februar 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
steypinum. Eg visti ikki av tí, men
um eg skal verða erligur, so hevði
eg eina lítla kenslu av tí, sigur Óla
Kristian.
42 ára gamli málverjin hevur
verið við allan vegin hjá KÍF, og
hevur upplivað uppbyggingina av
núverandi KÍF liðnum frá byrjan.
– Tað hevur verið stuttligt at
verið við til. Vit hava havt Jan
Ottosen, sum hevur fingið skil
upp á nøkur ting. Vit vuksu frá
hvørjum øðrum og hann fór so sín
veg. Síðani kom Jacob Jónsson til
og hevur ført tað víðari. Tað hevur
verið frálíkt at verið við til, sigur
Óla Kristian.
Spurningurin er so um Óla
Kristian nú ætlar at gevast, ella
um hann hevur fingið mót upp á
meir.
– Nú tori eg einki at siga, sigur
hann og flennur. «Men eg vóni at
hetta er tað seinasta.
Tíbetur hava vit
f l e i r i
góðar málmenn eisini, men eg komi
altíð at ganga og mæla onkustaðni
rundan um felagið, leggur hann
afturat.
Vektin er eisini ein fyrimur
Andrias Nilsen stendur til at viga
108 kilo í leikskránni. Tað kundi
onkur hildið var nógv fyri ein
hondbóltsspælara, sum er 188 senti
metrar høgur. Andrias er greiður
yvir, at hann kundi verið lættari,
men hann sær ikki vektina sum
eina forðing.
– Eg haldi ikki eg orki so nógv
verri enn hinir. Eg kundi gott verið
lættari og arbeiði upp á tað, men eg
brúki tyngdina hjá mær til at bróta
ígjøgnum og skjóta mál. So tað er
eisini ein styrki og tað haldi eg at eg
vísi á vøllinum í dag, sigur Andrias
greiður á málinum.
Við sínum ellivu málum var
hann klárt besti spælarin á vøll
inum. Hann var snøgt sagt ikki til
at steðga.
– Men hevði eg verið lættari, so
hevði eg helst sloppi undan fleiri
skaðum, ásannar bakkurin við
kanónskotinum.
Andrias er uppvaksin í Sandavági
og spældi fram til 2008 við SÍF. Tá
fór hann í skúla í Havn og endar við
at spæla við KÍF. Tað er ein avgerð
hann er fegin um í dag.
– Her eru allir líka fittir og hava
tikið væl ímóti mær. KÍF passar
akkurát til mín, sigur Andrias.
Flestu av ungum ítróttar
íðkarunum í Føroyum hava
ein dreym um at sleppa at
royna seg í yrkisítrótti, men
fyri Andrias er tað ikki so
áhugavert. Hann arbeiðir
hjá
grannskoðaravirk
inum Januar og gongur
í kvøldskúla við síðuna
av.
– Eg arbeiði nógv
og gangi í skúla,
og tað gongur eitt
sindur út yvir venj
ing. Eg royni bara
at hanga í. Í løtuni
hugsi eg fyrst
og fremst um
arbeiði og skúlan,
og so spæli eg
hondbólt
við
síðuna av. Fari
eg niður at lesa
víðari, so fari eg
kanska at spæla
har, men tað er ikki nakað eg havi
gjørt mær so nógvar tankar um,
greiður 22 ára gamli steypavinnarin
frá.
Bæði venjarar og fyrrverandi
yrkishondbóltsspælarar hava roynt
at tosa við Andrias um møguleikan
at royna seg uttanfyri landodd
arnar, men heldur ikki tað stimbrar
hugin.
– Jan Ottosen hevur roynt at
tosa við meg, og tað hevur Heini
Hanusarson eisini, men eg veit
ikki. Eg rokni ikki við at eg hevði
kunna komið upp á hægsta stigið.
Vit hava spælt í Evropa og har sært
tú hvussu góður hinir eru. Um eg
skuldi kunna komið so langt, so
skuldi eg helst verið farin í skúla
niðri, so hevði eg møguliga klárað
tað, sigur Andrias.
Skinnaðir steypavinnarar
Undan finaluni avráddu spælarar
nir hjá KÍF, at teir skuldu raka alt
hárið av høvdinum um teir vunnu.
Tað gekk eina løtu at fáa gongd á
klippingina í skiftirúminum, men
so mátti dagsins steypafinalustríðs
maður og toppskjúttin, Andrias
Nielsen, ganga á odda.
Tá myndin við honum, steypinum
og Óla Kristian er tikið, er Andrias
akkurát blivin trimmaður um skall
an inni í skiftirúminum. Søgan sigur
einki um hvussu nógvir stóðu við
lyftið, og hvussu nógvir bakkaðu
út, men úrslitið síggja vit helst tá
spælararnir koma á vøllini til kom
andi dyst í landskappingini.
– Tað skal ikki altíð verða álvara,
sigur Óla Kristian eina ferð mitt í
samrøðuni. Orðini tykjast onkurs
vegna at lýsa stemningin í KÍF
leguni væl. Menn hava ikki dreymar
um at yvirtaka heimin, men heldur
trívast teir í einum avslappaðum og
heimligum umhvørvi, har tað eisini
skal verða pláss fyri hugna og stutt
leika.
Eitt umhvørvi, ið bæði Óla
Kristian og Andrias trívast væl í –
eisini við einum gullheiðurmerki
um hálsin.
trondur@sosialurin.fo
coca-cola cup finala
Eg haldi vit eru nokk
so líkir. Honum dámar
eisini at fáast við seyð, ganga í
fjøllunum og fara í grind. Vit eru
somu týpir. Ikki bara tí við kanka
líkjast eitt sindur á kroppi, men
eisini sum persónar. Hann er
eisini ein lítil kúllur.
Óla Kristian
um Andrias:
Myndir: Álvur Haraldsen
legendan