Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Onglendingar og fótbóltsáhugað aðra­staðni kring heimin høvdu ilt við at trúgva sínum egnu eygum, tá blaðið The Mirror prentaði mynd­ ir frá einum vælgerðartiltaki í bý­ n­um Northampton næst­sein­as­ta vikuskiftið. Millum luttakar­ar­nar var fyrrverandi enski lands­liðs­ spæl­arin Paul Gascoigne, men tey mun­du vera fleiri, sum høvdu ilt við at kenna hann aftur. Men hetta var Gascoigne ella Gazza, sum hann vanliga verður rópt­ur í fótbóltsheiminum. Hetta var hann, sum verður umrøddur sum ein tann best umtókti fótbólts­ spælarin í Onglandi nakrantíð. Ein stríðs­maður av Guðs náði, sum ongan­tíð spardi seg sjálvan, og hvørs lutur ongantíð lá eftir. Men hann var ikki bara stríðs­ maður. Hann var eisini ein góður spælari, og nógvir onglendingar minn­ast enn málið, sum hann skjeyt ímóti Skotlandi í EM-dysti­ num á Wembley í London í 1996 nøkur sekund eftir, at skotar høvdu brent brotsspark. Tilsamans spældi Gazza 57 landsdystir, og í øðrum dyst­um umboðaði hann Newcastle, Totten­ham, Everton, skotska Glas­ gow Rangers og italska Lazio. Minti um Best Men tað var langt frá hesum Gas­ coig­ne til tann mannin, sum var av­myndaður í einari sofu í Nort­ ham­pton næstseinasta viku­skift­ið, og sum hevði lt við at siga nakað, sum skil var í. At fyrrverandi stríðsmaðurin á enska miðvøllinum hevur havt trupul­leikar við rúsdrekka, kom ikki óvart á nakran, tí tað hevur hann havt fyrr. Tað var kortini líkt til, at hann var sloppin burtur úr tí ringasta, men myndirnar í The Mirr­or vístu, at hann var fallin aft­ ur, og at fallið var stórt hesaferð. Sam­bært blaðnum var hann farin at brúka eina blanding av valium og sterkum øli. Myndirnar vístu, at Gascoigne mátti fáa hjálp, skuldi hann ikki fáa somu lagnu sum tann gamla Man­ chest­er United-stjørnan George Best, sum doyði 59 ára gamal eftir at hava livað eitt hart lív aftan á fót­bólts­árini. Einkjan eftir George Best, Alex Best, bað vinfólkini hjá Gas­coi­g­ne vísa seg sum verulig vin­ fólk heldur enn at bjóða honum eitt glas av øli. - Alt ov mong halda tað vera stutt­l­igt, at sjálvur Gazza hevur drukk­ið eina øl frá teimum, segði Alex Best við ensku bløðini. Hon legði afturat, at tað var nógv við Gazza, sum minti seg um tey seinnu ár­ini hjá manni hennara. Til USA Og Gascoigne fekk hjálp - veru­liga hjálp. Nakrir av hansara vin­monn­ um, teirra millum fyrrverandi Totten­ham- og landsliðsfelagin Gary Lineker, tóku seg saman fyri at útvega Gascoigne hjálp. - Fleiri tykkara spyrja, hvat eg hal­di um ta syndarligu støðu, sum Gazza er í. Eg kann ikki annað enn vóna, at hann finnur frið á ein ann­ an hátt, men eg stúri fyri, at tað kann vera ov seint, skrivaði Gary Line­ker á sínum Twitter. Tað eydnaðist vinmonnunum at út­vega Gascoigne pláss á Meadows Re­habi­litation Centre í býnum Phoenix í amerikanska statinum Ari­zona, og seinasta mánadag møtti hann har. Viðgerðin kostar góð­ar 50.000 krónur um vikuna, og roknað verður við, at Gascoigne skal hava viðgerð í nakrar mánaðir. Lineker og hinir vinmenninir hava boðað frá, at teir eru til reiðar at gjalda tað, sum viðgerðin kostar. Men teir verða ikki einsamallir um rokningina. Núverandi lið­ for­mað­urin á enska landsliðnum, Steven Gerard, sigur, at hann og hin­ir á landsliðnum hava kunnað fótbóltssambandið FA um, at teir eru sinnaðir at hjálpa Gascoigne. Landsliðsvenjarin, Roy Hodgson, tek­ur undir við spælarum sínum: - Gascoigne hevur okkara fulla stuðul, og vit fara at gera alt, sum stend­ur í okkara makt, fyri at hjál­ pa honum. Nú ræður um at útvega Paul ta røttu viðgerðina. Tað er ikki nóg mikið við orðum. Nú skal verulig viðgerð til, sigur enski lands­liðsvenjarin. Hjá teimum fótbóltsáhugaðu er so bara at vóna, at Paul Gascoigne fær hjálp. Hevur hann, ið vísti so stóra megi og so stóran stríðsvilja á vølli­num, eitt sindur eftir av hesum egin­leikum, eigur hann at vinna - eisini hendan dystin. Gascoigne í sínum lívs dysti Fyrrverandi enska fótbóltskempan Paul Gascoigne er farin undir sín týdningarmesta dyst - ikki á vølli, men á avvenjingarstovni , og ongantíð fyrr hevur tað verið so umráðandi fyri hann at vinna 1996 2013 Her er Paul Gascoigne millum Sir Alex Ferguson og Gary Lineker til eitt minningarhald fyri nøkrum árum síðani Norðurírska Manchester United-stjørnan George Best livdi eitt hart lív aftan á ta virknu fótbóltstíðina. Hann doyði 59 ára gamal av innvortis bløðingum