mánadagur 11. februar 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Kappingarárið 1927-28 høvdu tey
22 liðini í fremstu ensku deildini
84 stig at kappast um. Aftaná 42
umfør hevði meistaraliðið Everton
bert 53 stig. Everton varð tvey stig
frammanfyri Huddersfield Town,
sum hevði 51 stig. Ì 1920-unum varð
Huddersfield eitt satt stórlið, og
vunnu teir enska meistaraheiti trý
ár á rað, árini 1924-1926. Leicester
City endaði á triðja plássi við 48
stigum.
Bert sjey stig á muni
Í øllum vanligum kappingum, tá ein
liga hevur 18, 20 ella 22 lið, so er ein
rættiliga stórur stigamunur millum
nummar fýra og aftasta liðið í liguni.
Men munurin millum nummar fýra
og 22 í ti fremstu ensku deildini
var søguliga lítil í mai í 1928. Derby,
Bury og Cardiff høvdu øll 44 stig,
Derby hevði frægasta málmunin.
Aftanfyri hesi trý liðini komu trý lið
við 43 stigum, og trý lið við 41 stigum.
Eitt lið hevði 40 stig. Sjey lið, sum
yvirlivdu við skinninum á nøsini
høvdu øll 39 stig. Tottenham endaði
næstaftast við 38 stigum, og flutti
niður saman við Middlesbrough,
sum høvdu 37 stig.
Totalt ”Financial Fair Play”
Tá á døgum var totalt ”Financial
Fair Play” í Onglandi. Feløgini vóru
rættiliga javnstillað, og tá var tað
einki felag, sum gjørdi ein ”Chelsea”
ella ”Manchester City”, og tí bar tað
til at fáa eina so javna kapping,
sum støðan aðrastaðni her á síðuni
eisini vísur. Tey, sum stríðast fyri,
at peningur ikki skal hava ov eitt
ov stórt vald í enskum fótbólti
vísa ofta á kappingarárið 1927-28,
sum eitt jaligt model um hvussu
spennandi ein kapping kann verða,
tá 22 lið hava javnar treytir at virka
undir. Fleiri vilja tó kveistra hetta
burtur, sum ein ómøguligan dreym,
sum ikki kann ganga út, tí tíðirnar
eru so ræðuliga nógv broyttar
tey 85 árini, sum eru farin síðani
tað mest minniligu kappingina í
enskum fótbólti nakrantíð.
Òtrúligi Dixie Dean
Eitt annað ótrúligt fenomen, sum
kappingarárið 1927-28 er víðagitið
fyri, er Everton-spælarin, Dixie
Dean, sum skeyt heili 61 av teimum
102 málunum, sum Everton skeyt
hetta kappingárið, also meir enn
helvtina av málunum, sum Everton
fekk hetta kappingarárið. Kristna
navnið hjá Dixie Dean varð William
Ralph Dean. Tað var ikki bara hetta
kappingarárið, at Dixie Dean skeyt
ein dunga av málum. Dixie Dean
spældi við Everton 12 kappingarár.
Hesi 12 kappingarárini millum 1925
og 1937 skeyt Dixie Dean heili 349
mál í 399 dystum fyri Everton. Tað
er eitt gjøgnumsnitt, sum neyvan
verður tikið í enskum fótbólti aftur.
Fyri enska landsliðið skeyt Dixie
Dean 18 mál í 16 landsdystum, also
meir enn eitt mál í gjøgnumsnitt
fyri
hvønn
landsdyst
hann
spældi fyri Ongland. Ikki uttan
grund stendur ein standmynd av
Dixie Dean uttanfyri leikvøllin
hjá
Everton,
Goodison
Park.
Saman við Stanley Matthews hjá
Blackpool var Dixie Dean tann
kendasti bretski fótbóltsspælarin
í fyrru helvt av 20. øld. Tá enska
landsliðið spældi ein venjingardyst
ímóti Nazi-Týsklandi á útivølli
hildu summir av teimum ensku
spælarunum, at teir skuldu heilsa
Adolfi Hitler og týska fólkinum
við at geva ”Heil Hitler heilsuna”
áðrenn dystarbyrjan. Men Dixie
Dean sýtti saman við øðrum, og tað
ger hann til eina enn størri hetju í tí
ensku fótbóltssøguni.
Pos Team
Pld
W
D
L
F
A
W
D
L
F
A
F
A
GA
GD
Pts
1
Everton
42
11
8
2
60
28
9
5
7
42
38
102
66
1.545
+36
53
2
Huddersfield Town
42
15
1
5
57
31
7
6
8
34
37
91
68
1.338
+23
51
3
Leicester City
42
14
5
2
66
25
4
7
10
30
47
96
72
1.333
+24
48
4
Derby County
42
12
4
5
59
30
5
6
10
37
53
96
83
1.157
+13
44
5
Bury
42
13
1
7
53
35
7
3
11
27
45
80
80
1.000
±0
44
6
Cardiff City
42
12
7
2
44
27
5
3
13
26
53
70
80
0.875
–10
44
7
Bolton Wanderers
42
12
5
4
47
26
4
6
11
34
40
81
66
1.227
+15
43
8
Aston Villa
42
13
3
5
52
30
4
6
11
26
43
78
73
1.068
+5
43
9
Newcastle United
42
9
7
5
49
41
6
6
9
30
40
79
81
0.975
–2
43
10 Arsenal
42
10
6
5
49
33
3
9
9
33
53
82
86
0.953
–4
41
11 Birmingham
42
10
7
4
36
25
3
8
10
34
50
70
75
0.933
–5
41
12 Blackburn Rovers
42
13
5
3
41
22
3
4
14
25
56
66
78
0.846
–12
41
13 Sheffield United
42
12
4
5
56
42
3
6
12
23
44
79
86
0.919
–7
40
14 The Wednesday
42
9
6
6
45
29
4
7
10
36
49
81
78
1.038
+3
39
15 Sunderland
42
9
5
7
37
29
6
4
11
37
47
74
76
0.974
–2
39
16 Liverpool
42
10
6
5
54
36
3
7
11
30
51
84
87
0.966
–3
39
17 West Ham United
42
9
7
5
48
34
5
4
12
33
54
81
88
0.920
–7
39
18 Manchester United
42
12
6
3
51
27
4
1
16
21
53
72
80
0.900
–8
39
19 Burnley
42
12
5
4
55
31
4
2
15
27
67
82
98
0.837
–16
39
20 Portsmouth
42
13
4
4
40
23
3
3
15
26
67
66
90
0.733
–24
39
21 Tottenham Hotspur
42
12
3
6
47
34
3
5
13
27
52
74
86
0.860
–12
38
22 Middlesbrough
42
7
9
5
46
35
4
6
11
35
53
81
88
0.920
–7
37
Mest javna fótbólts
kappingin nakrantíð
Kappingin í tí fremstu ensku fótbóltsdeildini 1927-28 er tann javnasta í søguni. Tá kappingin var liðug vóru bert
16 stig á muni millum meistaraliðið, Everton og Middlesbrough, sum endaði á 22. og aftasta plássi við 37 stigum.
Bert fýra stig vóru millum nr. 10 og 22 í deildini. Hetta kappingárið skeyt Dixie Dean heili 61 mál í kappingini