Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Havi áður víst á, hvussu týdn­ingarmikið tað er, at javnvág er ímillum mið­ staðar­økið og útjaðaran. - At hendan javnvágin ikki bert er av avgerandi týdn­ ingi fyri útjaðaran, men fyri samfelagið sum heild og ikki minst fyri høv­uðs­ staðin og hansara positión í samfelagnum. Tað er tí óskiljandi fyri meg, at landsins mynd­ug­ l­eikar góðtaka tað niður­ laging av útjaðaranum, sum er hend seinastu árini, tá íð fyrst smáu posthúsini- og síðan bankarnir lótu aftur. Sagt verður at hetta er av reinum handilsligum grund­um. - At tey verða latin aftur, tí tey ikki longur bera seg. Hetta er ein herkin biti at svølgja hjá teimum, sum búgva í útjaðaranum, og sum eru fyri alsamt læðkandi tænastustøði. Í øðrun londum rekur postverkið eisini banka­ virksemi. Hevði tað ikki verið eitt hugskot, um Post­ verk Føroya eisini gjørdi tað sama? Um ein banki og eitt posthús ikki bera seg hvør sær, so kann ein samanløgd banka- og postavgreiðsla gera tað. Ein kundi so spurt, hvat fyri pening føroyski giro­ bankin skuldi umsiti? Hvussu ber tað til, at innlánsrentan hjá bank­ un­um ár út og ár inn kann verða liggjandi á 0 % ? Man tað ikki vera tí, at alt før­oyska peningarenslið kortini fer ígjøgnum bank­ arnar, tí teir umsita alt lønarútgjald í landinum? Er tað rímiligt, at bankarnir skulu spinna gull úr tínari løn, uttan at tú fært nakað í viðurlag. Hevði tað ikki veri rímiligari, um ein al­ mennur stovnur, sum føroyski girobankin tók sær av hesum? Um ikki annað, so hevði tað ført til, at innlánsrentan í føroysku bankunum hækkaði. Og ikki minst: Tað hevði hækkað tænastustøði hjá teimum, sum búgva í útjaðaranum á ein handilsliga forsvarligan hátt. Posthús- og giro­banki sum umsitir før­oysku lønar­útgjald­ ingarnar? Niels Midjord Í fiskivinnupolitikki hevur gjøgnum allar tíðir verið ein sera týðandi partur at spjaða vinnuliga virksemi. Lógin um vinnuligan fiskiskap stað­festir, at umsitingin av vinnuni skal tryggja støð­ ugar arbeiðsmøguleikar og virk­semi um alt landi. Tað verða vanliga brúkt hesi krititeru fyri at reka fiski­vinnupolitikk: • Lívfrøðilig atlit • Búskaparlig atlit • Sosial atlit - økismenning Atlitið til økismenning hev­ ur gjøgnum tíðirnar ver­ið við til, at ment hetta sam­ felagið sum eina eind og gjørt tað til eitt framkomið væl­ferðasamfelag. Teir komandi mánaðirnar fer ein av grundsúlunum und­ir tí føroyska sam­felag­ num,” lógin um vinnuligan fiski­skap”, at fylla nógv í politiska og almenna rúm­ inum. Orðaskifti og mein­ ing­ar fara uttan iva at verða lív­ligt, bæði í samgongu og innan­flokka. Orsøkin til hesar reglur, er ikki beinleiðis uppriti, sum landstýrismaðurin í fiski­ vinnu­málum hevur lagt fyri dagin, men ein ónøgd um, hvussu illa avstaðfarið tað er, tá fiskirættindi (fólksins ogn) skulu útlutast. Vit hoyra javnan, hvussu illa fyri okkara botn­fiska­ stovnar og okkara heimafloti er. Skip verða løgd í bestu fiskitíð og gólvini turr/tóm á virkum. Fólk bíða eftir einum arbeiðstíma, meðan dagurin nærkast til lykilin verður snar­aður um, tí raksturin hongur ikki saman. Í seinastu viku varð munn­ligur fyrispurningur til landstýrismannin í fiski­ vinnimálum, hvussu økingin í toskakvotuni uppá 4.800 tons, sum vit hava keypt frá russ­um fyri svartkjaft og mekrel, skuldi býtast. Og um heimaflotin fekk nakað burtur úr hesari øking. Svarið og endaliga niður­ støðan varð, at tey, sum hava loyvið at fiska, eisini skulu fáa økingina í kvotuni fyri 2013. Hetta er ein illa umhugsað avgerð. Vit høvdu ein kærkomnan møguleika at luta út, um ikki alt, so ein part av økingini, saman við Flemmich Cap, til tann niðurundirkomnað heima­flotan, sum kann royna á hesum leiðum, við at frysta umborð og avreitt til tey tómu virkini. Samstundis sum okkara grunnar eru niðurpíndir við einari óbrúkuligari fiski­ vinnu­skipan. Her var ein møgu­leiki at avlasta grunn­ arnar, ein part av árinum. Tá lógin um vinnuligan fiskiskap var til viðgerðar, var ført fram, at alt átti at gerast, sum gerast kundi fyri at fáa partar av heimaflotanum kvotir aðrastaðni í eina tíð. Soleiðis bleiv ikki. Tað, sum verri er, at fiskiorkan varð ikki tøk til at fiska hesa meirkvotuna hjá teimum, sum fingu kvotuna. Men skuffuloyvir verða drigin fram og skip innflutt. Her átti landstýrismaðurin at klára at staði ímóti trýst­ inum. Hesi somu skip, sum fingu Flemmish Cap í fjør, fingu eisini sín part av makrelkvotuni, og fáa uttan iva eisini sín part av økingini av sildakvotuni. Tað hava verið røddir frammi um, at kravið í lógini um vinnuligan fiskiskap - virksemið um alt landi - átti at verði strikað. Tað hevur eisini verið ført fram, at fremsta uppgávan eigur ikki at verða at skapa arbeiðspláss - heldur ikki spjaða virksemið um alt landi. Men at fáa stórst møguligt avkast. Henda grein verður ikki neyðug at strika. Við núverandi gongd hendur hetta av sær sjálv­ um. At hava stórst møguligt avkast kann man ikki verða ósamdur í. Men avkast til hvønn? Skuldi tað ikki verði ein greiður málsetningur, at tað skuldi verði skapt runt um í landinum. Ikki í hvørjari bygd ella kommunu, men í ymsu økjunum. Okkara politiska uppgáva átti ikki at verði at skapt karmar fyri vónloysi, men heldur fyri tryggan og hollan vøkstur - á og í øllum økjum. Sparingar og rationali­ seringar drena í løtuni lokal­ samfeløgini fyri tænastur. Harafturat sær tað út til, at fiskivinnan skal á nakrar fáar hendur í nøkrum fáum økjum í landinum. Endamálið í fiskivinni­ lóguni ikki fylgt Eivin Jacobsen Løgtings­maður fyri Sambands­flokkin Gevið nú Musikkskúlanum tað, honum tørvar! – Vit hava tørv á skúlanum, stimbranini og at fleiri sleppa framat! Tað hevur ár um ár, og í allari argumentatión, verið ført fram, at tað er ein góð íløga í framhaldandi menn­ ingini av okkara lesandi, at tey eisini fáa góða stimbrandi tónleikaundirvísing, sum ger hesi meira før fyri at taka við aðrari innlæring. Tá vit tosa um at gera íløgu í okkara ungdóm og at fáa hesi at trívast, er tað sjálv­ sagt, at myndugleikin SKAL síggja álvaran í hesum. Eg haldi, at myndugleikin má taka seg saman og taka alt hetta viðvíkjandi tón­leik­ in­um og mentanini upp til nýggja viðgerð, tí eg eri rætti­ liga bangin fyri, at vit fara at missa nógv á gólvið, um meira peningur ikki verður settur av. Vinnumálaráðið hevur fiskað eftir góðum argument­ um og hugskotum, sum kann forða fyri fráflyting og at fólk vilja flyta aftur. Her er so sanniliga eitt øki, sum skal takast í rættiliga stórum álvara, tí tað snýr seg sanniliga eisini um at skapa karmar fyri mentanarligum trivnaði. Vit hava júst havt ein ser­ frøðing her á oyggjunum, sum mælir okkum til at gera meira við mentanina, so her er bara at bróta upp um armar! Ein slík íløga gevur eis­ ini avkast, tí, sum vit hava sagt so ofta, eiga vit so nógv talentir, sum júst eru sprottin úr føroysku Musikk­ skúlaskipanini. Eg skilji væl, at fleiri av okkara listafólkum boykotta gongdini, tí hesi hava eina vón um, at teirra stremban fyri føroysku mentanini og tónleikinum skal geva teim­ um sømilig kor. Tað er IKKI tað, vit eru vitni til í løtuni, so takið hetta upp og havi hetta við í tykkara meting um trivnað og menning. Eg hoyri alla tíðina orðið raðfesting, men taka tit ikki hetta í álvara, eri eg stórliga bangin fyri avleiðingunum! Fríðálvur Jensen