mánadagur 11. februar 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Frí, frí, frí, frá skúlaskjótarí
Her er ongin alheimsupp
hiting. Men lat okkum bara
siga, fyri ein ringan ordans
skuld, at heimurin gerst
heitari. So, tí vit hava eitt økt
útlát av kapitalistiskum CO2,
tá má tað vera av hesum sama
koltvísúrevni, at heimurin
gerst heitari. Henda hissini
leinkja svarar til at fortelja
fólki, at sølutølini fyri hvítar
skjúrtur eru metgóð í Skálki,
og at hetta sæst aftur í al
samt fleiri Suzuki-venjandi
violinistum.
Eftir hatta ræðsluvekjandi
blóðbaðið í einum skúla í Con
necticut, har 26 fólk vórðu
myrd, harav 20 børn, hevur
kjakið
um
amerikansku
“vápnamentanina”
fingið
seriøst ravnaflog. Sambært
betrivitandi viðmerkjarum er
tað givið, at av tí at skotvápn
eru so atkomulig í Amerika,
fara fólk fyrilitsleyst at
skjóta eftir skúlabørnum.
Altso, júst sum við kunstur
liga sambandinum, CO2 og
upphiting, hvítar skjúrtur
og methøg rekruttering av
violinistum, so er eisini við
skúlaskjótaríunum í Amerika:
lin
skotvápnalóg,
nógvar
skúlamassakrir! Simple—fáa
vit at vita frá konservativa
vinstravonginum.
Men, passar hetta? Ella,
spyr teg sjálvan: “Hóast mítt
hús var pinnpakkað við
revolvarum og riflum, hevði
eg tá myrt mammu, skotið
meg ígjøgnum nonnuskúlan
og annars roynt at dripið so
nógvar næmingar sum til
ber?” Sjálvandi hevði eg ikki
tað. Eg hevði verið svakur at
gjørt slíkt. Nokkso sersvakur,
enntá. Og var eg sersvakur,
men uttan atgongd til skot
vápn, tá hevði eg funnið eitt
annað vápn.
Tak Henan-landslutin í
Kina fyri ársskiftið, har ein
ungur kinverji fyrst drap
eina eldri damu fyri síðani at
stinga 22 børn niður við ein
um køksknívi! So... ja, eg veit
ikki, skulu vit banna allar
køksknívar, ella bilar, tí at
hesir eru (mis-) nýttir í flest
massamorðum í Kina — sum
forrestin hevur eina sera
striksa skotvápnalóg?
Nei, brúka heysin, og lat
vera við at bólka teg saman
við lættisoppa, javnaðarsligu
meiningini: at Sandy Hook
School-vanlukkan skyldast
landsins liberalu skotvápna
lóg! Skotvápnalógin í Con
necticut er faktiskt ikki so
lin, sum nógvir viðmerkjarir
so øgiliga gjarna vilja hava
teg at halda. Sum dømi var
skotvápnalógin í Englandi
heilt inntil millumkrígstíðina
so lin, at Texas-búgvar høvdu
svølgt tubbakið. Vóru skúla
skjótaríir vanligt fyribrigdi í
Hammersmith og Elephant
and Castle? Bestemt ikki.
Strangari vápnalóg kom sum
úrslit av, at bretska stjórnin
fór í panikk. Hon óttaðist
eina kollvelting.
Og Sveis? Flest heim eru
pillfull við ógvusligum skot
vápnum. Kortini er tað eins
friðarligt í hesum aðramáta
ryggleysa neutralitets-landi
og á Sevmýri sunnudag kl.
3. Ella Týskland? Proysarir
elska sína stívu skotvápnalóg,
men allíkavæl eru massakrir
als ikki óvanligar.
Tað gerst alsamt verri hjá
frómum ameriku-hatarum
at halda svikaligu leinkjuni á
lívi. Tí um skottilburðir í skúl
um veruliga eru eitt produkt
av einum grundlógarískoyti,
ið eggjar fólki at ogna sær
skotvápn, hvussu ber tað so
til, at skúlaskjótaríir fyrst
fara á flog árla í 80unum?
Skotvápn hava verið atkom
andi í meiri enn tvær øldir,
men slakt sum tað í Con
necticut og Columbine, er
eitt nýligt fyribrigdi. Ikki fyrr
enn vit koma til 60ini, serliga
80ini, uppliva vit “hópdráp
í skúlum”, har málið er at
myrða so nógv ungfólk sum
gjørligt uttan nakra sum
helst eyðsýniliga grund... ikki
eingong nakað so forstáiligt
sum hevnd.
Harumframt, um vit taka
Amerika sjálvt, verða dupult
so fá fólk dripin í Colorado
sum Illinois (fólkatal juster
að). Og Utah og Wyoming
eru á spren við skotvápnum,
men drápstalið er so øgiliga
nógv lægri enn tað í statum
við skerpaðari skotvápnalóg,
til dømis California og New
York. Aftur, null samsvar.
Tessvegna er tað alt ov
simplistiskt at konkludera,
at av tí at vápn eru vanligt in
ventar í amerikanskum heim
um, fara skúlanæmingar at
skjóta sínar floksfelagar.
Hasi, ið háðandi finnast
at amerikansku “vápnament
anini”, lasta gamalsligar og
minni dannaðar bønarmenn
og bóndar, bíbliuóttandi ar
beiðarar, ið elska sína rifflu.
Vit vita sjálvsagt útmerkað,
hvønn tann rættsiktaða og
ráðaríka fín-elitan meinar
við: suðurstátamenn, religi
øsir ekstremistar, ið garan
terað ikki trúgva ikki uppá
alheimsupphiting, eru ímóti
bøssabrúdleypum, men æra
skotvápn; óskúlaðir neander
talarir, ið hava mist alt vit og
skil og allan logiskan sans
sum úrslit av kristniskúlum;
mannfólk, ið stuðla Charles
Heston og eitra alt Amerika
meðan teir tosa við mati
í munninum ílatnir skóg
mansskjúrtu og kiksutum
keppi, sleva og tyggja tubbak
og ganga yvir reytt.
Eg sigi bara, “vælsignaði
tú, hygg at myndini av Adam
Lanza, ótýggið handan Con
necticut-massakrini!”
Ella,
uppaftur betri, eini video ella
yvirlýsing eftir onkrum av
hesum óndu skúlaskjótarum,
líka frá Columbine til Virgina
Tech. Sært tú ein vápnaprís
andi suðurstátamann í hes
um upptøkum og orðum,
ella faktiskt eina væl øðrvísi,
meiri modernaða mentan í
umbúna?
Eg síggi ungdóm uppaldan
at halda seg vera eitt slag av
mini-Gud, hvørs narsisistiski
sálarkvølur og ilska altíð skal
takast í rámasta álvara. Børn
uppvaksin í eini verð, sum í
alt størri mun vil hava okkum
at dyrka ein persónleika,
helst ein sjálvsovurmetandi
og sjálvrættvísan ein, sum
kann flasha sín, sambært
foreldrunum, gevaldiga geni
alitet umvegis YouTube og
Facebook.
Eg síggi ungfólk, ið taka
synd í sær sjálvum, men kort
ini so full av sær sjálvum,
at teimum tørvar oksygen;
har hvussu Eg havi tað og
hvat Eg havi brúk fyri, altíð
trumfar øll sosial og sam
felagslig atlit. Ja, so uppglødd
av sær sjálvum, at tey eru
fullstendiga fremmand fyri
nøkrum formi fyri felags
skapi, tíansheldur moralsk
um normum.
Eg síggi sjálvsást, tá ið
ringast ber á. Ikki nakra
“vápnatilbiðjandi mentan”.
Humbukk. Men tað krevur
so eisini, at tey ráðandi og
meiningsmyndandi klassin
átekur sær skyldina fyri
eina avlagaða og yvir-indi
vidualistiska statsverð, ið tey
hava verið við til at skapt.
Ávísar avísir tordu eisini at
upplýsa, at Adam Lanza var
mentalt brekaður. At hann
hevur tikið avbera krafta
fullan og illa testaðan “heili
vág”, eitt nú Ritalin og Prozac,
sum
modernað
medisin
lættliga skamtar til leidd og
rusut børn, ið ikki passa inn
í toleranta vælferðarstats-
modellið hjá modernaðum
sosialistum, men sum saman
við narsisistiskari nihilismu
er ein væl sannlíkari grund
til skúlaskjótari enn nøkur
lin vápnalóg, sum hevur verið
til í meiri enn tvær øldir.
Men vit vita ikki hetta
við vissu. Fjølmiðlarnir hava
ongan áhuga, og er tað iva
leyst eisini ov sárt og saman
sett hjá teimum at viðgera. Vit
vita tó, at ein av Columbine-
drápsmonnunum,
Eric
Harris, sum Michel Moore
gloymdi at finnast at í hans
ara patologisku films-trongd
at lasta konservativar Red
necks, var á tankaleysum og
ørandi medisini av júst hes
um slag. Sum so nógvir aðrir
skúlaskjótarir.
Fetisheringin av akkurát
hvussu
skúlaskjótararnir
drepa, útinna sína gerð, er
forrestin ein bíligur máti at
sleppa undan at viðgera teir
kulturellu faktorar, ið eru við
at evna slíkar gerðir. Tekniska
útinningin
av
drápinum,
at skotvápn blivu brúkt, er
endað sum ein malplaserað
neyðarhugsan: tað er ikki so
nógv tað, at fólk blivu myrd,
men hvussu tey blivu tað, ið
hevur týdning fyri uttanífrá-
starandi evropearan.
Saman við terrorismu, ikki
bara islamiskari, men eisini
hasi hjá postmodernistiska
Breivik, er skúlaskjótarí hin
mest víðgongdi formurin fyri
narsisismu í dag. Bara frá
veran av nøkrum sum helst
moraliteti, “at tað er skeivt at
terrorisera ein skúla”, “at tað
er skeivt at skjóta eina seks
ára gamla gentu í høvdið”, er
grúuliga órógvandi. Og tað
er for tramin tað, vit eiga
at hugsa um, og fordøma.
Ikki hvat slag av vápni, óndi
miðalklassa-svaklingurin
brúkti.
Tað er handa ótolandi
promoveringin
av
kultu
rellari sjálvshevjan framum
sivilan felagsskap, individu
ellur samleiki framum sam
borgaraskap, ið er problemið.
At forklára, at skjótarí í skúl
um er eit úrslit av, at skot
vápn eru til, er sum at for
klára al- Qaeda fyribrigdið
sum eitt úrslit av, at flogfør
eru til.
Slík forkláring blindar
við at gera drápsamboðið til
skurðgud, tá ið vit ístaðin eiga
at tríva í hasa sjúkligu líka
sæluna, ið fyllir hesar anti-
sosialu verur, sum brellast
eftir at blíva stjørnur og súm
bol uppá alt tað, ið ætlandi er
galið við Amerika.
So heldur enn at skjóta
eftir ófantaligum, fátækum
og ómodernaðum fólki, ið
havna ideologiina um al
heimsupphiting og kela fyri
sínum revolvara, skjóti eg
upp, at vit skjóta eftir teim
um, sum upp í saman tosa um
hvussu viktigur Tú ert, hvat
Tú følir, at Tú ikki skal finna
teg í at verða ignoreraður og,
ja, at alt melur í klingur um
Teg.
Tað er av hesum super-
individuella og fremmanda
gjørda bangilsis-kulturi, hesi
javnaðarstevnu, har ongin
tekur ella ber ábyrgd fyri
nøkrum,
at
skúlaskjótarí
blivu populer, og hví tey fara
at halda fram við at vera
tað.
* http://www.dailymail.co.uk/
sciencetech/article-2217286/Global-
warming-stopped-16-years-ago
Agga
Niclasen
meining@meyl.fo
—men tað er ikki ein lin skotvápnalóg, ið fær ungdóm at drepa!
kjak
Eg síggi ungdóm uppaldan
at halda seg vera eitt slag av
mini-Gud, hvørs narsisistiski
sálarkvølur og ilska altíð skal
takast í rámasta álvara. Børn
uppvaksin í eini verð, sum í alt
størri mun vil hava okkum at
dyrka ein persónleika, helst
ein sjálvsovurmetandi og
sjálvrættvísan ein, sum kann
flasha sín, sambært foreldrunum,
gevaldiga genialitet umvegis
YouTube og Facebook.
Eg síggi ungfólk, ið taka synd í
sær sjálvum, men kortini so full
av sær sjálvum, at teimum tørvar
oksygen; har hvussu Eg havi tað
og hvat Eg havi brúk fyri, altíð
trumfar øll sosial og samfelags
lig atlit. Ja, so uppglødd av sær
sjálvum, at tey eru fullstendiga
fremmand fyri nøkrum formi fyri
felagsskapi, tíansheldur moralsk
um normum.
Adam Lanza, ótýggið handan »Connecticut-massakrini!«