mánadagur 11. februar 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Borgarstjórin í Eysturkomm
unu, Jóhan Christiansen, vil
verða við. At nú er nokk tos
að og kannað og tí er bert
eftir at leggja eldraøki út til
kommunurnar. Hetta skal
gerast, heldur í dag enn í
morgin.
Troytt av tosið
Skilji væl, at kommunurnar
eru troyttar av tosið og at
gerðarloysið
frá
landsins
síðu. Undanfarna samgonga
royndi, at fáa semja um at
leggja kommunurnar saman.
Hetta eydnaðist ikki. Ì til
gongdini var tosað eitt sindur
um eldraøki, men kanningar
vóru ongar.
Sitandi samgonga hevur
handfarið henda spurning
syndarliga. Við eini fólkaat
kvøðu ið var næstan láturlig
og grátulig, alt í senn. Sjálvt
ikki gularótin, ella hóttanin,
um at eldraøki verður lagt
út óansæð úrslit av fólkaat
kvøðuni, hjálpti.
Dagstovnaøki
Jóhan vil verða við, at tá ið
dagstovnaøki var lagt út,
var ongin lóggáva ella reglur
fyri hvat tænastan snúið seg
um. Her ferð Jóhan skeivur.
Dagstovnalógin var samtykt
í 2000, hon ásetur millum
annað, námsfrøðiliga enda
málið, hvør skal veita tæn
astuna og samanseting av
starvsfólkahópi.
Eitt manglaði tó, tá ið
barnaansingin var løgd út,
og tað var gjøgnumskygni
í fíggingini. Var forkvinna í
sosialu nevnd í Klaksvíkar
kommunu í 2001-2004, júst
tá ið útleggingin varð útint
í verki. Klaksvíkin fekk góða
r 3 milliónir frá landinum
og støðan var tann, at mill
um 2-300 børn høvdu onki
ansingartilboð. Vit útbygdu
øki og tá ið tað var gjørt,
kostaði barnaansingin 1/4 av
fíggjarætlanini hjá kommun
uni. Hetta var tað ið hendi í
fleiri kommunum. Fíggjar
liga
uppraðfestingin
av
barnaansingini merkti niður
raðfesting av øðrum økjum.
Spurningurin er, um tað er
hesa gongd Johan vil endur
taka við eldraøkinum.
Ikki nóg gott sum er
Flest øll ásannað, eisini und
irritaða, at landið ikki hevur
megna at umsitið eldraøki
nóg væl. Øki er bygnaðarliga
ein fløkja, við landsstovnum,
kommunalum stovnum og
sjálvsognarstovnum, hvørt
um annað. Umsitingin er
vaksin meðan tænastan til
borgaran er minka. At leggja
hesa fløkjuna út, áðrenn hon
er greidd, til 7 nýggjar mill
umkommunalar eindir, ferð
tað at geva minni umsiting og
meira tænastu. Má viðganga,
at undirritaða ivast.
Niðurpínd tænasta
Støðan á eldraøkinum í dag
er, at økið er fíggjarliga niður
pínt. Heimatænastan mangl
ar 1.400 tímar um vikuna fyri
at nøkta tørvin, sum er í dag.
Ongar lønarframskriving
ar eru inni, hvørki fyri 2012
ella 2013. Ikki er lagt upp fyri
prísvøkstri. Lagt er upp til at
tænastan skal spara aðrar
12,5 mió kr. komandi árini.
Sum virkin kommunu
politikari í 16 ár, við royndum
frá hvussu fíggjarparturin av
barnaansingini var lagdur
út, ynski eg ikki so ringt fyri
kommunurnar, at tær enn
einaferð, bert fáa ein lítlan
part av fíggingini við, tá ið
økið verður lagt út.
Fígging ógreið
Landsstýrismaðurin í fíggj
armálum hevur boðað frá,
at økið kostar 336 mió kr. At
umsita í dag. Hetta er krónu
talið ið kommununnar fáa at
reka eldraøki fyri.
Samstundis
hoyra
vit
formannin í kommunufelag
num siga, at kostnaðurin
heldur er 400 mió kr.
Vit hava hoyrt at ein part
ur av hesi útlegging verður
afturbering av skattinum
av pensjónunum. Hetta eru
pengar sum landið hevur
“rænt” frá kommununum,
við at forskatta pensjónirnar.
Hetta merkir í veruleikanum,
at kommunurnar fáa sínar
egnu pengar aftur, við tí treyt,
at teir skulu brúkast at umsita
eina landsuppgávu við. Segði
nakar Hokus pokus.
Betri tænastu ella
nýggj kongaríkir
Endamálið
við
útlegging
av eldraøkinum, má og skal
vera, at tey eldru fáa eina
betri tænastu.
Fyri Javnaðarflokkin er
tað avgerandi at tænastan
verður betur og at allir borg
arar fáa boðið eina góða tæn
astu.
Róligur Jóhan
Skilji væl Jóhan, at tað kann
verða
spennandi
og
av
bjóðandi at fáa eitt stórt øki
út at umsita.
Óttist tó fyri, at ov stórt
fokus verður á, at nú fær
kommunan eitt størri “ríkið”
at ráða yvir.
Um
so
verður,
kann
spenningurin skjótt verða
avloystur av avbjóðingum,
ið kanska ikki vera so spenn
andi.
Lat okkum halda fokus á,
hvussu betra vit tænastuna,
áðrenn vit í óðum verkum
leggja øki út. Lat okkum
gera tað arbeiðið ið má til, so
okkara eldru fáa eina góða
og vælskipaða tænastu í
framtíðini.
Eyðgunn
Samuelsen
løgtingskvinna
Betri tænastu á eldraøkinum
ella nýggj kongaríkir
Um alt gongur sum Eik Banki
ætlar, verður seinasta banka
deild í Fuglafirði latin aftur
ein av fyrstu døgunum.
Um so verður, noyðast
fuglfirðingar, um teir skulu
vitja bankan hjá sær, rokna
við at fáa einar 40 kilometrar
uppá loggið hvørja ferð.
Í so fall hvørvur møgu
leikin, har ein kann spáka,
ganga, renna ella súkkla sær
ein túr í bankan og heilsa
uppá tey altíð vinarligu og
dugnaligu starvsfólkini í Eik
(eins og tey eisini vóru í Bank
Nordik), sum skjótt og væl
avgreiða tíni bankaørindi.
Nei, nú verður ongin góða
mamma, tí hereftir noyðist
tú í bil ella buss einar 20 km
út og 20 km heimaftur.
Fyri minni enn 20 árum
síðani vóru 3 bankar í Fugla
firði. Tá ið tann fyrsti lat aft
ur, vóru vit ógvuliga hørm
um tað. Tá tann næsti lat
aftur fyri tveimum árum
síðani, vórðu mong av okkum
bæði hørm og skelkaði. Nú
ætlanin er at lata aftur triðja
og seinasta bankan eru vit
ikki bara hørm og skelkaði,
men í øðini og kunna hvørki
skilja, góðtaka ella liva við
hesi støðuni.
Vit taka undir við Paula,
borgarstjóra í Vestmanna, at
nokk er nokk.
Í trýhirninginum Leirvík,
Gøta og Fuglafjørður vóru
fyri árum síðani 7 banka
deildir. Nú er ongin eftir í
Leirvík og ongin í Gøtu, og
ein í Fuglafirði (vónandi meir
enn nakrar dagar afturat).
Starvsfólkini, ið arbeiða á
deildini hjá Eik í Fuglafirði,
eru úr Leirvík, Gøtu og Fugla
firði, eins og viðskiftafólkini
sum dagliga vitja bankan,
eisini koma úr hesum bygd
um.
Nú 6 av 7 deildum í hes
um økinum eru latnar aftur,
skuldi ein hildið, at okkara
íkast til tær neyðugu ratio
naliseringarnar og sparing
arnar í bankakervinum var
vorðið nóg mikið, og at vit
fingu frið at hava hesa einu
deildina virkna.
Vit mugu minnast til, at
í hesum bygdunum búgva
3400 fólk, sum saman við
vinnulívinum
í
økinum
standa fyri umleið 30% av
føroysku bruttotjóðarúrtøk
uni (BTÚ). Tað er tí, sum
áður nevnt, óskiljandi at tað
ikki er grundarlag fyri einari
lítlari bankadeild í hesum
økinum.
Tørvurin á einari slíkari
deild er eyðsýndur og hev
ur ómetaligan týdning sum
tænastuberari
fyri
fólk
ið og vinnuvirkir sum bú
leikast her. Eisini fyri teir
hundraðtals útlendsku sjó
menn, sum vitja her, og ikki
at gloyma tey túsundtals
ferðafólk sum vitja kunn
ingarstovuna. Í sambandi við
marknaðarføring av býnum
og Fuglafjarðar Havn hevur
hesin møguleikin altíð verið
nevndur.
Tá Bank Nordik skuldi
lata deildina í Fuglafirði aftur
fyri tveimum árum síðani,
segði kommunan seg vilja
gjalda fyri ljós og hita, um
hetta kundi fáa Bank Nordik
at broyta støðu, tí hetta mál
var mett at vera av so stórum
almengagnligum
týdningi
fyri býin, at kommunulógin
loyvdi hesum. Sjálvandi kann
Eik rokna við at fáa somu
sømdir um so skuldi verið.
Hetta er eisini í tráð við
strembanina hjá kommun
unum, sum umvegis sínar
felagsskapir KSF og FKF
royna at fáa førleikakrevjandi
størv út um landið. Ynski hjá
kommununum um at fáa
eldraøkið og skúlaøkið lagt út,
er fyrst og fremst grundað á,
at fáa tey ið taka avgerðinar
og veita tænasturnar at vera
nærri borgarunum og harvið
bjóða eina betri tænastu.
Men, í hesum liggur eisini, at
tey førleikakrevjandi størv
ini vera meira spjadd út um
landið.
Á deildunum hjá Bank
Nordik og Eik Banka í Fugla
firði vóru umleið 20 førleika
krevjandi størv. Missa vit øll
hesi, kemur tað í ávísan mun
at ávirka til- og fráflyting í
kommununi neiligani.
Mín niðurstøða er, at vit
fólkavaldu sum sita í býar
stýrinum taka hetta málið
í størsta álvara. Serstakliga
nú tá ið formaðurin fyri før
oysku pengingastovnarnir í
Degi og Viku roknaði upp øll
atlitini bankarnir tóku, men
hann nevndi onki um lokal
samfelagsatlit, hóast hann
bleiv spurdur. Eg taki undir
við áheitanini hjá borgar
stjóranum í Vestmanna á
Eik Banka, um at umstoyta
avgerðina at lata deildirnar
aftur.
Til seinast vil eg koma við
einum hugskoti til eina fram
tíðarloysn á hesum økinum.
Vit kenna fyribrygdini
Miðlahúsið,
Vinnuhúsið,
KSF-húsið, o.s.fr. Hesi hús
hýsa ymiskar funktiónir inn
an somu vinnuøkir.
Hvat við at haft eitt
"Pengahús" í teimum miðal
stóru bygdunum? Í húsinum
kundi so allir peningastovnar,
tryggingarfeløg, og fyri at
fylgja góða hugskotinum
hjá Niels Midjord, girobanki
og ikki minst Posta leiga seg
inn, alt eftir tí tørvi hvør ein
stakur neyvt hevði.
Okkurt
má
gerast,
tí
tað kann ikki vera rætt, at
bara tey sum búgva í 4 teim
størstu plássunum í Føroyum
fáa alskyns bankatænastur í
grannalagnum. Um so skal
vera, eigur ein rentudifferen
tering at vera gjørd, bæði fyri
innlán og útlán, soleiðis at
tey sum skulu brúka nógva
tíð og pengar fyri at koma til
tænasturnar, fáa eitt hósk
andi viðurlag.
Sigurð S.
Simonsen
býráðslimur
Bankarnir – nú er nokk!