Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Spírin og íverksetarin av vindorku útilokaður Í áratíggjur hevur SEV roynt at kvalt allari nýhugsan, tá tað snyr um vindorku. Sam­ stundis sum okkara streym­ harðu firðir høvdu verið ein sonn gullgruba, til at útvinna so nógvan streym, at tað nær­ um ikki var neyðugt við kost­ naðarmiklum olju­verkum, so hevur SEV kann ein gott siga, ikki lætt hond frá síðu hesum við­víkjandi.Og vóru tað ikki menn við hugsjónum og dirvi, so hevði ikki ein tann ein­asta vindmylla stað­ ið í nakrari oyggj í dag. Fyri um­leið 10 árum síðan tók vest­menningurin Jóhan í Niðri­s­tovu sakina í egnar hendur, í strembanini at seta skjøtil á eina burðardygga vindorkuætlan, hetta meðan okk­ara monopolrisi SEV fram­vegis lá í fasta svøvni, hvat viðvíkti alternativari vind­orku. Sjálvur hevði Jó­ han afturat síni útbúgving sum flogskipari, eisini nom­ið sær kunnleika innan alterna­ tiva orku. Visionerur vilja­ sterkur, og við áræði um, at hann við sínum førleika og vitan var greiður yvur at Før­oyar frá natúrunar hond, var kanska tað besta stað í heimi, til bílliga burðardygga vindorku, og so varð farið til verka. Í staðin fyri SEV, sum bara kundi senda rokningina út til brúkarin, (júst sum teir hava gjørt hesa ferð ) so tók fe­ lagið Røkt, sum Jóhan hevði stovnað, allan fíggjarligan váða í sambandi við hesa verk­ætlan Og tað sigur ikki so lít­ið um mannin sum kveikj­ara og íverksetara, hóast mær vit­andi so hevur hann hóast hetta bragdið ikki verið kosin ár­sins íverk­ setari, nakað sum ein undr­ ast yvur. Táverandi stjóri í SEV var greiður yvir, at SEV hevði sovið í tímanum, og tískil vóru allar snildir brúktar til tess at steðga felagnum Røkt í føðingini. Ímillum annað gjørdi táverandi SEV stjóri vart við, at netið hja SEV als ikki toldi, at streymur frá vind­myllum var koyrdur inn á netið hjá SEV. Og fyri tí um onkur " leyp á bláman " so ætlaði hann ikki at leypa aftaná. Men hann undirmetti sjálvsagt, bæði stovnarin og íverksetarin av Røkt, sum langt frammanundan tað, sá teir veldugu møguleikar vind­orkan kom at hava fyri før­oyska samfelagið. At Felagið Røkt sum nú er dótturfelag hjá Vindrøkt av sínum eintingum tók á seg ein stóran fíggjarliga váða, og at stjórin í felagnum var álitismaður, sum visti hvat hann fór í holt við, hevði helst ein avgerðandi leiklut, tá sitandi landsstyrismaðurin í orkumálum Eyðun Eltør skar í gjøgnum, og gav Røkt loyvi til hesa verkætlan. Tað eru umleið 10 ár síð­an, at Røkt við loyvi frá lands­ stýrismanninum í orku­mál­ um, setti upp 3 vindmyllur á tí sum stovnarin metti var eitt hóskandi stað, omanvert Vestmanna. Sum ein hevur skilt, so hava tær rigga væl, eins og hava givið sítt íkast, og verði veruligi spírin og kveikarin til, at leiðslan í SEV er við at vakna við kaldan dreym. Einasta verkætlan í SEV hevur havt hesi 10 árini innan vindorku er eitt kopi projekt av Vindrøkt uppá 3 vindmyllur í Nes haga, sum ikki er hepnast serliga væl. Og eitt sokalla samarbeiði við Vindrøkt, hevur helst bert verið kávalótir frá SEV til tess,at styrkja sína mono­pol­ støðu innan streym­orku. so­ leiðis at eingin annar veitari skuldi fáa fótin fyri seg. Tí nú bráddliga, helst aft­aná at hava arbeitt uppá verkætlanina í áravís, tveita teir hesa risa verkætlan inn til landsins mynduleikar, væl vitandi um, at ein annar veitari bert hevur 60 dagar freist til at geva boð uppá verkætlanina. Av 5 feløgum ið ætlaðu sær, at vera við í kapp­ingini um alternativu orku, er nú bert tað eina, nevn­liga Vindrøkt eftir. Men fyrst tryggjaði SEV seg, við at fara út til komm­ ununar (brúkarin) við áheit­ an um, at steymprísurin verð­ur hækkaður vi 5 oyrum. Aftaná tað leggur SEV sum fyrr sagt eina risa verkætlan fyri landsstyri,sum teir sjálvir hava arbeitt uppá í áravís. Hvat nú um SEV hevði somu treytir sum Vindrøkt, nevnliga 60 dagar til at pro­ jek­tera eitt risaprojekt, og harafturat fáa íleggjarar, og alt annað uppá pláss innan nevnda tíðarskeið. Rokni ikki við, at SEV havði havt ein livandi kjans,og hvørjar fyri­treytir hevur SEV fram um Vindrøkt, sum sigur, at tað samfelagsliga er meira gagn­ligt, um SEV skal fáa verk­ætlanina. Jóhan í Niðristovu sigur í Dimmalætting 25.01.13 . Citat. Okkara verkætlan er sam­an­sett av føroyskum eigarum burtur av, og við at geva okkum loyvi, hevði SEV framvegis minka um oljunýtsluna við 10.000 tons­ um, og felagsskapurin hevði kunna selt streymin fyri 130 kilowattíman. Tað vil siga við einum avlopi uppá 92,5 oyru. Men uttan at taka nakran váða yvurhøvur. So eg veit ikki hví teirra ætlan, sum er saman við einum útlendskum íleggjara, samfelagsliga er meira gagnlig. citat enda. Samstundis sum SEV ikki hevur kunnað framleitt ein kwt. prís í Neshaganum fyri minni enn 40 oyru, so er teirra tilboði uppá hesa verkætlan sera sera ivasamt, eins og tað verður føroyski brúkarin sum so ella so, sum kemur at gjalda, um tilboðið hjá SEV ikki er realistiskt. Tí eiga landsins myndug­ leikar, at taka við tilboðnum frá Vindrøkt. Hetta felagið hev­ur royndirnar, eins og fe­lagið við íleggjarum úr Før­oyum tekur váðan av hesi verk­ætlan. Hinvegin, um mono­pol­fyritøkan SEV verður tikin fram um Vind­ røkt, so koma teir ella tey sum hava visiónir og sum arbeiða privat við sjóar­fall­s­ orku á føroysku firðunum, at missa sínar íleggjarar. Hetta kemur at hava við sær, at líka soleingi sum SEV hevur sovið omaná vindorkuni, líkaleingi verður tað til, at vit koma at gagnnýta tað veldugu orku, ið kann fáast úr tí stabilu sjóvar­falls­orku runt Føroya land. Frank Davidsen kjak Viðmerkingar til fiskivinnuprátið Eg hoyri, at tað framvegis verð­ur kjakað um heitið: Fólk­sins Ogn. Eg veit, hvør týdn­ingur varð lagdur í heit­ ið, tí eg var ein av fýra, sum løgdu tað fram, og tað, sum var orsøkin til, at eitt heitið skuldi finnast, var, at vit frá juridiskari síðu fingu at vita, at landsstýrið ikki kundi fara inn at regulera fiskiskapin, uttan at hava fingið heimild frá løgtinginum til at gera tað. Tí var tað, og ikki tí, at hvør føroyingur skuldi hava sín part bókstavliga. At so nakrir halda fast um, at ætl­ anin var ein onnur við heit­ in­um, tað passar ikki, men at teir vilja leggja ein ann­an týdn­ing í tað, er so nakað annað. Eg síggi ikki, at loyvini eru givin í allar ævir, og at tey eru givin til ávísar persónar, alt eftir hvørjar politikkarar, teir kenna, er heldur ikki rætt. Loyvini vórðu givin til tey, sum høvdu verið í vinn­ uni. Hvussu nógv, tey høvdu rætt til var alt eftir, hvussu nógv veiðan hevði verið hjá teimum í eitt longri áramál. Eg haldi, at tað var rætt at taka atlit til tey, sum vóru í vinnuni, tí tey høvdu upp­ arbeitt eina vitan, sum var virðismikil. Síðani er einki loyvi givið til nakran til­ vildarligan. Tað einasta, sum eg veit um, er, at tað hava ver­ið nøkur royndarloyvir latin til onkur skip, og táið tað hevur vart eina tíð, og tað hevur víst seg, at tað kann geva eitt ískoyti til raksturin, so er loyvið givið permanent. Tað kann vera ein spurningur, um tað skuldi gev­ast til tann, sum hevur út­int royndarfiskiskapin, ella tað skuldi býtast upp á fleiri. Hvussu fastur er rætt­ urin til fiskiloyvið? Tað verður sagt, at rætturin er ómissiligur. Tað haldi eg ikki, hann er. Tað eru mong skip farin av knóranum, og tá hevur verið møguleiki hjá øllum at keypa. At tað skal eitt ávíst fíggjarligt føri til at útvega sær eitt veiðifar, er náttúrligt. Tað vil tað vera í flestu førum, táið ein skal byrja nakað nýtt. Tað eru mong skip, sum hava skift eigara hesi árini, og eg fylgi kanska ikki so væl við, sum eg havi gjørt, men tað gongur upp hjá mær at vita, hvussu skipini nú eita, og hvør eigur tey, so tað eru nøkur, sum hava mist “tann ævinliga rætt­in”, sum røtt hevur verið um. Lógin sigur eisini nakað um, hvat skal til fyri at eiga rættin, t.d. um hann ikki verð­ur nýttur ella treytirnar ikki verða fylgdar. Alivinnan Táið alivinnan tók seg upp, bleiv hon roknað fyri eitt gull­nám, sum øll skuldu hava rætt til, men har skuldi so eisini loyvi til, og eg haldi, at tað vóru omanfyri 80 loyvi, sum einaferð vórðu givin, men tað fóru mong av knór­ an­um. Tað vóru nógv fleiri enn tey 80, sum vildu hava loyvi, men øll fingu ikki. Tá ið eg kom í landsstýrið í 1989 lógu minnist meg rætt 412 umsóknir um loyvi ósvaraðar. Onkrar vóru 8 ára gamlar. Eg spurdi restina av landsstýrinum, um eg kundi fáa loyvi at senda bræv til allar umsøkjararnar og skriva, at tað varð einki loyvi givið tey næstu 2 árini, men um áhugi framvegis var tá, so vóru teir vælkomnir at søkja aftur. Tað fekk eg loyvi til, og eg veit ikki, hvussu mangir mundu søkja aftur. Onkrir vóru deyðir, sum høvdu søkt. Nú verður alivinnan aftur roknað sum eitt gullnám, og so er spurningurin, hvussu mang­ir nú vilja sleppa aft­ur at nýta teir føroysku firð­ ir­nar, sum væl eisini er eitt slag av fólksins ogn, sum onk­ur vil definera teir til, ella at tey, sum hava yvirliva og ment hesa vinnuna til, at hon nú er ein stórur partur av okkara lívsgrundarlag, skal hava loyvi at eiga hana “í all­ar ævir”, ella til tey fara av knóranum, og onkur ann­ ar yvirtekur hana. Tað má bert ikki verða soleiðis, at út­ lend­ingar sleppa at eiga hana burturav, og serstakliga ikki, at útlendskar sølufyritøkur sleppa at stýra henni, tí so kann tað enda við, at vit verða húskallar í egnum húsi, og meginparturin av vinn­ ing­inum ikki kemur føroyska sam­felagnum tilgóðar. Hetta er hent í summum menn­ing­ arlondum, og tað hevur ikki verið til teirra gagn. Eg veit, at hetta ikki er lætt at fremja, men øll orka og vitan eigur at verða løgd í hetta. Ikki so galið í Kolla­ firði (í Føroyum) Eg skrivi hetta ikki, tí eg eri partur av sakini longur, tí tað eri eg ikki, men eg havi mínar politisku hugsjónir framvegis. Alt kann gerast betur, eisini fiskivinnupolitikkurin, men eg haldi ikki, at tað gjøgnum árini hevur verið so galið, tí vit hava tað rættiliga gott í mun til onnur lond, og eg hoyrdi ein fyrilestur hjá Her­ mann Oskarsson í Løks­høll fyri nakað síðani, hvar hann vísti á, at kanska einki annað land hevði havt ein so áhald­ andi vøkstur í búskapinum tey seinastu 60 árini sum Før­oyar. Latum okkum ikki koyra alt fyri bakka, men framvegis royna at tillaga alt við skili. Ein maður segði, at her er ikki so galið í Kollafirði. Tað haldi eg eisini (her í Før­oy­ um). Olaf Olsen