Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 11. februar 2013 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Annfinn V. Hansen, adv. (H) annfinn@advokat.fo Djóni Thomassen, adv. LL.M. djoni@advokat.fo Jens Andrias Vinther, adv. jav@advokat.fo Sjálvandi fær tað oyði­leggj­ andi avleiðingar fyri virk­ semið í sjúkra­hús­verkinum, tá Karsten Hansen, lands­ stýris­maður, fekk síni sam­ gongufólk úr Sambands-, Fólka-, Sjálvstýris- og Mið­ flokk­inum at spara 21 mió. kr. í heilsuverkinum á fíggjar­ lógini fyri 2013. Serliga meint fara skerj­ ingarnar at raka virksemið á Lands­sjúkrahúsinum. Av­ leiðingarnar verða nógvar og álvarsligar. Burtursparingin av kostráðgevingini til dia­ betes-2 sjúklingar er bara eitt líti fyrsta tekin um, hvat er í væntu. Men Karsten Hansen skákar sær undan og leggur Landssjúkrahúsið, sum hann hevur tvingað til ógvis­lig­ ar sparingar, undir eina »óhepna« avgerð. Diabetes-2 er tann skjót­ ast veksandi fólkasjúkan. Ein mið­vísur innsatsur móti dia­ betes-2 var tí ein horna­steinur í arbeið­inum við føroyska fólkaheilsupolitikkunum, sum varð skipaður undir lands­stýrinum, sum tók við í 2004. Diabetesambulatoriið varð uppraðfest á lands­ sjúkra­húsinum og diabetes­ ambula­torium vórðu skip­að bæði á Suðuroyar og Klaks­ víkar Sjúkrahúsum. Onnur tiltøk í hes­ um miðvísa innsatsi móti diabetes-2 vóru høvuðs­tætt­ irnir í Fólkaheilsuætlanini fyri Føroyar, sum varð orð­að í 2006 og løgd sum grund­ ar­lag undir einum virk­ num og víðfevndum fólka­ heilsupolitikki. Úr rúgv­uni kann nevnast rørslu­poli­ tikkurin, royki­poli­tikkurin, kost­ráðgeving, tiltøk fyri at snara hugburðinum mill­um børn og vaksin frá sukur­ vatns- og fitivørunýtslu til frukt, vatn og grønt, víð­ fevn­andi tilboð um heilsu­ kanningar o.m.a. Tað harmar meg at síggja, at fólkaheilsupolitikkurin verð­ur forsømdur og ong­ an góðan eigur í tí ráðandi politisku skipanini. Veit held­ ur ikki um eg skal gráta ella flenna, nú Fólkaheilsuráðið er farið at brúka pengar upp á at kanna, hvussu lukkuligir føroyingar eru - samstundis sum hvørki orka ella ráð eru til at veita skúlum nøktandi ráð­geving á týðandi heilsu­ politiskum økjum. Vóni at arbeiðsbólkurin, ið nú er settur til at koma við einum tilmæli um, hvussu bøtast kann um støð­una viðv. diabetes-2, ikki bara endar sum eitt am­boð til sparipolitikkin hjá lands­ stýris­manninum, men kem­ur við einum ordi­ligum offen­ sivum útspæli, sum eis­ini kann vekja fólkaheilsu­poli­ tikkin til lívs aftur. Hans Pauli Strøm fyrrv. landsstýrismaður í heilsumálum Fólkaheilsupolitikkur eftir reyv kjak