Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 13. februar 2013 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Søgan treingir seg inn á mína sál – Leikluturin hevur verið avbjóðandi og havt stóra ávirkan á meg. Tað er komið fyri, at eg eri komin heim eftir onkra venjing og havi fingið tár í eyguni. Tað sigur Annika Johannesen, sum í hesum døgum kann síggjast í leikinum Sár á Sál Rannvá G. Fossaberg – Sjálvandi hugsar tú eisini tank­an, hvussu tað hevði verið, um tað var tú sjálv, ið upp­livdi eina slíka syndarliga hend­ing. Men sum sjónleikari eri eg noydd at halda eina ávísa frástøðu ímillum mítt privat­lív og tann leiklutin, eg skal spæla, sigur 49 ára gamla Annika Johannesen. Hon hevur høvuðsleiklutin í leik­inum Sár á Sál, sum í hes­um døgum verður spæld­ ur á Tjóðpallinum. Ein leikur eftir Kristinu S. Hansen, sum er bygdur á syrgi­ligu van­ lukkuna í 2006, tá báðir synir hennara og ein vin­maður teirra doyðu í eini elds­van­ lukku. Eingin kenslu­ vavgreytur Í leikinum spælir Annika Johannesen leiklutin sum mamman, ið hevur mist tveir synir. Ein leiklutur, sum hev­ ur verið ein stór avbjóðing fyri Anniku Johannesen, ið hev­ur útvið 30 ára royndir sum sjón­leikari. – Søgan fær kenslur fram og setur nakran tankar í gongd bæði hjá okkum leik­ arum og áskoðarum. Fyri meg hevur tað verið serliga av­bjóð­andi at skula gera tekstin livandi, finna ein máta at framstilla tekstin, so­leiðis at fólk kunnu taka ímóti tí, ið kemur fram á pall­inum, greiðir Annika Johannesen frá. Tað hevur verið av alstórum týdningi, at leik­urin á ongan hátt skal blíva til kensluporno. – Søgan er ræðulig, og leik­urin kundi lættliga blivið ein vav­greytur av kenslum. Kristina og eg vóru tó púra samdar í frá fyrsta degi, at leikurin á ongan hátt skuldi blíva ov nógv av tí góða í sam­bandi við kenslurnar. Tað er ikki har, styrkin í leikinum ligg­ur. Ístaðin eru tað orðini, ið skulu lýsa støðuna, sigur Annika Johannesen. Sjálv er hon mamma at fýra børnum, harav tað yngsta er fimm ár – um sama aldur sum tann eini av drongj­unum, ið doyðu í elds­ van­lukk­uni í 2006. – Eg ivist ikki í, at tað hevði verið annarleiðis fyri meg at spælt henda leiklutin, um so var, eg ikki sjálv átti børn. Hinvegin so eigur ein pro­fessionellur sjónleikari at hava evnini at kunna seta seg inn í ein og hvønn leiklut, sig­ur Annika Johannesen. Leikurin rørir fólk Tá Kristina S. Hansen vendi sær til Anniku Johannesen um leiklutin, tók hon ikki av til­boðnum alt fyri eitt. – Eg hugsaði meg um í eina tíð, áðrenn eg segði við Kristinu, at eg fegin vildi royna meg í hesum leik­lut­ inum. Eg skuldi jú til Føroya at spæla leikin fyri føroy­ing­ um, sigur Annika, sum býr í Keypmannahavn. – Eg visti, at hetta var ein søga, sum rørdi fólk, og tískil var rættiliga viðbrekin, for­ tel­ur Annika Johannesen frá. Eftir at hon hevði fingið leikritið og lisið tekstin, var hon tó als ikki í iva um, at hon vildi spæla leiklutin. – Tá var eg ikki eitt sek­ und í iva, tí leikurin kann nak­að heilt serstakt. Í mín­ ari verð er Sár á Sál eitt listar­ligt meistaraverk, og tað er einki minni enn eitt bragd av Kristinu at hava skriv­að leikin, sigur Annika Johannesen. Tær báðar kennast um­ vegis sjónleikarayrki, men síggj­ast ikki privat, og tað hev­ur verið ein fyrimunur í sam­bandi við leiklutin hjá Anniku Johannesen og ann­ ars leikin sum heild. – Hvørki eg ella Sofía Nolsøe, sum eisini spælir við í leikinum, eru á nakran hátt tengdar at sjálvari hend­ingini í 2006. Tí hevur tað verið gjørligt hjá okkum báðum at fara beinleiðis inn á uppgávuna og síggja tekst­in sum ein leik, greiðir Annika Johannesen frá og legg­ur afturat. – Hinvegin so kemur tú sum leikari ógvuliga tætt at upp­livingini og teimum kensl­unum og tonkunum, sum Kristina hevur havt. Tú skalt gera tað til títt egna so at siga, og tað hevði ikki borið til fyri mítt viðkomandi, um eg og Kristina ikki høvdu stórt álit á hvørji aðrari. Grátandi áskoðarar Leikurin Sár á Sál rørir ikki bert Anniku Johannesen. At áskoðararnir eisini fáa ávísar kenslur fram undir leik­sýn­ ing­unum, upplivir Annika Johannesen undir hvørjari sýn­ing. – Tú hoyrir, hvussu søg­ an rørir fólkini, sum eru til stað­ar í salinum. Eg vil siga, at sal­urin er livandi. Ja, leik­ urin fær eisini tárini fram hjá nøkr­um av áskoðarunum, for­telur Annika Johannesen og leggur afturat: – Men tað er í lagi, tí hetta er eitt kensluborið rúm. Og tað merki eg væl, sigur Annika Johannesen. Tær fyrstu venjingarnar til leikin fóru fram í Keyp­ manna­havn í umleið ein mán­að. Seinastu 14 dagarnar áðrenn fyrstu sýningina vandu tær á Tjóðpallinum í Havn. Hóast dúgliga venjing, kenn­ir Annika Johannesen eitt ávíst trýst á sær áðrenn hvørja sýning. – Eg kenni tað sum, at hvørt kvøld skal bogin spenn­ast, og tað er ikki nak­ að, sum kemur av sær sjálv­ um. Eg verði hvørja ferð noydd til sjálv at merkja tað, sum teksturin fortelur. Tað er bara á tann hátt, at eg kann vísa áskoðarunum tað, sum søgan skal fortelja, greiðir Annika Johannesen frá og held­ur fram: – Eg veit, at tað eru nógv fólk, sum onkursvegna eru tengd at sjálvari hendingini, og at temaið er ógvuliga við­ breki, men tað er mín vón, at áskoð­arin situr eftir við eini kenslu at hava upplivað nær­ veru. Tí gjøgnum nærveruna nerta vit við tað viðbrekna evnið í leikinum, tað vil siga at vera í stórari sorg. Nakað vit annars ikki plaga at nerta við, sigur Annika Johannesen. – Mær dámar væl, at vit í felag kunnu koma tættari at nøkrum, sum annars er rættiliga privat, men sum ávirkar øll. Tað er tað, hesin leik­urin kann, sigur Annika Johannesen. FAKTA Navn: Annika Johannesen Aldur: 49 ár Bústaður: Keypmannahavn Útbúgving: Sjónleikara­ útbúgin í Århus Annika Johannesen er fødd og uppvaksin í Tórshavn. Sum 24 ára gomul bleiv hon útbúgvin sjónleikari í Århus. Hevur verið partur av Århus Theater og Det Kongelige Teater í fleiri ár. Arbeiðir í løtuni sum fríyrkisfólk.