týsdagur 12. februar 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. februar 2013 · Nr. 18
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Poul Færø 75 ár
Í dag, mikudagin 13. febr
uar, eru 75 ár liðin, síðani
Poul Færø í Klaksvík var
føddur.
Poul var á yngri árum
málarameistari,
men
nógvu tey seinastu árini
hevur hann nýtt mest sum
alla sína tíð í kristiligum
arbeiði kring landið og
eisini uttanlands.
Poul er ættaður av
Toftum. Foreldrini vóru
Elsa fødd Øregaard og
ættað av Lakjuni í Fugla
firði og Oluf Færø, sum
var toftamaður. Elsa og
Oluf fingu fýra børn: Poul
(1938), Odmar (1940), Eyð
finn (1946) og Lissan (1948).
Odmar býr í Havn, og hini
búgva í Klaksvík.
Petur Guttesen, málari
í Havn, arbeiddi nógv í
Eysturoy og á Toftum, har
hann helt til hjá systrini,
Maju í Túni. Poul lærdi til
málara hjá Peturi. Í 1957
flutti Poul til Klaksvíkar
at búgva, og har hevur
hann verið síðani.
Tey fyrstu árini í Klaks
vík var hann viðhvørt við
trolarunum
hjá
Kjølbro.
Men fyri tað mesta var Poul
málarameistari, og teir eru
nógvir, sum hava lært til
málara hjá honum. Handa
lagið var gott, Poul arbeiddi
nógv og skjótt, og tey vóru
mong, sum sendu boð eftir
honum.
Miðskeiðis í sjeyti árun
um
vórðu
málaraseglini
repað. Síðani hevur Poul
viðhvørt málað millum lítið
og einki, og í nøkur ár málaði
hann bara um sumrarnar.
Frá blaðungum av hevur
Poul verið virkin í kristiligum
verki. Hann hevur í mong
ár ferðast kring oyggjarnar
í kristiligari tænastu. Frá
miðskeiðis í sjeyti árunum
og í eini fimtan ár var hann
við í dagligu leiðsluni av
leguarbeiðnum í Zarepta.
Tey seinnu árini hevur
virkisøkið hjá Poul fevnt alt
víðari. Aftur at brøðrasam
komunum í Føroyum hevur
hann vitjað nógv í granna
londunum, eitt nú í Danmark
og Noregi og heima á landi
eisini í øðrum samkomum
enn
brøðrasamkomum.
Seinastu árini hevur Poul
verið nógv at hoyra í fyrra
partssendingum í Lindini.
Umframt at halda møtir
hevur Poul gjørt nógv av at
vitja og vísa umsorgan fyri
einstaklingum og familjum.
Hann vitjar í samkomum
og heima við hús hjá fólki,
og hann er ofta at síggja á
sjúkrahúsum. Poul er altíð
klárur, tá sorgin er gestur, og
hann hevur hildið óteljandi
talur við jarðarferðir.
Poul er giftur Anniku
fødd Johannesen og ætt
að av Lítlubrekku í Klaks
vík. Tey eiga fýra børn: Jó
hannes (1980), Olav (1983),
Assa (1985) og Poul (1994).
Olav og Assa búgva í Keyp
mannahavn, Jóhannes býr í
høvuðsstaðnum, og Poul býr
heima hjá foreldrunum.
Í seytjan ár var Poul gift
ur Ásvør fødd Jacobsen og
ættað av Ziskatrøð í Klaks
vík. Hon doyði av sjúku
í 1977 bara 37 ára gomul.
Ásvør og Poul eiga trý børn:
Odd (1962), John (1965) og
Elsa (1968). Odd býr í Hoyvík,
John í Klaksvík og Elsa í
Saltangará.
Poul er í Keypmanna
havn, nú hann fyllir 75.
J
nøvn